Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 23 Virðisøkja tilfeingið í verki meðan skipanin enn tosar Meðan bíðað verður eftir nýggjari fiskivinnuskipan, sum skal leggja dent á virðisøking, so mennir Høvdavirkið framleiðsluna ÁRNI GREGERSEN N ýggju maskinurnar á Høvdavirkinum eru settar upp og tað er mestsum klárt at fara undir framleiðsluna. Talan er um maskinur, sum skulu brúkast til at gera lýsi úr fiskavørum til heilsuídnaðin og til heilsutilskotsídnaðin. Virkið í Leirvík hevur sett sær fyri at fáa virðisøkt føroyska fiskatilfeingið uppaftur meira enn higartil. Hetta verður gjørt við at vinna lýsi úr fiskaúrdráttum, sum annars fara til fiskamjøl og ensilasju. – Vit hava arbeitt við lýsi fyrr, og vit vita, at tað er ein stórur marknaður fyri lýsi, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum. Talan verður um at brúka avskurð av gulllaksi til hesa framleiðsluna, men eisini í stóran mun svartkjaft, Í framleiðsluni verður ikki bert lýsi útvunnið, men proteinríki fiskurin verður eisini brúktur til ymiskt í heilsuískoytis­markn­ aðinum. Varðin í Gøtu er farin inn í fyritøkuna í Leirvík og tað er eisini fyri at virðisøkja tann fisk, skipini hjá Varðåanum fiska uppaftur meira. Smáur svartkjaftur Varðin hevur bygt eit surimi virki á Tvøroyri, sum er klárt at taka ímóti svartkjafti, tá ið vertíðin byrjar í mars. Svartkjafturin fer at verða skorin á nýggja surimivirkinum á Tvøroyri, men sum viðurskiftini eru, so verður smái svartkjafturin ikki skorin. – Fiskurin, sum er minni enn 24 centimetrar verður ikki skorin , so hann er sera væl egnaður til framleiðsluna í Leirvík, sigur Jógvan Dávid Jacobsen frá Varðanum. – Tí er ætlanin, at hesin fiskurin skal flytast til Leirvíkar, har hann er sera væl egnaður at brúka. Smái fiskurin er yngri og er stak væl egnaður til at brúka í framleiðsluni har saman við gulllaksinum, leggur hann afturat. Stórur eftirspurningur Í heilsuídnaðinum og kost­til­ skots­ídnaðinum hevur stórur eftirspurningur verið eftir lýsi í mong ár. Serliga eru tað Omega3 feitt­ sýrurnar, sum stórur eftirspur­ ningur er eftir. Akkurát hesar feittsýrurnar eru marknaðarfødar væl og virðiliga í fleiri londum, men føroyignar vita, at vit hava góðan og feitan fisk, sum hevur nógv lýsi til júst slíka framleiðslu. – Vit hugsa allatíðina um, hvussu vit kunnu virðisøkja tann fisk, sum vit hava atgongd til, sigur Jógvan Dávid Jacobsen. Tí passar tað ómetliga væl við okkara mál at vit fara inn í virkið í Leirvík, sum hevur arbeitt við virðisøking í so mong ár, leggur hann afturat. Keypt helvtina Varðin hevur keypt seg inn í Høvdavirkið, sum eisini eitur Faroe Marine Products. Partapeningurin er hækkaður úr 100.000 til 200.000 krónur og tann partapeningin hevur Varðin keypt fyri 14,5 milljónir krónur. Bergur Poulsen, fyrrverandi stjóri á Havsbrún, er nýggjur nevndarformaður, meðan Niels Winther Poulsen, advokatur og Jógvan Dávid Jacobsen eis­ ini eru komnir í nevndina. Halgerð Haldósdóttir situr fram­ vegis í nevndini, meðan Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur­ -kommunu, er farin úr nevndini. Raksturin í felagnu heldur fram eftir sama leisti, sum hann hevur gjørt og Eirikur á Húsamørk er framvegis stjóri í fyritøkuni. Í løtuni arbeiða eini 20 fólk í framleiðsluni á virkinum á Hagaleiti. Finnur fríði hjá Varðanum Surimivirkið á Tvøroyri fer ikki at skera smáa fiskin, so hann kann brúkast í framleiðsluni í Leirík.