Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 15 var tað eisini vanligt at eta kjøt á jólum. – Tað var ikki so nógv kjøt, men tey sum átti kundu drepa ein jólaseyð. Tað var vanligt ein ær, og so høvdu fólk feskt kjøt til jóla, umframt tað ræsta kjøtið, ið tey áttu frammanundan. Meðan vit altíð hava havt gás í Føroyum, so vísir Jóan Pauli Joensen á, at dunnan sum jóla­matur er ein nýggj siðvenja, ið er komin í 20. øld. Men eins og við jólatrøunum, so vóru tað ikki øll, ið høvdu møguleikan at eta gás og dunnu. – Fyrstu komfýrarnir komu ikki til Føroyar fyrr enn mitt í 19. øld, og gjørdist ikki vanligir fyrr enn fyrst í 19. øld. So fólk høvdu ikki somu umstøður til steikja gásina sum í dag, sigur Jóan Pauli Joensen, ið tó leggur afturat, at í høvuðsstaðnum bar tað til. – Havnarfólk tóku við danska siðinum og bóðu bakarar um at hjálpa sær. Teir høvdu stórar ovnar, og var tað ikki óvanligt, at havnarfólk fingu bakararnar í býnum at steikja gásina fyri seg. Meira av øllum Sum heild metir fólkalívs­frøð­ing­ urin, at jólini fylla bara meira og meira í lívinum hjá føroyingum. Har tey fyrr ikki byrjaðu fyrr enn á tollaksmessu, so er tað í dag vanligt, at tey fyrstu jólaborðhaldini byrja í november. – Volumin í øllum er meira. Vit gera og eta meira mat, vit keypa fleiri gávur, vit pynta meira enn áður og tíðin, ið jólini fevna um, er vorðin nógv longri. Fyritøkur og onnur halda longu fyrstu jóla­ borðhaldini í november. Jólini taka meira til sín alla tíðina. Tað er ein gongd, ið byrjaði eftir 2. ver­ aldarbardaga og tykist menn­ingin ganga uppaftur skjótari nú, sigur Jóan Pauli Joensen. Eitt sum hevur vundið nógv upp á seg síðstu hálvu øldina er jólapyntið kring landið. Tað er nakað, ið veruliga tók dik á seg, tá føroyingar fingu møguleikan at bíleggja vørur frá útlondum. – Tað kom serliga til Føroyar, tá fólk kundu bíleggja eftir vøru­listum frá Dals varehus og øðrum slíkum handlum. Serliga á bygd, har tað ikki var stórvegis av handlum, fingu fólk brádliga møguleikan at bíleggja vørur úr Paris og aðrastaðnis frá. Tað hevði eisini eina ávirkan á jólapyntið, tá SEV byrjaði at veita streym til býir og bygdir kring landið. – Jólastjørnur, perur og alt elektriska, ið fyllir so nógv í dag, kom jú ikki fyrr enn SEV. So tað er eisini rímiliga nýtt, og áðrenn tað brúkti man livandi ljós, sigur Jóan Pauli Joensen. Handilsliga og kristiliga renna saman Gávur eru farin at fylla nógv í jólunum, men sambært Jóan Paula Joensen, so eru gávur eitt rímiliga nýtt fyribrigdi í føroyskum jólum. – Tær nógvu gávurnar eru komnar eftir kríggið. Fyrr var tað so, at gávurnar var okkurt nýtt plagg til jóla. Man fekk tað soleiðis, at man kundi fara í tað jóladag, tá kirkjugongan var, greiðir Jóan Pauli Joensen frá. Í dag fylla gávur tó munandi meira, og fólkalívsfrøðingurin metir, at tað hevur eydnast at saman­tvinna tann handilsliga og kristiliga partin av jólum. – Tey føroysku jólini eru ein blanding av teimum gomlu norður­lendsku jólunum og teim­ um kristnu jólunum. Nú hevur tað so eydnast at tvinna tað hand­ ilsliga saman við tí kristiliga, og vit síggja, at jólabúskapurin og jólaboðskapurin kunnu saktans flættast saman. Man vísir, at man er góður við hvønn annan við at geva gávur til hvønn annan, sigur Jóan Pauli Joensen. Tað eru ikki bara gávurnar, ið vísa, at handilsvinnan hevur megn­ að at vunnið eitt pláss á jólum. Jóla­maðurin við reyðum klæðum og síðum hvítum skeggi, er eisini eitt úrslit av handilsvinnuni. – Fyrr var ein jólamaður ein persónur, ið gekk fullur á jólum. Nú hevur tað fingið ein heilt annan týdning. Jólamannin við kenna í dag gongur í reyðum klæðum við hvítari roynd og húgvu. Tað er ein mynd, ið Coca Cola kom við í einum reklamuátaki í 1931, og hevur verið afturvendandi síðan. Fyri fólk í dag, er 1931 langt aftur í tíðini, men tað var tá, at jólamaðurin varð standardi­seraður, sigur Jóan Pauli Joensen. HALLUR@SOSIALURIN.FO Fyrr var ein jólamaður ein persónur, ið gekk fullur á jólum. Nú hevur tað fingið ein heilt annan týdning«