hósdagur 22. desember 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
17
Jólagávuhugskot
– til tey hepnu
Er onkur ið tú vilt gleða til jóla? Onkur tú
ætlar at keypa eina jólagávu? Hevur tú
enn ikki funnið røttu gávuna? OG elskar
hesin persónurin listabøkur? Møguleikin
fyri eini samanrenning av øllum hesum
er møguliga minni enn at verða doyptur
á einum sólskinsdegi, men hey(!), tað
eru summi sum verða doypt meðan sólin
skínur (sum t.d. systur mín - sum eisini
elskar listabøkur). So UM tú stendur
frammanfyri tí løgna at vilja keypa eina
jólagávu til ein listabóka-elskara (sum
varð/ikki varð doypt/ur ein góðveðurdag
- ella møguliga als ikki doypt/ur), ja, so
ert tú ógvuliga heppin! Tí beint nú selur
listasavni allar listabøkur fyri hálvan prís
- plakatirnar eisini.
P.s. Eg ynski mær bókina um Willam
Heinesen - ikki bara tí at eitt flogfar nú er
uppkallað eftir honum.
– Tað er ikki óviðkomandi, tí
eg havi sjálvur verið í Sýria fyri
nøkrum árum síðani, sigur Jóhan
Martin, tá ið eg, leitandi eftir
orðum ið ikki ljóða býtt, royni at
greiða honum frá míni uppliving
av sýningini.
– Verkini gerast onkursvegna
ein kondensering av ymiskum
upplivingum. Man tosar um
drippvirði, tá ið man ger vodka -
tað er hvussu ofta tað er destilerað.
Man tekur okkurt við úr øllum
teimum ymisku erfaringunum,
man hevur. Vit hava minnir, bæði í
høvdinum, men eisini í kroppi, sum
ávirka hvussu vit gera nøkur ting,
sigur hann.
Eg gleðist um at hava fangað um
ikki annað ein part av sporunum,
sum vísa á ein part av upprunanum
til sýningina. Okkurt ið er blivið
destilerað gjøgnum listarliga
høvdið á Jóhan Martini, og nú er
vorðið partur av sýningini. Prátið
um vodka og mín kensla av at hava
fangað okkurt í sýningini, fær meg
at hugsa um tað ein vínkønur segði
mær herfyri - tað er ikki neyðugt
at skilja vín fyri at njóta vín. Tað
er nakað soleiðis, eg føli nógva list.
Eg skilji ikki, haldi meg ikki skilja,
men eg njóti - møguliga er einki
at skilja, møguliga er nokk bara
at njóta. Nokk fyri meg. Eg neyt
sýningina hjá Jóhan Martini. Neyt
friðarligu løtuna í Listaskálanum,
og bleiv drigin at tryggleikanum,
eg kendi, tá ið eg stóð ímillum
stóru toyðtjøldini. Tað minti meg
um sum barn at renna ímillum
stóru løkini, mamma hongdi út
á snórin - tað er kanska hetta, ið
Jóhann Martin meinar við, tá ið
hann tosar um kroppsliga minnið.
Tað er ein njóting í at minnast í
góðum kenslum, heldur enn altíð
at royna at skilja. Hevði eg dugað
at lýst mína uppliving í orðum,
so kundi eg skrivað eitt ummæli
av sýningini, men tað dugi eg
ikki. Upplivingin var kroppslig
- friðarlig, trygg, sansandi, eym,
merkt av fráverandi vindinum,
sum er so sjáldsamur her hjá
okkum - at løkini, sum hanga
niður úr loftinum, ikki flagsa, er
ein heilt serlig uppliving. So fjart
frá mær, so eksotiskt. Ein so stórur
kontrastur til tann stormin, ið júst
nú ýlir uttanfyri mítt vindeyga, og
sum hevur gjørt, at eg ikki havi
verið úti í dag - og at eg ikki vaskaði
seingjarklæðini í dag. Soleiðis eru
føroysku treytirnar. Vit bíða eftir
góðum terra. Ein áminning um,
at vit hóast turkitrumlur og væl
upphitaði hús, onkursvegna hava
ein longsul eftir flákrandi løkum,
sum lukta av vindi - eg má fara
niðan aftur í Listaskálan at lukta
stóru tekstilverkini. Tað gloymdi
eg.
Náttúra, landslag og hitt
orðið, eg ikki skilti
Náttúra og landslag var eitt evni, ið
Jóhan Martin avgjørdi skuldi vera
við í sýningini.
– Uttan at nevna nøvn, so eru
summi av mínum vinfólkum sum
eru listafólk, sum siga BUMM NEI,
ikki meira landslag inn í listina
beint nú. Okkurt annað. Tað skilji
eg væl, og eri eisini soleiðis sjálvur,
eg geri ikki landslagsverk uppá
tann mátan. Men, tá ið tað er sagt,
um man hugsar um landslag uppá
ein annan máta, út frá teimum
stórpolitisku kjakunum sum eru
nú, um veðurlagsbroytingar og
umhvørvisávirkan, tað man kallar
tað antroposenu tíðarøldina… eg
veit ikki um tú kennir til tað?, sigur
hann.
ANTROPOSENA TÍÐARØLDIN
eg minnist at hava lisið orðið í
bókini um sýningina, men eg
hoppaði yvir orðið, tí tað vóru so
nógv orð, eg ikki skilti, og hevði eg
skulað googlað tey øll, so var eg
aldrin liðug at lesa. ‘Eg kenni tað
úr her’ sigi eg býttisliga og lyfti
bókina SPOR upp til skermin. Eg
kendi meg býtta. Tit nýtast ikki at
kenna tykkum líka býtt sum eg. Eg
havi googlað orðið, og tit kunnu
lesa um tað aðrastaðni á síðuni. Um
tit longu vita hvat tað er, og halda
meg vera ein býttling, ja, so… hava
tit óivað rætt, men kunnu minna
tykkum sjálvi á, at tað heilt víst
eisini er okkurt sum eg veit og tit
ikki vita - um ikki annað kotuna til
mín netbanka.
– Eg royni ikki at kontrollera
náttúruna, tað er meira eitt
samanspæl millum verk og náttúru.
Til dømis stóru gips-verkini. Eg
havi latið pappkassarnar út í
náttúruna og tikið teir inn aftur
beint áðrenn teir upploysast, sigur
hann.
Jóhan Martin nevnir makt
spælið - hvør og hvat ávirkar hvat?
Hvussu ávirka vit náttúruna ella
hvussu ávirkar hon okkum?
Listasavnið um jólini
Sýningin hjá Jóhan Martini Christ
ansen verður opin fram til 8. januar.
Møguliga verður eitt tiltak síðsta
dagin framsýningin hevur opið, so
vaknar tú 8. januar og angrar at tú
ENN ikki hevur verið og hugt at
sýningini, ja, so hevur tú tá tvær
orsøkir til at fara.
Beint nú er ókeypis atgongd á
Listasavni Føroya, og fyri summi
eisini jólafrí - tað átti at verið
eitt upplagt høvið at fari ein túr
framvið.
Listasavnið hevur í vetur opið
frá 13-16 - tó er stongt mánadag.
Á jólum er stongt 24.-26. des. Eg
ætlaði ikki at skriva hetta, fyrr enn
eg fór at hugsa um hvussu keðiligt
tað er at koma til stongdar listadyr.
Mynd: Randi Samsonsen