týsdagur 20. desember 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálp og sýnda
samkenslu tá elskaði maður, pápi, abbi, langabbi og
bróður okkara
Mortan Dion Holm
f.17.11.1941 d.06.10.2016
andaðist og varð jarðaður.
Vit vilja serliga takka familju og vinum, ið vitjaðu
hann.
Serstøk tøkk til Suðuroyar sjúkrahús,
heimasjúkrasystrarnar og Sjúklingahotellið í Kbh.
Stóra takk til Patrick de Neegaard presti og Magnus
Hansen fyri góð og troystarík orð í kapellinum og í
kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar.
Takk fyri stóru hjálpina við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Porkeris
Fornminnafelag.
Takk til tann stóra skara, ið fylgdi Mortan til
hansara síðsta hvíldarstað.
Vit fara samstundis at ynskja tykkum øllum eini
gleðilig jól.
Familjunnar vegna
Jonna og Sára
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Marita Arge Magnussen
úr Havn
andaðist og varð jarðað.
Vit vilja takka familju, vinum og starvsfólki á
Vallalíð og Landssjúkrahúsinum, ið vitjaðu og vóru
um hana hennara síðstu tíð.
Tøkk til prest og tykkum øll, ið hjálptu til á
ymiskan hátt. Tøkk fyri heilsanir, blómur og gávur
til Vesturkirkjuna, og tøkk til tykkum, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Familjunnar vegna
Trinemia, Jaspur og Janet Fríða
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma
Elsa Paulina Petersen
f. 15.01.41 d. 01.03.16
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm og Havstein
Klein. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og til
tykkum mongu, sum bakaðu og hjálptu til við
ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur til
Sjómanskvinnuringin.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Elsu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Sverri, Eyðvarur, Anna, Hans
og Jóhan Hendrik
1939
Ítróttasamband Føroyar er farið undir
at umskipa og menna leiðslubygnaðin.
Í hesum sambandi søkir ÍSF eftir einum
aðalskrivara, sum skal hava dagligu
leiðsluna av ÍSF og skal standa á odda
fyri dagligu umsitingini.
Aðalskrivarin vísir til forsetan.
Arbeiðsøkini eru m.a.
• skrivari hjá starvsnevndini og øðrum
nevndum
• ábyrgd av dagligari leiðslu
• útinna avgerðir hjá aðalfundi og
starvsnevnd
• starvsfólkaleiðslu
• ábyrgd av fíggjarætlanum og
dagligum rakstri
• ábyrgd av sponsoravtalum
• ábyrgd av altjóða sambondum
Vit kundu hugsað okkum at aðal
skrivarin hevur hesar førleikar:
• duga væl føroyskt, norðurlendskt og
enskt og møguliga onnur mál
• viðkomandi útbúgving
• leiðsluroyndir frá privatum/
almennum fyritøkum/stovnum
• duga og vera vanur við at
samráðast
Tað er ein fyrimunur at aðalskrivarin
hevur ítróttaligar royndir, kunnleika til
og áhuga fyri ítrótti.
Vit hugsa okkum ein ágrýtnan og
virkis fúsan aðalskrivara, sum hevur
sum fremsta mál framhaldandi at vera
við til at menna ÍSF og føroyska ítrótt
sum heild. Eyga fyri javnvágini millum
úrvals- og breiddarítrótti hevur stóran
týdning.
Vit leggja dent á at viðkomandi hevur
góð samstarvs- og diplomatisk evni,
og viljin at byggja brýr millum ÍSF og
politisku skipaninar má vera í topp.
Áhugi fyri umsiting er neyðugur og
við kom andi skal vera motiveraður
av at finna og kunna skapa nýggjar
arbeiðs hættir millum ymisku
áhugamálini í føroyskum ítrótti.
Løn sambært avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, kann
tú ringja til Elin H. Joensen, forseta
á telefon 222333, ella Jon Hestoy,
vara forseta á telefon 594555. Ella lesið
meira um starvið á www.isf.fo/starv
Skrivlig umsókn kann sendast til;
Ítróttasamband Føroya
Postsmoga 223
FO-110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan „Aðalskrivari“.
ella til starv@isf.fo, í seinasta lagið
9. januar 2017.
Aðalskrivari til ÍSF
Starvslýsing
Ítróttasamband Føroya
Hós. 22. des. Hakkibúffur • Knettir •
Saltað neytakjøt
Frí. 23. des.
Lasanja • Rivjasteik •
Høsnrungabringa
Leyg. 24. des. Gleðilig jól
Mán. 26. des.Gleðilig jól
Týs. 27. des. Milliónbúffur •
Kókað neytakjøt
Mik. 28. des. Stoktur fiskur •
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík