Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 8 ar uttan at senda teir til orth­ o­pediskan skómakara. Ella tá hon fyrr hevur bakað til jólar, og hevur mugu tikið fleiri steðgir, tí hon orkaði ikki at standa so leingi. Nú ger hon slíkt uttan trupulleikar. Talan er um eina sanna sólskinssøgu, sigur Poulina Slættanes. Gloyma aldrin dagin Hóast tað eru nógv ár síðan vanlukkuna undir Valaknúkum, so er 21. desember altíð ein dagur, har Poulina Slættanes steðgar á og hugsar um lívið, og hvat hon hevur í dag. – Vit hugsa um tað hvørja ferð. 21. desember verður aldri gloymdur. Tað er bara soleiðis. Hetta er ein av teimum hendingunum, ið ongantíð fara úr minninum, sigur Poulina Slættanes. Sjálv er hon takksom fyri, at vanlukkan ikki gjørdist størri enn hon var. – Tá eg hugsi um tað í dag, so veit eg, at tað kundi verið nógv verri. Eitt hondbóltslið skuldi við bussinum til Klaksvíkar, men bussførarin spurdi, hvar leiðarin hjá teimum var. Tí um hann ikki var har, so slapp liðið ikki við, sigur Poulina Slættanes, og leggur aftrat. – Tá hevði man ikki so góðar samskiftismøguleikar, so øll á liðinum høvdu ikki fingið við, at dysturin var útsettur, og tí var eingin leiðari har. Um bussførarin ikki var so avgjørdur tann morgunin, og bara lat tey koma við, so hevði bussurin verið tað tyngri og helst rulla heilt út á sjógv, heldur Poulina Slættanes. Tíverri eru ferðsluvanlukkur ikki ein farin tíð, men henda við jøvnum millumbili. Tá Poulina hoyrir um slíkar, leita tankarnir altíð aftur til hendan vetrardagin, ið byrjaði í fagurligum vetrarveðri. – Tað setur gongd á tankarnar, tá man hoyrir um ferðsluvanlukkur. Tá verður dagurin livandi aftur fyri einum. Men eg kann gleðast yvir, at vit fóru fýra avstað og komu øll fýra aftur. Eg veit satt at siga ikki, um støðan hjá okkum hevði verið so nógv øðrvísi, um vit ikki vóru í bussinum hendan dagin, sigur Poulina. Duga ikki við forðingum Eftir vanlukkuna var tað ikki eins nógv kreppuráðgeving og onnur hjálp at fáa, sum annars er at fáa í dag. Poulina veit ikki heldur, um tað hevði broytt nakað. Hon vil vera við, at vit ikki duga nóg væl at møta forðingum, sum man gjørdi fyrr. – Um man tekur okkara støðu. Man fer til Klaksvíkar við jólagávum og helst skulu ongar forðingar vera. Men so hendir slíkt í tí sælu jólatíð. Tað eigur ikki at henda í okkara høvdi. Tað er tað, at eg haldi, at vit nútíðar menniskju hava so torført at góðtaka støður. Hetta við, at onkur forðing kann koma. Vit verða líka sum hálvfornermaði, um nakað hendir og vendir okkara planum, sigur Poulina Slættanes og heldur fram. – Vit tola so illa at møta forð­ ingum. Um flogfarið ikki fer til tíðina, um veðrið er ringt, netið ikki riggar, ljósið fer og bussarnir avlýsa. Vit tola tað ikki, tí alt skal ganga, sum vit vilja hava tað at ganga. Tað skal einki til, áðrenn øði er í grindini, tí alt ikki gekk sum ætlað. – Tí alt gongur vanliga sum ætlað hjá okkum vanligum menniskjum, men er ein forðing á vegnum, so blása vit tað upp til nakað, ið ikki líkist nøkrum. Vit taka nógv ov nógv fyri givið, heldur Poulina Slættanes. Sjálv metir hon, at hon sær gongdina aftur í lærarastarvinum – Tað er tað sama við deyðanum. Vit tora illa at nevna og snakka um hann longur. Sum lærari skal eg fylgja tilbúgvingini, so at vit eru klár, um onkur doyr í familjuni hjá einum skúlabarni. Tað er nógv broytt frá fyrr, tá man tók slíkt meira natúrligt. Í staðin fyri at handfara tað sum nakað natúrligt, eins og føðingardagar og brúdleyp, so balla vit alt inn og taka so synd í hvørjum øðrum, sigur Poulina og leggur afturat. – Fyrr tagdi man alt burtur, og tað var avgjørt ikki gott, men í dag hava vit gloymt, at lívið ikki altíð er lætt. Vit mugu aftur til at læra, at vit mugu taka tær forðingar, ið lívið gevur okkum, og læra at liva við teimum. . HALLUR@SOSIALURIN.FO Skilligt var, at beinið hjá trý ára gomlu gentuni kanska var skrykt av. Skuldu við leið 400 avlýstu fríggjadagin Vanlukkan sunnudagin kundi blivið størri enn hon var. Tí eini 20 ungfólk kundu tað sama havt verið í bussinum úr Havnini. Tvey lið hjá hondbóltsfelagnum Neistanum skuldu spæla í Klaksvík sunnudagin og tey ætlaðu við bussinum úr Havn kl. 10.30. Men fríggjadagin var greitt, at dómararnir fingu ikki komið til dystirnar og avgjørt varð tí at útseta teir. Hesin stubbin stóð at lesa í Sosialinum 23. desember 1986.