Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 20 M innisløta ella stund, nú steindur verður settur yvir minnið yvir ættarfólk okk­ ara. Tey trý, Jacob Danielsen, van­ liga nevndur Jakke ella bara »G«. Hann varð føddur 4. juni í 1887 og doyði 30. januar í 1945 og fyrra kona hansara, sum liggur við høgru lið hansara, Henrikka f. Poulsen, úr Miðvági, fødd 20. mars 1884 og deyð 2. desember 1909. Hon doyði í barsli, tá tey fingu sonin Henrik, sum búsettist í Miðvági. Henrikka gjørdist bert 24 ára gomul. Tey giftust 14. august í 1909, men hon doyði longu 2. deseber sama árið. Sonurin, Hendrik, giftist Mariu, fødd Joensen, og tey fingu fimm børn. Jakke giftist uppaftur fimm ár seinni, tann 31. januar í 1913, við Jettu, sum liggur her við vinstru lið hansara. Jetta var fødd Jacobsen, í Gørðum í Kaldbak. Hon var borin í heim 24. mars í 1895, men hon doyði longu 28. februar í 1931, bert 35 ára gomul. Eisini hon doyði í sambandi við barsil. Jacob og Jetta fingu 10 børn. Tey vóru: 1. Arne føddur 09.06.1913, deyður 30.12.1992 2. Ingeboerg, í Syðradali K, fødd 06.06.1914, deyð 12.02.1975 3. Hans, føddur 16.08.1915, deyður 28.07.1980 4. Anker, føddur 26.09.1916, deyður í Danmark 19. mars í 1940 eftir sjúkralegu 5. Svenning, føddur 08.07.1918, deyður 07.01.2006, fostraður upp hjá ommuni í Kaldbak 6. Agnas, fødd 1920, deyð 21.07.2007, búði við Middelfart í Danmark 7. Sørin Emil, føddur 15.03.1922, deyður 30.01.1996, fostraður upp hjá bóndanum í Uppistovu í Hesti 8. Maja, (Mary), fødd 01.12.1923, deyð 24.06.2006, giftist við Sigvald á Morkranesi. 9. Josta, fødd 29.03.1928, deyð 16.03.2002, búði í Fredericia í Danmark 10. Asta í Kioskini á Vaglinum, fødd 18.08.1930, vaks upp hjá Djóna Weihe. Hetta varsjálvsagt ikki nøkur løtt uppgáva at halda hús yvir so nógvum børnum. Tað elsta var 17 og tað yngsta var hálvt ára gamalt. Og sum so mangan tá í tíðini fekk Jakke sær húshjálp, Annu Mikkelsen, úr Víkarbyrgi, f. 17.06.1906, sum helt hús hjá honum. Hon doyði 24.10.1993 í Danmark, 87 ára gomul. Tey blivu væl og áttu tvey børn saman. Álvur Danielsen, føddur 06.05.1934, sum doyði av nýrasvikt 31. januar í 1954, 19 ára gamal, grivin í Vestre Kirkegård, og Jógvan Elis Danielsen, føddur 24.09.1938. Abbi Jakke í móðirætt var Dánjal Magnussen, krambakallur, føddur á Skála og Elisabeth Simonsen, ættað úr Trøðum á Sandi. Hon flutti sum barn til Havnar, og búði tætt við Tummasarstovu yvir av Katrinu Christiansen. Hon arbeiddi fisk, tænti hjá H. N. Jacobsens bókahandli og í Skálabúðini. Tey fingu 10 børn, har mamma Jakke, Jacobina, var nummar 4 í røðini. Jakobina var arbeiðskona, hon arbeiddi fisk. Jacobina fekk seks børn, har Jakke var nummar 4. Hon gjørdist við barn við Sørin Müller (1856-1922) sum var reiðari, býráðslimur, býráðsformaður 1913- 20, løgtingsmaður 1891-1908. Pápi Sørin var H. C. Müller (1818- 1897), sum var bókakønur, hevði áhuga fyri plantum og dýrum, sum hann sendi niður at kana. Hansara lívsstarv var postavgreiðslumaður, sýslumaður, politikari og hevði DFDS avgreiðsluna. Forfedrarnir hjá honum vóru Rasmus Müller, prestur í Hvalba, og Petur Hentze, próstur og prestur á Sandi og bróðir Nólsoyar Páll, sum æt Jógvan Poulsen. Lív og virki Orsøkin til at hann ikki bleiv kallaður annað enn »G« var at mostur hansara, Meta, dugdi ikki at siga Jakke og bleiv tað ongantíð meira enn eitt G, sum kom burtur úr henni. Søgurnar eru fleiri, men hendan er tann rætta. Hann var sambandsmaður, men tú fekk hann ikki at siga, at hann stillaði upp fyri sambandið, tí hesin bar navnið listi »G«! Jakke var havnarmaður. Hann vaks upp á Bakkahellu í Havn. Tað mesta av tíðini hjá mostur síni, Elisabeth. Tá hann bygdi sær hús í 1938 á grundina, har barnaheimið var, kallaði hann húsið upp eftir mostrini »Elisabeths Minde«. Sum ungur arbeiddi Jakke sum steinhøggari og velti bøin hjá Sørin Müller. Hann velti millum annað haga upp av nýggjum, til tað vit í dag nevna Müllerstrøð, bøurin niðan til Sjómansskúlan og út til hospitalið, sum er partur Fyrr í ár skipaðu eftirkomarar fyri hátíðarhaldi fyri havnarmanninum Jacob Danielsen og húski hansara. Hann varð vanliga nevndur »G«, kendur úr kioskni á Vaglinum og vakra urtagarðinum, sum var millum kioskina og Sparikassan. Yngsti sonur hansara, Jógvan Elis Danielsen, hevur latið okkum hesa frásøgn: Dugdi ikki at siga Jakke Jacob – G – situr undir Anker (f.1916) og Arna (f.1913). Jetta situr við Ingeborg (f. 1914) Jógvan Elis Danielsen er yngsti sonur Jacob Danielsen HÁTÍÐARHALD