hósdagur 22. desember 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
18
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
A
t hava fingið eitt barn
hevur ríkað mær lívið
uppá so nógvar mátar,
og enn legst afturat.
Ein gleði, eg havi endurvunnið,
síðani eg eri vorðin mamma, er at
fylgja við í jólakalendaranum. Tá
ið eg var barn, var jólakalendarin
í útvarpinum tað stóra. Nú hevur
sjónvarpið tikið yvir. Í fjør bleiv
eg heilt fangað av svenska jóla
kalendaranum. Vit búðu í Svøríki
tá. Í ár er tað hin føroyski (sum
upprunaliga er svenskur - sviar
duga hatta við jólakalendarum!),
sum fangar. Eg klári illa at bíða til
í morgin, fyri at fáa at vita hvussu
gongst Charlie, ella Blanch Flore,
sum tann fína nýggja familjan
kallar hana. Høvdu allir part
arnir ligið á netinum, so hevði eg
langtsíðani snýtt og hugt at øllum
pørtunum. Men tíbetur kemur
bara ein partur út um dagin, og
eg sleppi at liva í spenninginum…
Uhh… Møguliga liggur upprunaliga
svenska útgávan á netinum.
Nei, Tjóðhild! Halt tær! Tú gert
tað IKKI!Hevur tú ikki hugt
at Tjóvajólum? So er bara at
fara í gongd nú. Partarnir sum
higartil eru sendir, liggja allir á
heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Ná, nú fór eg út á eitt síðuspor, tað
eg skuldi fortelja var, at dóttir mín,
Ýr, helt tað vera so stuttligt, at vit
skuldu gera Janssons Frestelse –
Jansson, júst sum løgreglumaðurin
í jólakalendaranum, sum nevni
liga lætt letur seg freistað av
mati. Svenski rætturin er tó ikki
uppkallaður eftir løgreglumann
inum í Tjóvajól, men heldur eftir
einum svenskum operasangara frá
1800-talinum. Nú er rætturin van
liga ein av nógvum, sum verður
settur á svenska jólaborðið. Rætt
urin smakkar væl einsamallur,
men verður ofta etin saman
við kjøtbollum (ljóðar sum eitt
ógvuliga vánaligt hugskot í mínum
oyrum). Mær dámar best at eta
rættin sum hann er, einsamallan,
men gjarna við eitt sindur av gras
leyki omaná.
Freistingin hjá Jansson
Til 4-8 fólk (alt eftir um tað verður
etið sum náttmatur eftir eitt
gott morgunball, ella sum ein av
nógvum rættum á jólaborðinum)
1 kg av eplum
1 leyk
50 gram av ansjósum
(umleið 4 stk)
1 pk av róma
Eitt sindur av smøri
møguliga rasp
Set ovnin á 200 hitastig. Smyr eitt
eldfast fat við smøri. Sker eplini í
stavar, á leið sum svávulpinnar. Ok,
eitt sindur størri enn svávulpinnar,
men bara eitt sindur størri. Koyr
helvtina av eplunum niður í
eldfasta fatið. Flys leykin og sker
hann í tunnar tunnar ringar.
Legg leykringarnar omaná eplini
í eldfasta fatinum. Opna dósina
av ansjósum og tak upp. Sker
ansjósurnar í helvt. Legg tey átta
stykkini av ansjósum út yvir leykin
í eldfasta fatinum. Legg síðani
restina av eplunum oman yvir.
Stoyt róman út yvir. Summum
dámar at blanda eitt sindur av
veskuni, sum ansjósurnar liggja
í, uppí róman. Um tær dámar
væl fiskasmakkin, so gert tú tað.
Fyri meg er eitt hárfínt mark
ímillum, nær fiskasmakkur (serliga
smakkur av feitum fiski) er góður,
og nær hann er ræðuligur. Tí royni
eg altíð at undirspæla smakkin
- annars er vandi fyri at hann
tekur yvir. Koyr nakar ‘klikkar’
av smøri út yvir fatið - eg brúkti á
leið 2 teskeiðir… eg átti ikki meira.
Baka í ovninum í á leið 30 minuttir.
Møguliga 40 minuttir. Tá ið tað er
gylt á toppinum, og eplini eru bleyt
og lekkur, er liðugt.
P.s. Vanligt er at stoyta rasp
omanyvir áðrenn tað fer í ovnin,
men eg haldi at rætturin er meira
freistandi uttan ;)
Janson løgreglumaðurin í Tjóvajól!? Nei, ikki tann Jansson…
Søgan um freistingina hjá Jansson
Tað sigst at operasangarin Per Adolf Janzon (1844-1889) er hann, ið
hevur lagt navn til rættin. Nú er Frestingin hjá Jansson mest kend sum
ein av mongu rættunum á svenska jólaborðinum, men upprunaliga var
tað tó í seinu náttartímunum, eftir nógvar øl og snapsir, at Per Adolf
freistaði sínar gestir við ansjósu-epla rættinum – sjálvsagt afturvið
meira øl og snapsi. Morgunball-matur hevði onkur kanska kallað tað.
FREISTINGARNAR
HJÁ JANSSON