Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 14 TEMA Jól HALLUR AV RANA T á familjur kring Før­ oya land seta seg við døgurðaborðini jóla­ aftan er tað hæddar­ punktið og byrjanin upp á endan av einum langa jólamánaði, har bakstur, jólagávukeyp, jólahald, jóla­pynt og annað hava fylt ger­ andis­dagarnar. Alt verður gjørt fyri at hátíðar­ halda, at jólini enn einaferð eru her, og eru gávur, góður matur, jólapynt og annað vorðin ein inngrógvin partur av jólunum hjá flest øllum før­oyingum, har vit halda fast í gamlar siðvenju. Men hóast jólini kunnu tykjast at vera júst hetta, ein siðvenja, ið verður endurtikin ár eftir ár, eru jólini her á landi broytt nógv gjøgnum árini. Altíð hildið jól í Føroyum Ein av teimum, ið kennir nógv til føroyskan sið og mentan her á landi er Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Hann vísir á, at føroysku jólini eru broytt nógv gjøgnum tíðina, men man hevur kortini altíð hildið jól í Føroyum. – Vit hava altíð hildið jól, men tað er ikki fyrr enn í 19. øld, at jólini byrjaðu at fylla meira hjá føroyingum. Áðrenn tað vóru tey stutt og byrjaðu ikki fyrr enn á tollaksmessu, greiðir Jóan Pauli Joensen frá. Hetta er um sama mundi, sum tá jólatrøini, ið standa í flest øll­um føroyskum stovum í dag, byrj­aðu at gerast vanlig í danska konga­ ríkinum. – Jólatrøini koma úr Týsklandi, har tey gjørdust vanlig í 16. ella 17. øld, og gjørdu innrás í Danmark einaferð millum 1810 og 1820. Men í Føroyum gjørdust tey ikki vanlig fyrr enn einaferð í 20. øld, sigur Jóan Pauli Joensen. At byrjan við vóru jólatrøini eitt luksusvøra, ið danskir embætis­ menn og onnur, ið vóru væl fyri fíggjarliga, høvdu ráð at keypa, men skjótt gjørdist jólatrø eisini nakað, ið tey flestu áttu á jólum. – Tað var ikki fyrr enn eftir 2. veraldarbardaga, at tað gjørdist meira vanligt hjá vanliga føroy­ ingunum at eiga eitt jólatræ. Hetta er um tað mundi, tá møguleikarnir at keypa vørur frá Evropa er vorði betri, greiðir Jóan Pauli Joensen frá, ið sigur, at alla hansara tíð hava jólatrø verið vanlig í Føroyum. Aftansfiskur Tað er øgiliga ymiskt hvat føroy­ingar eta á jólum, og fevnir tað millum annað um gás, dunnu, ræst kjøt, ræstan fisk og fleskasteik. Áður var tað serliga fiskur, ið fólk ótu á jólum. – Tað hevur altíð verið góður matur á jólum. Vanliga hevur tað verið ræstur fiskur, meðan gás og dunna ella annar jólamatur er vorði meira av seinni. Men eldri fólk í dag greiða frá, at tey eta aftansfisk. Tað sipar til ræstan fisk, ið man etur jólaaftan ella nýggjársaftan. Tað er ein gamal siður, ið ikki er gloymdur enn, sigur Jóan Pauli Joensen. Hjá teimum, ið áttu jørð og seyð, – Volumin í øllum er meira. Vit gera og eta meira mat, vit keypa fleiri gávur, vit pynta meira enn áður og tíðin, ið jólini fevna um, er vorðin nógv longri. Fyritøkur og onnur halda longu fyrstu jólaborðhaldini í november. Jólini taka meira til sín alla tíðina. Tað er ein gongd, ið byrjaði eftir 2. veraldarbardaga og tykist at ganga uppaftur skjótari nú, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur JÓLINI VINDA ALSAMT MEIRA UPPÁ SEG Havnarfólk tóku við danska siðinum og bóðu bakarar um at hjálpa sær. Teir høvdu stórar ovnar, og var tað ikki óvanligt, at havnarfólk fingu bakararnar í býnum at steikja gásina fyri seg« Eldri fólk í dag greiða frá, at tey eta aftansfisk. Tað sipar til ræstan fisk, ið man etur jólaaftan ella nýggjársaftan. Tað er ein gamal siður, ið ikki er gloymdur enn, sigur Jóan Pauli Joensen