týsdagur 20. desember 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum vóru
við til at gera mín 80 ára føðingardag til ein
góðan og ógloymandi dag. Eg vil eisini takk
Ungdómshúsinum í Vági fyri pakkan. Takk til øll,
sum hjálptu so væl til, og takk fyri uppringingar.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Blíðar heilsanir
Mortan á Geil
Tøkk
Vit vilja takka øllum ið vóru saman við okkum á
okkara brúdleypsdegi 20 august 2016, og eina
serliga tøkk til tykkum øll ið hjálptu til at gera
dagin ógloymandi, tað hevði ikki verið tað sama
uttan tykkum. Takk fyri allar heilsanir og gávur.
Vit vilja ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt av
harranum signað nýggjár.
Vinarliga
Sólvar & Arna Nielsen
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll sum á ymiskan hátt
gleddu okkum á gullbrúðleypsdegnum 29.10.
Við ynski um eini gleðilig jól og harrans signað
nyggjár
Kærar heilsanir
Elin og Hans Jacob
Tøkk
Hjartans tøkk øll, sum á ymiskan hátt mintust til
mín á 90 ára degnum.
Blíðar heilsanir og gleðilig jól.
Kaja Jacobsen
Vági
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermamma og
omma okkara
Anna Kristina Maria Jacobsen
f. 05.11.52 d. 17.10.16
andaðist og varð jarðað.
Hjartans takk til tykkum á B6, fyri góða røkt og
umsorgan
Takk til Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prest, fyri
góð og troystarrík orð á kapellinum og kirkjuni.
Somuleiðis takk til kirkjutænarar, sangarar og
berarar.
Hjartans takk til tykkum, sum ringdu og skrivaðu.
Takk fyri allan bakstur og alla hjálp, vit fingu við
ervið.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Føðideildini
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávu til
Fødideildina.
Takk til tykkum øll sum fylgdu Onnu Kristinu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Gleðilig jól verður ynskt tykkum øllum.
Vegna familjuna
Eyðfinn
Michael, Lisbeth, Joan, Jákup Olaf og Tóra
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu okkum
samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæra kona,
móðir, vermóðir, omma og langomma
Hilda Næs
Hvalba
F. 09.03.1925 d: 09.11.2016
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á Suðuroyar Sjúkrahús og
Eldrasambýlinum í Vági fyri umsorgan.
Tøkk til prest fyri góð og troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til tykkum, ið bakaðu og hjálpt
u til við ervinum.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og
gravarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávu til
Missiónshúsið.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu Hildu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Allon, Martin, Anna Kathrina og Jóngerð
Eykalandsstevna 2017
verður
31. mars og 1. apríl.
Skrá og staðseting
verður lýst seinni.
Ferðastudningur
til lesandi uttanlands
Síðsta freist at søkja um ferðastudningin fyri
inniverandi skúlaár er 31. desember 2016.
Hetta er galdandi fyri øll tey, ið byrjaðu lesturin
á vári, t.v.s. millum 1. januar og 30. juni.
Víst verður til heimasíðuna www.studni.fo
Studni
Hoydalsvegur 1
Postrúm 1345
FO-110 Tórshavn
tlf. 20 40 60
fax 20 40 61
studni@studni.fo
www.studni.fo