hósdagur 22. desember 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
22
ÁRNI GREGERSEN
T
að hevur verið tungt hjá
Høvdavirkinum í Leirvík
seinastu árini.
Stóri marknaðurin fyri
framleiðsluni hjá virkinum hevur
verið í afrikanska landinum Nigeria.
Støðan í Nigeria hevur verið
ring búskaparliga í nøkur ár og tí
hevur landið ikki megnað at keypa
serliga nógv frá útheiminum.
Forðingar hava eisini verið fyri,
at fyritøkur í landinum kunnu
brúka amerikanska dollarin at
keypa fyri.
Høvdavirkið í Leirvík hevur
turkað høvd og ryggir, sum í stóran
mun eru seld til stóra afrikanska
landið.
At marknaðurin meir ella minni
lat aftur ávirkaði sjálvandi virkið í
Leirvík, sum annars hevur arbeitt
við virðisøkingini av føroyskum
fiskatilfeingi síðani 2001.
Trupulleikarnir á afrikanska
marknaðinum noyddi virkið at
finna nýggjar marknaðiur og
serliga eisini at framleiða aðrar
vørur, sum eftirspurningur er eftir.
So í seinastuni hevur virkið
framleitt hópin av mati til húsdjór
og hetta er serliga selt til týska
marknaðin.
-Men veruleikin er tann, at alt
tað sum vit framleiða er góðkent
til mannaføði – eisini maturin,
sum annars verður brúktur til djór,
sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á
Høvdavirkinum.
Varðin uppí
Høvdavirkið er í Leirvík, men nú
hevur stóra fyritøkan í Gøtu,
Varðin, eisini sett pening í fyri
tøkuna á Hagaleitið.
Varðin er ein stór fyritøka í
føroysku fiskivinnuni, bæði í
uppsjóvarvinnuni við fleiri nóta
skipum og tveimum virkjum á
Tvøroyri.
Fyritøkan er eisiini ein stórur
partur av Faroe Origin, sum eigur
fleiri trolarar umframt flakavirkið
í Runavík.
– Vit síggja hetta sum eina
spennandi íløgu, men eg skal
viðganga, at vit brúktur eitt sindur
av tíð at viðgera spurningin um vit
skuldu seta pengar í, sigur Jógvan
Dávid Jacobsen, nevdarlimur í
Høvdavirkinum fyri Varðan.
15 ára menning
Høvdavirkið byrjaði virksemi í 2001
og hevur ment seg nógv síðani
byrjanina.
Í 2005 var virkið tilnevnt Ársins
Virki og síðani hevur menningin
hildið fram.
Ein av orsøkunum til, at virkið
liggur á Hagaleitið er, at gjøgnum
nógv ár hevur virkið fingið
avlopshita frá brennistøðini hjá
IRF.
Hetta hevur hjálpt væl til
í sambandi við turkingina
av høvdum og ryggjum, men
tað er minni enn so, at hitin
frá brennistøðin nøktar allan
orkutørvin hjá Høvdavirkinum.
Upprunaliga kundi virkið taka
ímóti 6.000 tonsum til virkingar,
men virkið er útbygt so mikið nógv,
at tað í dag lættliga kann taka ímóti
15.000 tonsum.
Trupulleikarnir á nigeriska
marknaðinum hava gjørt, at
virkið er farið undir at kanna aðrar
møguleikar, millum annað at gera
petfood – altso djóramat
Í løtuni eru marknaðurin í
Nigeria latin eitt sindur upp, so
nú ber aftur til at selja nakað av
turkaðum høvdum til landið.
Tað sum verður frmaleitt nú eru
toskarhøvd, meðan ryggir ikki enn
verða sendir til Nigeria.
Hetta er tann dýrari parturin
av tí, sum verður selt til stóra
afrikanska landið, har 180 milljónir
fólk búgva.
Forðinganar sum hava vedirð
seinastu árini, eru í stóran mun
av politisku slag, tí í Nigeria eru
viðurskiftini so tung búskaparliga,
at virkir har ikki sleppa at keypa úr
útlandinum og brúka valuta til tað.
Uppsjóvarvirkið Varðin í Gøtu hevur keypt seg inn í Høvdavirkið
í Leirvík, sum er í ferð við at menna framleiðsluna
FERÐ SETT Á MENNINGINA Á
HØVDAVIRKINUM Í LEIRVÍK
FISKIVINNA
Eirikur á Húsamørk er framvegis stjóri ´Faroe Marine Products.
Høvdavirkið í Leirvik hevur fingið eina innspræning, nú Varðin er komin uppí sum eigari.