týsdagur 20. desember 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá vit so
brádliga mistu okkara kæra son, bróðir, svág,
mammubeiggja og ommubeiggja
Óla Jákup Thomsen,
bert 47 ára gamlan.
Takk tit, sum ringdu, komu á vitjan, bakaðu, sendu
blómur og peningagávur.
Takk Dávur Neshamar fyri troystarrík orð í
kapellinum. Somuleiðis takk til Kristian Sofus
í Lambanum, Tórheðin Jensen og Zacharias
Zachariassen fyri góð og troystarrík orð í
Filadelfia og Amaliel Jacobsen á grøvini. Takk til
orgulleikarar og tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Takk øll tit, ið fylgdu Óla Jákup til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans
signing í komandi ári.
Familjunnar vegna
Jóna, Helgi,
Maiken, Odny, Tummas Jákup og Gudny
Tøkk
Hjartans takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
Tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Martin Clementsen
f. 19.07.1936 d. 15.09.2016
doyði og varð jarðaður.
Takk til Helga Mortensen og Róland í Skorini.
Fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og
Ebenezer
Takk tit, sum bakaðu, sendu blómur, kransar
og minnisgávu til Zarepta, og takk øll tit, sum
fylgdu honum til gravar.
Vit fara samstundis at ynskja tykkum øllum eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Emma, Oddbjørg og Katrin
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá
okkara góða kona, mamma, vermamma, omma og
langomma
Marna Nolsøe Joensen,
Eiði,
ættað av Tvøroyri
f. 1. november 1928 d. 9. desember 2016
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til øll, ið hjálptu til jarðarferðina, prestar,
kirkjutænarar og sangarar.
Stóra tøkk til øll tykkum, sum skipaðu fyri
ervinum, tykkum, sum bakaðu og øll, sum fylgdu
henni til gravar.
Eina serliga tøkk veita vit tykkum á Korndals
býlinum, sum vóru so væl um Marnu, meðan hon
búði har.
Tøkk fyri minnisgávu til Sinnisbata.
Gleðilig jól og Harrans signing ynskja vit øllum.
vegna familjuna
Jákup, Edvard, Óluva, Karin og Anna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaða mamma, vermóðir, omma,
langomma og systir
Signhild Berthelsen
f. 25-07-1927 d. 18-01-2016
andaðist og varð jarðað.
Ein hjartans tøkk til tykkum, sum vóru um mammu,
heimahjálpir og røktarstavsfólk á Gøtubrá og
Vesturstovu og annars øll sum vitjaðu hana so
trúliga.
Takk til Hanus á Gørðum prest fyri góð og
troystarrík orð og til Frants Jensen fyri góð orð í
Gøtubrá. Takk til berarar, sangarar og kirkjutænarar.
Takk til Óla Poulsen og Manskórið í Thabor fyri
vakrar sangir.
Takk fyri vitjanir, kransar, blómur og peningagávur
til Missiónshúsið Thabor.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum og
tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Vit vilja ynskja øllum eini Gleðilig jól og eitt av
Harranum vælsignað nýggjár.
Fyri tey avvarðandi
Elsebeth Malena, Súsan og Asbjørn
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá góði pápi, verpápi og abbi okkara
Johan Julius Hansen
f. 24.02.1934 d. 07.11.2016
andaðist og varð jarðaður.
Ein serlig tøkk til Árant Johannessen og
Mannskórið í Esbjerg fyri góð og troystarrík orð
og sang í kapellinum. Tøkk til prest fyri góð orð í
kirkjunni, tøkk til kirkjutæarar, sangarar, berarar
og gravarar og til tykkum, sum hjálpti til við
ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
kirkjuna á Kirkju. Tøkk til tykkum, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Vit vilja eisini ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól
og eitt av Harranum signað nýggjár.
Familjunnar vegna
Jógvan og Joan við familjum
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV