týsdagur 20. desember 2016síða 53
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikdagur 21. desember 2016
21
BLAÐIÐ
n um jólakonuna
Tragedy
When you lose control and you got no soul
It’s tragedy
When the morning cries and you don’t
know why …
”For ólukkan, Duddan,” hoyrdi hon hann
fyri sær, ”liggur tú her og grundar?” Soleiðis
plagdi hann siga, maðurin við síða, hvíta
skegginum og stóra búkinum. Hann var eldri
enn hon og tosaði so gamalsligt. Sum tá ið
hann var barn fyri øldum síðan.
Og annars æt hon ikki Duddan. Skítbýtt
navn, men hann helt, tað vera so fitt og eitt
yndisorð, tá ið hann var blíður og alskin.
Duddan! Hon spýtti tað út ímillum
tenninar. Hví ikki diddan? Tað plagdu øll
kalla hana, tá ið hon var lítil, og mamma og
pápi áttu bara hana, didduna! Annars æt hon
Frida! Vakra navnið, sum merkir hin fagra og
vakra! Ella bara friður!
Friður! Friðarlig og friðsæl. Jólafriður!
Hon tugdi upp á orðini. So tveitti hon dýnuna
av sær og fór á føtur. Hon læt klæðini detta
niður á gólvið og leyp út á geilar.
Friður, einsamøll og fræls! Hon kastaði
seg í kavan. Kavafriður, menniskjafriður!
Krúpandi kuldakenslan fór sum elektrisk
ur spenningur og stoytir ígjøgnum kropp og
sál, og hon var skjót á føtur aftur. Hoyrdist
ikki okkurt ljóð? Flogfar kanska? Um nú …
Ja, um nú onkur hevði sæð hana?
Hon leyp inn og fekk sær flótt bað og
klæði. So setti hon seg í kurvastólin, sum
hekk niður úr loftinum.
Hon hevði biðið hann keypt sær stólin
seinasta ár, tá ið hann og børnini fóru við
jólapakkum. Og hann var komin aftur við tí
stóli, hon ynskti sær.
Hon elskaði at sita í hesum stólinum.
Føldi seg sveima ímillum himmal og jørð.
Hevði hann bara kunnað flogið av sær
sjálvum, so var tað, sum var hon umborð á
einum flogfari. ”Vælkomin umborð!” ”Skulu
tygum hava meiri at drekka?” ”Er tað nakað,
tygum ynskja?” Umsorgan og frálík sveiman
millum himmal og jørð!
Hvat eg ynski mær? Jú, eg ynski mær tíð!
Tíð til mítt lív, mínar bøkur, mínar sangir,
mítt … Eitt øðrvísi lív!
Hon hugdi rundan um seg. Skuldi hon
byrja nú ella ... kanska rudda fyrst?
Nei! Nú!
Eingin sá kortini, um hon hevði ruddað.
Tey spurdu hana akkurát líka nógv, hvar
sokkarnir vóru, hosur, blusur, buksur,
húgvur, hárturkari og … Spurdu alla tíðina,
sjálvt um hon hevði lagt alt á pláss. Sama
pláss, sum tað hevði havt í øldir, og sum tey
øll vistu av.
… Nei, ikki bleiv hon skipsførari, men
kanska kundi hon blíva húsførari…? Altso
skipa fyri í húsinum, so øll fingu sítt at
gera? ”Óli, tú gert matpakkarnar til í morgin.”
”Hanna, tak tú skitnu klæðini, sum liggja og
sløðast, og bólka tey.” ”Petur, koyr tú skitnu
klæðini í vaskimaskinuna!”
Ja, hví ikki? So vóru fleiri armar og
hendur enn bara hennara høggusloksarmar.
Vit elska tað, vit gera, og gera tað, vit elska!
Ja, tað riggaði betri, og so fingu øll stundir
til ymiskt, sum tey tímdu hvør sær, og hon
skuldi ikki einsamøll gera tað, sum hini ikki
tímdu.
Hon sveimaði uppi undir loftinum.
Soleiðis skuldi tað vera! Ikki hon og so øll
hini, men øll saman! Hurrá!
So kundi hon eisini gera ymiskt, sum
maðurin var vanur at gera. Ymiskt, hon
kundi hugsað sær, men ikki hevði havt
stundir til! Eitt nú at býta jólapakkar út!
Hon hevði pakkað teir við kærleika, og
nú vildi hon síggja eyguni á børnunum og
barnasálum jólaaftan!
Gleðin streymaði ígjøgnum hana, út í
fingraspíssarnar og niður í tærnar. Um allan
kroppin! Bar henni uppi, so hon sveimaði
rúm úr rúmi. Her varð nóg mikið at tríva í,
men hon lat tað bara liggja. “Frida, læt tað
fáa frið! Vit eiga øll ábyrgdina av hesum.
Ikki bara eg, sum øsi meg upp í skúm, av at
tit bara tveita úr hondunum. Vit øll kunnu
brúka armar okkara. Øll kunnu, sum vilja!”
Men hon mátti eisini læra seg at stinga
hendurnar í lumman og venda nakkan til.
Lova teimum øllum framat og eisini lova
teimum einki at gera. Tá bíðaði alt bara so
mikið longri eftir, at tey gjørdu tað!
Jú, hon skuldi læra seg tað! Tað varð
lættari hjá henni við tíðini. Og so skuldi
hon eisini látast, sum um hon hevði gloymt
sær hoyritólið, tá ið spurningar og ørkymlan
heglaðu niður yvir hana. Hon visti, at tað fór
at henda!
Hon skuldi smílast og lata øðina perla
av sær. Siga teimum, hvussu virðismikil tey
vóru. Hvussu øll vunnu við at hjálpast at.
Lurta eftir og spyrja, hvussu tað gekst hjá
teimum. Skuldi svølgja ilsk orð og vera tolin
… Tolin, sum altíð!
Hon skuldi síggja tað, tey gjørdu, og rósa
➡