hósdagur 22. desember 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
SAMRØÐA
21. DESEMBER
VERÐUR ALDRIN
GLOYMDUR
HALLUR AV RANA
S
unnudagurin 21. des
ember 1986 eigur sítt
pláss í søgubókunum
sum ein tungur dagur í
ferðslusøguni hjá føroysku tjóðini.
Henda dagin lótu trý fólk lív í einari
ferðsluvanlukku á Skálafjørðinum,
tá tveir bussar rendu saman undir
Valaknúkum.
Vanlukkan hendi stutt áðrenn
døgurða, tá tveir bussar hjá Bygda
leiðum møttust undir Valaknúkum,
ið er nærhendis innkoyringina til
Skálabotn.
Miðlarnir skrivaðu tá, at bæði
veðrið og útsýnið var gott hendan
dagin, men at vegurin var ov smal
ur til, at tveir bussar kundu møtast.
Avleiðingin var, at báðir
bussarnir fóru út av vegnum, har
tann eini á norðurgangandi leiðini,
bóltaði oman í fjøruna.
Tríggjar kvinnur, systrarnar
Sigrid Winthereig, 69 ár, og Elseba
Jacobsen, 74 ár og Milly Kristina
Hansen, 62 ár, doyðu í vanlukkuni,
meðan níggju fólk vórðu flutt á
Landssjúkrahúsið.
Var á veg til Klaksvíkar
Millum teirra, ið var við bussinum
henda vanlukkudag var Poulina
Slættanes, ið er ættað úr Klaksvík
, men hevur verið búsitandi í Havn
í mong ár.
Sum hjá teim flestu, so hevði
Poulina Slættanes brúkt teir síðstu
dagarnar frammanundan jólum at
gera klárt til høgtíðina. Nú var hon
saman við manninum og tveimum
børnum á veg til Klaksvíkar við
jólagávum til familju og vinir.
– Eg minnist væl dagin. Vit
skuldu bara ein sunnudagstúr
norð til Klaksvíkar við jólagávum.
Bygdaleiðir hevði ikki verið til
leingi tá, og vit høvdu hug at
royna leiðina til Klaksvíkar, sigur
hon og leggur aftrat.
– Tað var tíðliga ein sunnu
morgun, og vit skuldu suður aftur
um kvøldið. Á veg til bussin, ið
koyrdi frá AUTO, fór eg inn í
Nonnuskúlan, har eg arbeiddi, eftir
nissuklæðum, ið eg ætlaði at lata
meg í umborð á Ternuni. Systkini
í Klaksvík áttu smá børn tá, so eg
skuldi koma gangandi av Ternuni
sum jólamaður, sigur Poulina
Slættanes og skoytir uppí.
– Man heldur, at alt skal ganga,
sum man hevur ætlað, men man
fekk annað at síggja.
Klokkan var hálvgum ellivu,
tá Poulina Slættanes og familja
fóru upp í bussin uttanfyri AUTO
í Havn. Vakurt var veðrið, sólin sá,
so hetta kundi ikki vera vakrari.
Ferðin norðureftir gekk væl, og
stutt undan døgurða var bussurin
komin inn á Skálafjørðin. Tá er
tað, at vanlukkan hendir.
– Vit møta bussinum, ið kemur
úr Runavík. Hvørgin koyrdi skjótt,
teir bara líka bóru við hvønn annan.
Bussurin, ið kom úr Runavík, fór
niðan av vegnum, meðan tann vit
vóru í, fór bóltandi út av og heilt
oman móti sjóvarmálanum. Har
skuldi ikki nógv til aftrat. Um
hann bara var eitt sindur tyngri, so
høvdu vit farið á bláman, greiðir
Poulina Slættanes frá.
Var í sjokk
Hóast Poulina minnist væl flestu
hendingarnar hendan dagin, so
minnist hon ikki nógv frá sjálvari
vanlukkuni.
– Tá ein slík vanlukka hendir,
veit man, at nakað er hent,
sum ikki eigur at henda. Men
man fangar ikki, hvat tað er, fyrr
enn man sær, at man er tveitt út
gjøgnum ein av bussrútunum
og bløðir illa. Tá man bóltar fýra
ferðir runt, fer alt vit og skil í
sentrifugalkraftini, sigur Poulina.
Eingi trygdarbeltir vóru í
bussunum tá í tíðini, so eingi av
ferðafólkunum vóru íbundin. Tað
elvdi til, at fleiri av ferðafólkunum,
harímillum Poulina, vórðu slongd
úr bussunum, tá hann fór á rull
oman í glerstoyttu fjøruna.
Tað var eftir, at hon varð slongd
úr bussinum , at vitið rann á aftur,
nevnir Poulina.
– Eg var í sjokk, og tað elvdi til
kuldaskjálvta og vætutørv. Eg visti
ikki, hvar nakar annar var. Men tað
gekk ikki long tíð, so sansaði eg, at
maður og sonur eisini vóru har.
Annar teirra varð eisini slongdur
út úr bussinum, greiðir Poulina
Slættanes frá.
Dóttirin, Súsanna, var tó ikki
líka heppin sum restin av familjuni.
- Man heldur at alt skal ganga, sum man hevur ætlað, men alt
broyttist fullkomiliga henda dagin. Tað sigur Poulina Slættanes í
Havn, ið saman við familjuni var í tí eina bussinum, sum var partur av
ferðsluvanlukkuni undir Valaknúkum fyri tretivu árum síðani.
Poulina Slættanes:
SOSIALURIN 145
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016