hósdagur 22. desember 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
21
– tí æt hann bara »G«
av Flatnahaga.
Tann 18. desember í 1923 fekk
hann byggiloyvi til matr. 812 upp
í Sjúrðargøtu 18.
Umleið 1925 lat Jakke upp
»Danielsens Café«. Hugskotið um
café hevur vigað nógv, tí í august
í 1927 viðger Løgtingið skriv frá
Jakke um hesi viðurskiftini.
Um hetta mundið arbeiddi
Jakke sum arbeiðsmaður hjá
kommununi. At velta haga upp av
nýggjum var enn nakað sum Jakke
tókst við, tí í 1928 veitir løgtingið
honum styrk upp á 50 krónur.
Eitt skifti var hann nevndar
limur í Havnar Arbeiðsmannafelag
og kom soleiðis upp í Føroya
Arbeiðarafelag. Harumframt var
hann ein av stovnarunum av
»Foreningen Fritt Danmark Fær
øerne« undir krígnum í 1941.
Kioskin lívsverkið
Lívsverk hansara var kortini at
ogna sær kioskina á Vaglinum.
Longu í 1930 søkti hann um
loyvi, og á ólavsøku í 1935 bleiv
henda sjáldsama og snotuliga
kioskin veruleiki, sum H. C. W.
Tórgarð hevði teknað. Hon varð
smíðað inni í stovuni hjá Jens Næs
á Hoydalsvegnum. Síðani varð hon
flutt oman á Vaglið í pørtum og sett
saman.
Í 1940 var kioskin útbygd.
Býráðið treytaði sær, at Jakke
skuldi hala urtagarðin, »Tríkantin«,
økið millum Sparikassan og kiosk
ina í vøkrum standi, so hann kundi
verða eitt prýði fyri býin. Hetta
var eitt satt prýði fyri býin hesin
urtagarður. Hann var so vakur tá í
tíðini, at Jakke fekk heiðursprógv
frá Dansk Haveselskab árini 1942-
43.
Kioskin var á tremur við fukt,
góðgæti, ávísum og vikubløðum.
Hann var íðin at lýsa í bløðum,
og tað lá væl fyri, tí ofta var tað á
rím, um hvat kioskin kundi bjóða.
Her kann skoytast uppí, at í
1943 var »Strúkijarnið« bygt sum
lagurbygningur hjá kioskini.
Tey standa yvir av heiminum
»Elisabeths Minde«.
Jacob hevði sukursjúku. Tann
30. januar í 1945 var hann funnin
deyður í kioskini, 56 ára gamal.
Hann varð grivin her, millum
báðar konurnar í kirkjugarðinum
á Svínaryggi.
Nógvir eftirkomarar vóru til
hátíðarhaldið í gamla kirkjugarði
á Svínaryggi 16. apríl í ár. Bergur
Debes Joensen, prestur, var eisini
við til hátíðarløtuna – og aftaná
var drekkamuður á Bládýpinum
Minnisplátan, sum løgd varð á
grøvina hjá teimum trimum
Kioskin 1935 – áðrenn hon varð útbygd
G í »havanum hjá G«