Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 16 TJÓÐHILD PATURSSON E g turki brillurnar. Havi júst bart meg niðan í barnagarðin við dóttrini og flogið heimaftur - í øllum førum ein part av vegnum. Takk fyri hjálpina, hvirlur! Eg tendri skermin og ringi til Jóhan Martin Christiansen. Hann situr í síni íbúð í Keypmannahavn - ella eg giti, at hon er í Keypmannahavn. Eg orsaki seinkingina og skyldi uppá hvirlurnar, sum flugu meg ein umveg ávegis heim úr barnagarðinum. Hann fortelur um føroysku vinfólkini, ið eru veðurføst í Keypmannahavn (jú, eg hugsi at íbúðin hjá honum heilt víst er í Keypmannahavn), men at tey vænta at flogfarið fer seinni í dag. Willam eitur flogarið nú. Flogførini hjá Atlantic hava júst fingið nøvn. Blivu sum so nógv okkara doypt á einum illveðursdegi - einki serligt við tí. Sannlíkindini eru ikki so lítil fyri einum illveðursdópsdegi. Flogførini eru øll uppkallaði eftir føroyskum listafólki. Genialt, spyrt tú meg. Men tað gert tú allar helst ikki. Møguliga fer eitt av flogførunum einaferð at eita Jóhan Martin - nei, roks, eg bara argi hann… tí at hann er einasti lesarin, eg heilt víst veit meg hava til hesa greinina. Fólk lesa altíð greinar um seg sjálvi. Og eg skilji tey væl - tá er man vísur í at greinin er viðkomandi. Tað er ikki ofta at eg nái at fyri­ reika meg so nógv áðrenn sam­ røður. Miðlaheimurin gongur so skjótt. Møguliga eru tað mongu hvirlurnar. Men hesuferð havi eg bæði verið og hugt at sýningini og lisið bókina, sum Listasavnið gav út í sambandi við at sýningin opnaði. Eg veit ikki, um eg gjørdist so nógv klókari - ella meira fyrireikað - møguliga bara meira tilvitað um alt tað, eg ikki veit. Ja, møguliga bara meira tilvitað um alt tað, ið er býtt at spyrja um. So eg lati Jóhan Martin tosa - og tað dugir hann væl. SPOR - banalt & patetiskt – Tað er eitt nokkso banalt orð, sigur Jóhan Martin Christiansen. Aðrar framsýningar hjá Jóhan Martini hava oftast havt eitt máls­ligt útgangsstøði, við einum samspæli millum mál, orð, meining, tilfar og tað myndlistarligu gerð­ ina. Men hesuferð er øðrvísi. – Hetta er fyrstu ferð, eg standi við kensluni av, at sýningin ikki snýr seg so nógv um mál, ella um at seta orð á nakað. Tað er heldur ein sýning um kroppsligar og myndaligar erfaringar, sigur hann. Tað var ikki fyrr enn beint upp undir at plakatir og bøkur skuldu prentast og at sýningin skuldi opna, at hon varð navngivin. SPOR. – Tað er onkursvegna eitt sindur patetiskt - eitt spor, eitt spor av hvørjum? Men eg kom fram til tað, at mær dámdi heitið allíkavæl. Um man tekur tað patetiska og banala burtur, so hevur orðið nógv í sær. Tað er jú eitt spor eftir onkrum øðrum, og tað er verkið jú egentliga, tað er bara skuggar av onkrum øðrum, sigur Jóhan Martin Christiansen. Sýningin skapt til Listaskálan Lista­skálin er sýningarhølið á Lista­savni Føroya. Eitt av sýn­ ingar­hølunum. Tað er sýn­ingar­ hølið til tær skiftandi sýn­ing­ arnar. Sýningin SPOR er skapt til Listaskálan. Jóhan Martin búði á vári 2016 í gomlu húsunum hjá Janusi Kamban, sum í dag er listafólkabústaður. Øll verkini blivu til her heima í Føroyum í vár og summar. Sýningin kann sigast at vera í 4 pørtum: Gips­ talvur, jarnpinnar við ymiskum kom­positiónum, tekstil-verk og eitt video. – Men tey hanga saman onkursvegna á ymiskum niveum. Tey spæla uppá sama referansu­ grundarlag, sigur Jóhan Martin. Alt er ógvuliga hvítt. Hvítt og mini­malistiskt. Men tað er hvítt uppá hin behagiliga mátan - ikki sterilt, men subtilt. – Framsýningin er bygd upp rundan um rúmið. Hvussu fara vit inn í rúmið? Ofta hanga høvuðsverkini á teimum veggunum eg slettis ikki havi verk á. Eg vil royna at broyta eitt sindur uppá tað relatiónina man hevur til rúmið. Tekstilverkini hanga mitt í rúminum, soleiðis at man ikki sær alt beinanvegin, sigur hann. Hetta var møguliga tað fyrsta, eg legði til merkis, tá ið eg kom inn í Listaskálan, rúmið. Rúmi sum eg havi verið inni í so ofta (hóast at eg altíð ætli mær at fara oftari). Eg havi ongantíð hugsað um rúmið fyrr. Men sýningin og navnið SPOR fekk meg at hugsa um tað, leggja merki til tað, og um tey sporini, hetta rúmið hevur sett í meg - hvussu eg røri meg í rúminum, um teir vanarnar eg longu havi inni í hesum rúminum. Serliga vóru tað stóru toyðtjøldini, ið fingu meg at hugsa um hetta. Tey førkaðu mínar vanar og mína vanligu fatan av rúminum. Eisini stóru gipspláturnar á balkongini fingu meg at traðka úr míni vanabundu gongd í rúminum. Drippvirðið, vodka og vín Jarnpinnarnir sum standa fram við veggunum fáa mínir tankar at leita til Sýria - ella rættari, aftur til Sýria, har eru mínir tankar nógv. Jarnpinnarnir við gipsi og toyði taka í mínum høvdi skap av mammum, børnum, beiggjum og pápum. Einsamallir pinnar, sum tó allir eru gjørdir úr sama tilfari - sum vit øll. LIST Antroposena tíðarskeiðið Hug at gerast eitt orð (og nógvar tankar) klókari? Ja, les so við her. Eftir at samrøðan við Jóhan Martin var av, fekk eg hasa undarligu kensluna av, at um eg ikki googlaði hatta orðið, eg ikki skilti, ja, so fór eg heilt víst skjótt aftur at standa í eini støðu, har orðið var nevnt - og tá kundi eg so angra meg gula og grøna, yvir at eg ikki kannaði tað, tá ið eg hevði høvið. Grønt klæðir mær ikki so væl, so eg googlaði tað. Klæðir tær heldur ikki at angra teg grøna, og møguliga eisini gula, ja, les so við her: Geologar deila søguna hjá jørðini upp í ymisk tíðarskeið eftir teimum geologisku løgunum í jørðini. Hvørt tíðarskeið hevur eitt navn. Tað tíðarskeiðið vit eru í nú verður kallað Holosena tíðarskeiðið. Hetta merkir ‘tann heilt nýggja tíðin’. Hvussu nýggj spyrt tú? Jú, nýggja tíðin, hin Halosena byrjaði fyri einans 11.700 árum síðani. So vit tosa um tað nýggjasta nýggja - sæð við geologiskum eygum. Summi vilja tó vera við, at vit eftir á leið 1800 fóru inn í eitt nýtt tíðarskeið, tað Antroposena tíðarskeiðið - tíðarskeiðið, tá ið menniskjað er vorðið ein jarðfrøðilig megi á jøvnum føti við gosfjøll, meteorar og hinar plátirnar undir jørðini - tú veitst, tær sum av og á flyta seg og broyta alt. At brúka orðið antroposen um okkara tíðarøld kann vera við til at minna menniskjað á tað ávirkan, vit nú, eftir ídnaðarkollveltingina, hava á umhvøvið - og møguliga fáa okkara eygu upp fyri teirri ábyrgd, ið fylgir við. Ger so væl, sigi eg bara! Og ‘takk’ sigur tú, tá ið tú um eina viku stendur í eini støðu og gleðist um at kenna hetta orðið og kunna fylgja við í prátinum. Verkini eru kondensering av ymiskum upplivingum Myndir: Torben Eskerod Jóhan Martin Christiansen