Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 184 - 28. september 2004 Nr. 184 - 28. september 2004 3 Skal fyri ein krígsrætt Amerikanska Lynndie England gjørdist kend, tá heim- urin slapp at síggja myndir, sum avdúkaðu, hvussu am- erikanskir hermenn fóru við teimum iraksku fangunum í Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad. Á fleiri av mynd- unum sást Lynndie England brosa uppi yvir teimum bakbundnu, naknu fangunum. Men nú er brosið horvið, tí amerikonsku myndug- leikarnir hava gjørt av at seta hana fyri ein krígsrætt. Sjálv ákæran er ikki almannakunngjørd enn, men verji hennara hevur fingið at vita, at Lynndie England kemur fyri ein krígsrætt í Fort Bragg tann 15. januar. Sjálv heldur Lynndie England uppá, at hon gjørdi ikki annað enn tað, sum hon fekk boð um at gera. Tað sama hava aðrir amerikanskir hermenn sagt. Teir siga, at yvirmenninir góvu teimum boð um at míkja fangarnar, so tað skuldi vera lættari at fáa teir at siga sannleikan. Stríð um sáttmálar Í Noregi eru nógvir politikarar á gosi, eftir at tað er komið fram, at myndugleikarnir umhugsa at lata eina polska skipasmiðju byggja fimm gassriknar ferjur, sum skulu setast inn í strandfarasiglingina í Vesturnoregi. Hildið verður, at tað fer at kosta umleið 1,2 milliard krónur at byggja ferjurnar. Politikararnir vísa á, at tað er sera umráðandi, at ferjurnar verða bygdar í Noregi, tí tað fer at tryggja umleið 500 arbeiðspláss. Teir krevja tí, at Børge Brende, vinnumálaráðharri, skal tryggja, at ferj- urnar verða bygdar á norskum skipasmiðjum. Politikar- arnir vísa eisini á, at minst tvær norskar skipasmiðjur hava bygt slíkar ferjur fyrr og hava tí tær neyðugu royndirnar. Men ráðharrin hevur svarað, at hann kann ikki taka fyrilit fyri viðurskiftunum á teimum norsku skipa- smiðjunum. Tvørturímóti er prísurin avgerandi, og tí ætla myndugleikarnir at taka av tí lægsta tilboðnum, sigur hann. Sambært Dagsavisen bendir tað á, at ferj- urnar verða bygdar í Pólandi. Øll sleppa ikki á val Irakska stjórnin og amerikanska umsitingin í Irak hava sett sær fyri, at irakar skulu á val í januar, sama hvat tað kostar. Men nú bendir nógv á, at allir irakar kunnu ikki rokna við at sleppa at velja. Amerikanski verjumála- ráðharrin, Donald Rumsfeld, hevur sagt einari nevnd hjá Senatinum, at tað kann væl henda, at einki val verður í teimum økjunum, har tað er serliga ófriðarligt. Við BBC sigur Rumsfeld, at soleiðis sum hann skilir støðuna í Irak, fer tað at bera til at halda val í trimum fjórðingum ella fýra fimtapørtum av landinum. Spurd- ur, um tað ikki hevði verið rættari at útsett valið, svar- aði Rumsfeld avgjørdur nei. Bæði George W. Bush, forseti, og irakski forsætis- ráðharrin, Ayad Allawi, hava sagt, at tað kemur ikki upp á tal at útseta tað ætlaða valið. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, segði í síðstu viku, at batna trygdarviður- skiftini í Irak ikki, verður ikki talan um eitt veruligt val. Húsaprísurin hækkar Avdráttarfrí lán og lá renta hava havt við sær, at húsa- prísurin er hækkaður nógv í Danmark tað seinasta árið. Ein kanning vísir, at í høvuðsstaðarøkinum er virðið á einum meðalstórum húsum hækkað umleið 250.000 krónur, og at í sjálvum Keypmannahavn er hækkingin um 300.000 krónur. Men tað loysir seg eisini at eiga hús aðrastaðni í landinum. Longri vesturi á Sælandi er húsaprísurin hækkaður meiri enn 150.000 krónur tað seinasta árið, og á Århus-leiðini er hækkingin um 130.000 krónur. Tann hækkandi prísurin ger tað sjálvandi truplari hjá fólki at seta føtur undir egið borð, men donsku húsasøl- urnar siga, at eingin vandi er á ferð í so máta kortini. Skattalættar, lønarhækkingar og tey avdráttarfríu lánini gera, at fólk hava kortini ráð at keypa sær hús, siga tær. UTTAN ÚR HEIMI Demokratiska varaforsetaevnið, John Edwards, vil vera við, at mótparturin misbrúkar vanlukkuna tann 11. september í 2001 til egnan politiskan fyrimun. VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk John Edwards er sannførd- ur um, at valstríðið hjá rep- ublikanska flokkinum fer at býta amerikanska fólkið sundur í tvey. Í einari røðu sunnudagin segði hann, at allir amerikanarar og ikki bara republikanararnir eru til reiðar at verja USA og amerikanska fólkið ímóti altjóða yvirgangi. – Sannleikin er, at rep- ublikanararnir royna at fáa vinning burtur úr einari av teimum størstu vanlukk- unum, sum hevur rakt land okkara. Tað er ómoralskt og skeivt, segði Edwards. Hann sipaði til eina sjónvarpslýsing hjá einum republikonskum felags- skapi. Í lýsingini vóru myndir av Osama bin Laden og myndir frá at- sóknum í USA, Spania og Russlandi. Síðani vórðu hyggjararnir spurdir, um teir høvdu álit á, at John Kerry var førur fyri at standa ímóti slíkum. Bush misbrúkar 11/9 Myndugleikarnir í Svøríki stúra fyri, hvat kann henda, nú løgreglan leitar eftir tveimum flýddum fangum. Annar teirra er alvápnaður SVØRÍKI Árni Joensen fartekst@mail.dk Svenska løgreglan hevur framvegis ikki funnið teir báðar menninar, sum flýddu úr einum fongsli hóskvøldið í síðstu viku. Menninir tóku ein fanga- vørð við sær, men hann bleiv funnin nakrar tímar seinni. Sambært Aftonbladet hevur løgreglan illgruna um, at vinmenn hjá øðrum fanganum hjálpa honum at fjala seg, og at teir hava givið honum eina rúgvu av vápnum. Fangin, tann 28 ára gamli Tobias Jardeberg, verður hildin at vera limur í altjóða brotsmannafelags- skapinum International Evil Minds, sum hevur einar 50 limir í Svøríki. – Tað eru teir, sum hjálpa honum og hinum fangan- um. Teir hava givið teimum ísraelsk vápn. Hetta kann enda við einum hópdrápi, segði ein løgreglukelda við Aftonbladet í gjár. Løgreglan heldur, at teir báðir fangarnir fjala seg onkunstaðni í Værmlandi ella Vestara Gøtalandi. Fyri fjórðu ferð varð Florida rakt av einari tropiskari ódn um vikuskiftið, og tann fimta er longu á veg ÓDNARVEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk – Tær seinastu vikurnar hava verið ræðuligar, segði Joe Stawara við tíðinda- stovuna AP í gjár. Hann eigur eitt frítíðarøki á leið- ini, har Jeanne herjaði sunnudagin. Tá hann gjára- morgunin fór at vita, hvussu vorðið var, lógu 232 oyðilagdir húsvognar og sløgdust á økinum. Myndugleikarnir søgdu í gjár, at Jeanne hevði kravt minst seks mannalív. Frammanundan hevði hon kravt minst 1500 mannalív í Haiti og 24 í Dominik- anska Lýðveldinum. Í Florida oyðilegði ódnin fleiri hús, og meiri enn ein millión fólk høvdu mist streymin. Mong teirra høvdu heldur ongan streym frammanundan, tí elveitingin fór, tá ódnin Ivan herjaði har fyri trim- um vikum síðani. Myndugleikarnir í Flor- ida siga, at ódnirnar, sum hava verið í seinastuni, hava gjørt skaða fyri meiri enn 100 milliardir krónur. Men enn er ikki liðugt. Amerikonsku veðurmenn- inir siga, at ein onnur ódn er á veg. Hon hevur fingið navnið Karl og er í løtuni yvir Atlantshavinum og fyrireikar seg til at fara ímóti landi. Kann enda við blóðbaði Jeanne kravdi seks mannalív C M Y K 3 2