Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikdagur 21. desember 2016 22 BLAÐIÐ teimum fyri tað, sjálvt um hon kundi hugsað sær, at tað var gjørt eitt sindur øðrvísi. Tað ráddi um, at øll tóku ábyrgd. At tey ikki skákaðu sær undan, tí tey ikki tímdu, ella tí tað var onkur annar persónur, sum gjørdi alt fyri tey. Tey komu við tíðini at læra, at tað, tú ikki tímir í dag, fert tú óivað at gera sjálvboðin, tá ið tú skilur, at tað má gerast, og tú mást gera tað! Og so kundu øll fara út, renna eftir norð­ lýsinum, eygleiða fuglar og geva dýrum, henta ísblómur og vitja snjódrotningina. Tey skuldu læra seg at virða umhvørvið og vísa virðingina í verki. Byrja her heima og so fáa fleiri og fleiri við. Her á norðpólinum føldu tey broytingina so væl á egnum kroppi. Tað var vorðið heitari, ísurin bráðnaði, og tað komu fleiri skip siglandi, har tað var óhugsandi at sigla fyri bara nøkrum fáum árum síðan. Og osonlagið vardi tey ikki líka væl móti sólini longur! Nei, umhvørvið mátti ikki hvørva, men dálkingin! Tey skuldu læra seg at brúka tað, tey høvdu. Fara væl um og umvæla heldur enn at tveita burtur. Læna sínámillum og býta um lutir og klæði. Skuldu læra seg at skapa nýtt burtur úr gomlum og keypa endurnýtslu. Noyddust tey at keypa, skuldu tey hugsa seg um og kanna, hvaðani tað kom, og hvørji evni vóru í! Hon sveimaði út ígjøgnum úthurðina og inn í hjallin, upp gjøgnum trappuna og fór at kanna kjøtið. So í fjósið at hyggja til røtur og epli. Murrandi fór hon inn aftur í húsið. Sveimaði inn í stovuna og yvir til fløgu­ spælaran, mongu fløgurnar og brúsandi hátalararnar. Jólamaðurin elskaði at keypa tað nýggjasta nýggja og var ein íðin lesari og brúkari á ebay! Hon fann sær Europe, fløguna, hon altíð vendi aftur til! Har kom sovorðið gurgl úr øðrum hátalaranum. Shit! Eingin at skrúva og fáa tað at ljóða … Hon hevði ongantíð fingist við hetta. Hon kannaði leidningarnar. Festi onkran, sum hon helt verða losnaðan. Googlaði seg til nakrar møguleikar, og tá gekk! Næstu ferð fór hon at hjálpa manninum, tá ið hann fór at miksa og biksa við tólunum. So kundi hon læra seg um tað tekniska, um hon kom aftur í somu støðu. Hon fekk eygað á brúdleypsmyndina á vegginum. So smílandi og ung bæði. Bara tey bæði! Hann við stórum skeggi, men tað tyktist, sum hon sá tað ikki. Forelskað við stórum, ja, bæði líka forelskað … tá. Var hon glað fyri lívið sum jólakona? Tjaaa … Við hvørt. Men mundi hon ikki fara at gerast glaðari, tá ið hon hevði sett hesa verkætlan á skrá? Ikki beinanvegin kanska, men sum tíðin leið? Hon mátti flenna. Gleddi seg sum eitt barn á jólum! Komandi ár fóru tey øll – Ø-L-L – av norðpólinum við gávum: Hon, hann og børnini! Jú, hon var púra avgjørd, tað skuldi so vera! Jólakonan skuldi eisini sleppa at gleða hini børnini og fáa brøv sendandi við ynskjum um gávur! Men tað var ikki vist, at øll børn fingu stóran pakka frá henni! Tað var ikki støddin, tað galt, men virði í gávuni, og tað ætlaði hon sær at vísa teimum og øllum barnasálum. Saman og í felag! Jess! Nú riggaði hátalarin! Carrie, Carrie … Hon fór tritlandi og flákrandi eftir gólvinum. Elskaði at dansa. Elskaði at balla seg inn í tónarnar. Hon tók tvørtur um seg sjálva og kroysti fast, til hon skrædnaði í látri av fjálgum hugna og ljóðmyndum. Hon fyltist og fylti alt húsið, norðpólin, allan heimin! Carrie, Carrie, oh things they change my friend Carrie, Carrie, maybe we’ll meet again “Jú, vit hittast! Um 3 vikur! Øll! Tá eri eg til reiðar sum húsførari uttan gullrípur á akslum, men við eini stórari ætlan! Kanska eini kollvelting?” Hon veit nøkunlunda, hvussu tað kann gerast. Hvussu tað kann berast á mál. Men má hava frið at leggja til rættis og kanska leita sær burtur eina tíð. Men hvussu ...? Og um nú ... um tey ikki ... Can’t you see it in my eyes This might be our last goodbye Ha? Hoyrdi hon okkurt? Er onkur har? Jú, ein tyrla hevur sett seg á ísin. Har koma fleiri fólk eftir ísinum. Hon sær ikki andlitini á teimum. Hetturnar á tjúkku úlpunum loyva bara eini smalari, ovalari andlitsrípu at kaga undan. Køvisligar hettur, ha? Hvat vilja tey her? Hví hava tey so nógva útgerð við? Carrie, Carrie, maybe we’ll meet again Oh somewhere, again Hon er til reiðar og stendur í hurðini. Hon sigur ikki nei takk til eina hjálpandi hond og at hava onkran at sparra við. Verið vælkomin! Hon hevur ein dreym. Bara ein! Men hann inniber nógv, og hon er til reiðar at fylgja honum. Tað er eingin vegur aftur. Má gera dreym til veruleika. Her er einki frávals- spøkilsi at flýggja við. Bara ein tyrla. Men fer hon, so kemur hon aftur. Tað er so púra vist. Hon flýggjar ikki. Fer bara burtur og í friði at fyrireika seg til at koma aftur og seta í verk. Frida, íverkseti, vil leggja teimum lag á, og lata tey uppliva á egnum kroppi, at tað loysir seg at hjálpast at og stuðla hvør øðrum. Tá fáa øll tað betri. Saman, í einum samfelag. Oh somewhere, again When lights go down