Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 7 Hon var slongd út úr bussinum, men ólukkutíð var beinið fast undir motorinum í afturpartinum á bussinum. – Vit funnu hana har. Hetta var ein sera torfør og álvarslig støða. Skilligt var, at beinið hjá trý ára gomlu gentuni kanska var skrykt av. Motorurin gekk framvegis. Men bjargingarfólkið og tilbúgving , ið skjótt komu á vanlukkustaðið, bóru skjótt at. Ein krani av skipasmiðjuni á Skála lyfti bussin so mikið upp frá, at hon fekst undan. Men støðan var hættislig, sigur Poulina Slættanes. Longsti túrur í lívinum Saman við øðrum, ið vóru komin illa frá samanstoytinum, mátti Súsanna flytast á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Tað gekk alt skjótt fyri seg, og tíbetur var ein av Føroya fremstu ortopedum, Rajani, staddur nærhendis. – Hann var í Runavík hendan dagin til jarðarferð hjá einum svági. Hann varð boðsendur alt fyri eitt, og fekk farið beinleiðis við Súsannu í tyrluni til Landssjúkrahúsið, greiðir Poulina frá. Saman við dóttrini fór maður Poulinu Slættanes, meðan hon sjálv fór við einum sjúkrabili til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum. – Eg fekk at vita, at støðan hjá Súsonnu var álvarsom, men fekk ikki nakað meira enn tað at vita, meðan vit koyrdu til Havnar. Bilførarin var sera varin, meðan hann koyrdi, tí nógv hálka var nú eftir vegarutuni allan vegin suður til Havnar, minnist Poulina. Komin á Landssjúkrahúsið møtti hon tveimum læknum, ið hon kendi heilt væl. – Á nøkrum fólkum kanst tú síggja, hvat er á vási, og tað kundi eg á hesum báðum. So tá lætnaði beinanvegin, tí eg sá á teimum, at teir høvdu sissandi tíðindi at bera mær. Tað var ein fantastisk kensla, tí túrurin til Havnar var nakað av tí mest óunniliga, eg havi upplivað. Tað var longsti túrur, ið eg havi koyrt, sigur Poulina Slættanes. Bíðaði eftir jólamonnunum Tá familjan um morgunin setti kós móti Klaksvík, valdi seks ára gamli sonurin hjá hjúninum at vera verandi eftir í høvuðsstaðnum. Orsøkin var, at hann gleddi seg at síggja jólamenninar, tá teir komu á vitjan í Barnaheiminum. – Vit vóru nærmastu grannar til Barnaheimið, og á hvørjum ári kom ein tyrla við jólamonnum, gávum og øllum tí, ið hoyrir jólunum til. Sonurin júkaði um at sleppa at vera verðandi, tí um hann fór til Klaksvíkar, kundi hann ikki vera við til jólahaldið á Barnaheiminum, sigur Poulina Slættanes og leggur afturat. – Tá sigur grannakonan, ið hann var so góður við, at vit kundu gott fara uttan hann, tí hon skuldi ansa eftir honum, og fara við honum til jólahaldið, so hann kundi síggja jólamenninar og tyrluna. Men tann dagin kom eing­in jólamaður ella tyrla á vitj­an í Barnaheiminum. Tyrlan varð nevniliga brúkt í bjargingar­ arbeiðinum á Skálafjørðinum. Eitt nýtt lív Hóast dóttirin fekk alla ta hjálp, ið almennu Føroyar kundu veita henni, so fekk beinið stóran skaða í vanlukkuni. Hon varð 2. jóladag flutt á Ríkissjúkrahúsið og Poulina Slættanes sjálv nakrar dagar seinni. – Beinið var eisini illa brent, umframt at hon hevði fleiri brot í lær- og langleggi. Harav summi heilt illa farin og vøddar við. Serliga hevur tað seinni elvt til ryggtrupulleikar, tí beinini vóru ikki líka long eftir lidna viðgerð hálvt ár seinni, sigur Poulina Slættanes. Fyri tveimum árum síðan, 28 ár eftir ferðsluvanlukkuna, tendraðist ein vón í lívinum hjá Súsonnu, at okkurt kundi gerast við gamla skaðan. – Hon var til kanningar á Ríkissjúkrahúsinum fyri at vita, hvussu stóð til við beininum. Har fekk hon at vita, at teir gjørdu ikki meira við beinið, hóast tað var vorðið væl longri enn hitt, og hon var vorðin so skeiv í rygginum av tí, nevnir Poulina Slættanes og leggur aftrat. – Men har var ein lækni, ið tá hann hoyrdi søguna, segði, at hann kundi hugsað sær at roynt okkurt, ið hann visti, at teir høvdu góðar royndir av í USA. Tað gjørdist byrjanin til eina øðrvísi viðgerð. – Súsanna, ið nú var mamma til tvær smágentur, metti seg ikki hava nakað at missa, so hon tók av. So hon fór undir skurð, har hann tók allan mergin úr beininum, breyt tað aftur og rættaði tað upp og stakk eina jarnstong upp ígjøgnum leggin, greiðir Poulina Slættanes frá. At byrja við tóktist ikki, at nýggja viðgerðin virkaði, og stúrdi øll fyri, at hon nú fór at missa beinið. Men læknin gavst ikki so. Hann setti eina haldbetri stong í beinið og legði hana umaftur undir skurð. Hesaferð eydnaðist tað, og hevur hon fingið eitt nýtt og betri lív síðani, sigur mamma Súsonnu Slættanes. Tað er týðiligt á Poulina Slætta­ nes, at hon er rørd yvir, at dóttirin hevur fingið so góðan førleika aftur í beinini. Tí í barnaárunum og uppvøkstrinum hevur hon havt nógvar tvørleikar av vanlukkuni undir Valaknúkum – Nú keypir hon sær skógv­ Har skuldi ikki nógv til aftrat. Um hann bara var eitt sindur tyngri, so høvdu vit farið á bláman Tá ein slík vanlukka hendir, veit man, at nakað er hent, sum ikki eigur at henda. Men man fangar ikki, hvat tað er framhald á næstu síðu