Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikdagur 21. desember 2016 20 BLAÐIÐ Søgan byrjaði so: E inaferð var tað ein kona og ein maður, sum vóru ordiliga for­ elskað, so forelskað, at tey bæði blivu til trý. Tey fingu eina lítla døttir, og blivu mamma og pápi. Gentan var fødd heima, tí
tað var so knappuliga at hon avgjørdi at hon vildi síggja heimin uttanfyri búkin. Soleiðis varð hon fødd, og soleiðis bleiv hon við at vera - avgjørd um tað hon vildi. Hon vildi ofta nógv. Hon vildi spæla við øll hini børnini
í grannalagnum, samstundis við at
hon vildi vera einsamøll. Hon vildi bestemma alt, samstundis við at hon vildi hoyra og virða øll. Hon stríddist við at fáa síni avgjørdu ynski at renna saman. Sum barn, og seinni eisini sum vaksin. Sjálv helt hon seg vera alt ov vaksna áðrenn hon skilti, at hennara avgjørdu ynski ofta ikki vóru gjørlig øll samstundis, og at hon mátti velja. Velja til og velja frá. Lív hennara bleiv í stóran mun merkt av frávalum heldur enn tilvalum. Tí hvørjaferð hon valdi okkurt til, vóru 25 onnur ynski hon mátti velja frá, lata fara. Í so máta var hon ikki nógv øðrvísi enn vit aðrar. Kanska var hon ein heilt vanlig kona tá ið alt kom til alt. Kanska ikki. Tá ið hon var barn hevði hon stórar dreymir um at gerast sangstjørna.
Hon stovn­aði ein bólk saman við eini vinkonu, og brúkti í eitt tíðarskeið nógva tíð í tónleiki. Hon vandi, skrivaði sangir og løg og lærdi seg at spæla gittar. Men ein dagin hon sat og vandi ein av nýggju løgunum á gittarinum byrjaði hon at keða seg, og kom í tankar um alt tað hon plagdi at droyma um, kom í tankar um alt tað hon, blendað av dreyminum um at gerast sangstjørna, hevði valt frá. Hetta var fyrstu ferð hon gjørdist varug við tey mongu spøkilsini av frávalum, sum av og á spøktu í hennara longsli. Hon legði gittaran frá sær, tók í hondina á einum spøkilsi og fleyg avstað. Avgjørd inn í ein nýggjan heim. Til hon aftur fór á flog. Tá ið hon var tannáringur droymdi hon um at gerast løgfrøðingur, men hon gjørdi ongantíð nakað við tað, tí hon
vildi ikki oyðileggja dreymin. Fyrst í 20’unum vaknaði hon brádliga við kaldan dreym, hon fór at hugsa um at mamma hennara var 22 ár tá ið hon var fødd. Og hvat hevði hon sjálv nátt? Annað enn at hava havt nógv stuttlig kvøld á Sirkus?
(- Nei, bíða nú, hetta skuldi vera søgan um jólakonuna, og ALS ikki um meg!). Annað enn at droyma um alt tað hon hevði hug til, uttan at veruliga gera nakað við tað? Nú fór hon at droyma um at gera nakað av sínum dreymum! Avgjørd avgjørdi hon at velja ein dreym, lata frávals- spøkilsini ýla, og halda fast í avgerini... Tað var tá hon hitti hann, eina náttina (kanska í Sirkus, kanska ikki). Manninum. Tí flotta fýrinum við tí langa skegginum. Hon visti væl, at fullskegg var fari av móta aftur, og als ikki hóskaði seg longur, um tú ætlaði tær at vera ein kulur hipstari. Men tað gjørdi ikki. Slettis ikki. Hann nýttist ikki at vera ein kulur hipsari - hann kundi vera ein ókulur hipstari, ella møguliga var hann slettis ikki hipstari yvirhøvur. Hon gjørdist forelskað. Ógvuliga forelskað. Hann gjørdist eisini forelskaður - tað sást á skegginum og búkinum sum hoppaðu av látri hvørjaferð hon opnaði munnin. Hon hevði ongantíð kennt seg stuttliga fyrr. Tey tvey vóru so forelskað at tey mundu blivið til trý. Bara mundu. Men, so hendi tað ræðuliga. Hann, sum var nøkur ár eldri enn hon, bleiv liðugur við sína útbúgving og fekk bjóða eitt fast starv á Norðpólinum - starvið hann altíð hevði droymt um. Hann hevði ongantíð skilt hennara prát um, hvussu tað at fylgja einum dreymi altíð hevði við sær frával av so nógvum øðrum dreymum - tí hann hevði bara ein dreym, og hvussu kundi hann so skilja tað? Men fittur hevði hann nikkað, og klemma hana, og tað gav henni fri, og eina kenslu av, at óansæð hvønn av sínum nógvum dreymum hon valdi at fylgja, og óansæð hvussu nógvar aðrar dreymir hon mátti drepa, ja, so fór alt at vera í lagi. Bara hann var har at halda um hana, og siga at alt fór at vera í lagi. Men hvat nú? Hann fór at flyta til Norðpólin! Hon gjørdi tað ið ein hvør forelskað kvinna hevði gjørt. Hon drap allar sínar dreymir, uttan ein. Síðani drap hon eisini hendan síðsta dreymin - tí hvat er eitt dreymadráp til ella frá? Síðani pakkaði hon sær kuffertið, tað stóra, og flutti saman við ný útnevnda jólamanninum til Norðpólin. Og tað var deiligt. Hon lærdi seg at gera heimsins besta rísingreyt. Hennara hjartað bleiv heitt hvørjaferð (nú hvíta) skeggið og búkurin á jólamanninum hoppaði og dansaði av látri. Hon klemmaði sín elskaða jólamann, hon klemmaði hann so fast og so ofta at tey bæði blivu trýhundraogfimhálvtrýss. Hon var í barsil í 500 ár, og tað var deiligt. Hon elskaði hvørt eitt av sínum fantastisku trýhundraogsekshálvtrýss søtu trýnum - eisini tað við hvítum skeggi. Hon gjørdi gávur til óteljandi børn runt um í heiminum, og legði part av sínum stóra kærleika niður í hvørja einastu gávu - og heldur enn at minka, so gjørdist hennara hjarta størri fyri hvørja gávu hon gav. Á hvørjum ári, tá ið jólini komu, pakk­aði hon risa stóru sletuna í 
túninum - 2 millardir pakkar, skiftiklæðir til øll trýhundra­ ogfimmhálvtrýss nissubørnini, matpakkar, kleynur og eina termofløsku við kaffi til jólamannin - og so fóru tey. Hon veitraði farvæl til tey trýhundraogfimmhálvtrýss nissubørnini og jólamannin og visti, at um tríggjar vikur vóru tey aftur. Hon stóð eina løtu og nýtti friðin. Hugdi at Norðlýsinum. Síðani risti hon kavan av sær, lat seg úr fyrriklæðnum og....... Spennandi stuttsøga: Í HON blaðnum, sum kom úr í november, heitti redaktiónin handan kvinnublaðið á lesarar, um at skriva endan á søguni hjá jólakonuni – konuni hjá jólamanninum. Redaktiónin byrjaði søguna, og mong vóru tey, sum endaðu hesa søguna um lívið hjá konuni handan mannin. Vinnarin gjørdist Lena Jacobsen, og hon hevur sostatt vunnið tvey atgongumerki til jólakonsertina hjá Eivør, sum verður í Reinsarínum. Soleiðis endar søgan um Jólakonuna Eftir Lenu Jacobsen I nnkomin tveitti hon seg á songina. Tað var upprunaliga ein vatnsong, men vatnið frysti til ís, so tey máttu leggja tjúkkar dýnur omaná. Tær hjálptu til at halda kuldanum burtur, og somuleiðis heitu, umfevnandi armarnar og heiti búkurin á jólamanninum. Men nú var eingin búkur og einki kitli- skegg. Hon lá einsamøll og hugdi út gjøgnum vindeygað. Stuttligt at eygleiða skýggini og hugsa um, hvat tey ímyndaðu. Har á luftini sá hon stevni á einum skipi, og so kom ein kona leiðandi við einum barni ... Hvussu hevði tað verið at átt bara eitt barn? Kanska synd í barninum at vaksa upp saman við tveimum gomlum foreldrum. Søgdu tey ikki eisini, at einabørn vóru so ráðarík og toldu einki ímóti sær? Tað var helst ikki so løgið, tí tey kundu hava alt í friði. Har vóru eingi yngri systkin at órógva. Men líka visti hon, tað var eisini onkur høvuðkambur millum mongu børnini, hon og maðurin átti. Tríhundrað og fimm og hálvtrýss børn tilsamans, og har vóru bæði argapisur og klandursvætti ímillum! Hon legði seg betri til rættis. Jólaaftan í fjør, tá ið maðurin og børnini fóru við jóla­pakkum, lá hon meiri enn eitt heilt samdøgur út í eitt í songini. Hugsaði, hugdi, hálaði dreymar fram, higstraði, hálsaði um og harmaðist lagnuna. Hvar fór nú hasin stavnurin á luftini? Jú, har var hann, men nú var brotnað av í øðrum borðinum. Við einum góðum vilja sást tú skipið! Hon hevði droymt um at gerast skips­ førari. Tað var, áðrenn hon hitti mannin. Dreymurin hevði leingi verið pakkaður niður í kuffertið á norðpólinum, men hon sá seg sjálva í leiklutinum uppi á brúnni. Í skjúrtu, nei, blusu við nógvum gyltum strípum á akslunum, sólbrillum á høvdinum og sælum smíli á varrunum. Hví hevði hon droymt sovorðið fjas? Var tað fyri búnan skyld, ella fyri at sleppa at ráða yvir skipi og manning og hava stóra ábyrgd? “Tak tú hesa vaktina!” hoyrdi hon seg siga við grovari rødd og við peikifingrinum á lofti. “Ha ha ha,” hon mátti flenna. “Nei, hvørki stýrikona ella skipsførari her!” Hevði ikki Edmund Burke sagt tað so væl? Hevur tú verið rúsað av valdi og havt fyrimunir av tí, um tað so bara er eittans ár, fert tú ongantíð at lata valdið óbiðin frá tær aftur! Líka visti hon, og tað fór hon heldur ikki at sanna sum skipsførari. Og so hevði hon lisið eitt so sigandi kut onkrastaðni: Eg elski tað, eg geri, og geri tað, eg elski! … Kundi hon skriva undir uppá tað? Treivst hon her sum høgguslokkur, har hvør armur totaðist fyri lívinum? Við mati, klæðum, at ugga, lesa, syngja og alt møguligt. Jú, at lesa hevði altíð dámað henni, men nú las hon tað, sum onnur ynsktu hana at lesa, ella hon helt, at tey ynsktu. Og hvussu við tónleikinum? Hvar fór sangstjørnan í henni? Í kuffertið? … Søgan