týsdagur 28. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 184 - 28. september 2004
Nr. 184 - 28. september 2004
5
Ein sameind
Suðuroyggj hevði
staðið sterkari,
heldur løgmaður
KOMMUNU-
SAMSTARV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er neyðugt hjá
Suðuroyingum at standa
meiri saman.
Tað heldur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Jóannes Eidesgaard er
suðuroyingur. Hann er
gamal býráðspolitikari á
Tvøroyri og vit hava
spurt hann, hvat hann
heldur um kommunala
samstarvið í tí valdømi,
sum hevur valt hann inn
á Føroya Løgting og
sum hevur ført hann í
landsins hægsta sess.
Hann vil ikki gera seg
til talsmann fyri at Suð-
uroyggin skal leggja
saman til eina komm-
unu.
– Tað vildi verið
skeivt av mær at komið
við eini fráboðan um
hesi viðurskifti, serliga
beint
uppundir
eitt
kommunuval.
Kortini ivast løgmaður
ikki í, at tað er neyðugt
at
suðuroyingum
at
standa meiri saman enn
teir gera nú.
–
Tey
allarflestu
munnu vera samd um, at
tað er umráðandi, at
Suðuroyggin
stendur
meiri saman mótvegis
landinum annars.
– Hvussu kann hon
standa meiri saman,
uttan at leggja saman?
Møguliga er saman-
legging loysnin. Men í
øllum Føroyum er tað
neyðugt at samstarva
meiri, tí eini meiri
sameind oyggj, hevði
staðið seg betri í kapp-
ingini ímóti landinum
annars.
Løgmaður sipar til
Norðoyggjar, sum eru
rættiliga sterkar í teirra
ynskjum, júst tí at har er
ikki
sami
tvídráttur
ímillum ymisk øki, sum
tað eru í Suðuroy.
Heldur
tú
so
at
Suðuroyggin
hevði
staðið sterkari, var hon
ein kommuna.
– Ja, tað hevði hon
gjørt, sigur løgmaður.
Lættari at fingið
ynski gingin á møti
Hann heldur, at tað
hevði verið lættari hjá
suðuroyingum at fingið
síni ynski gingin á møti,
stóð oyggin saman.
– Men stóð øll oyggin
saman, hevði tað eisini
verið nógv lættari at
bjóðað seg fram og at
bjóða ymsar tænastur
fram.
Hann nevnir kommu-
nalu umsitingina sum
eitt dømi.
– Hevði øll Suður-
oyggin
eina
felags,
kommunala
umsiting
hevði umisitingin verið
nóg sterk til at hon hevði
sjálv megnað at loyst
nógvar uppgávur í Suð-
uroynni,
sum
allar
kommunurnar í oynni
nú, hvør í sínum lagi,
fara norður til Havnar at
fáa loyst.
Sum
dømi
nevnir
hann bæði verkfrøði og
aðrar, tekniskar uppgáv-
ur, fíggjarligar uppgávur
og kanska eisini løg-
frøðiligar uppgávur, og
tað kundi skapt fleiri
arbeiðspláss í oynni til
fólk við útbúgving.
– Hetta haldi eg, er
tann
gongda
leiðin,
heldur Jóannes Eides-
gaard.
Suðuroyingar
mugu standa
meira saman
– Skal farmaflutning-
urin hjá Strand-
ferðsluni einskiljast,
má tað undir ongum
umstøðum ganga
útyvir tænastuna til
útjaðaran
EINSKILJING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tænastan til útjaðaran má
ikki gerast verri.
Tað sigur Hendrik Old,
løgtingsmaður úr Suðuroy,
nú røddir eru frammi um at
einskilja farmaleiðirnar hjá
Strandferðsluni.
À fíggjarlógini fyri næsta
ár, hevur Landsstýrið ætlað
at selt bilar hjá Strand-
ferðsluni fyri 15 milliónir
krónur.
Hendrik Old er ógvuliga
eymur um farmaleiðirnar
og hann hevur meiri enn
einaferð nevnt Farmaleiðir-
nar fyri lívæðrina hjá út-
jaðaranum í Føroyum.
Og hann sigur, at skal
pilkast við tær, skal tað
gerast við størsta varsemi.
– Vit fáa ongantíð farma-
flutningin til újaðaran at
kasta nakað av sær. Tí
mugu vit hugsa okkum sera
væl um, áðrenn vit einskilja
farmaleiðirnar.
– Hinvegin haldi eg ikki,
at tað er ein almenn upp-
gáva at koyra farm runt í
miðstaðarøkinum fyri heil-
sølur av ymsum slagi.
– Tað eigur at verða á
privatum grundarlagi, held-
ur hann
– Men tað er júst hetta,
sum Farmaleiðir eru endað-
ar við, hóast upprunaliga
endamálið varð at tryggja
útjaðaranum og útoyggj-
unum farmaflutning fyri
rímiligan kostnað.
Tíðin komin at
endurskoða
Hendrik Old vísir á, at um
tvey ár, er koyrandi heilt úr
Gásadali og Viðareiðis og tí
er tað natúrligt at Farma-
leiðirnar verða endurskoð-
aðar
Og í tí sambandi eiga vit
at gera púra greitt, hvat er
ein almenn tænasta og hvat
er vanligt, vinnuligt virk-
semi.
– Eg haldi, at tað er
semja í samgonguni um, at
tænastan til útjaðaran skal
ikki versn og at tað fram-
vegis eigur at vera ein al-
menn tænasta at tryggja
útjaðaranum flutning.
– Hinvegin er eisini
semja um at tað er rætt at
hyggja eftir tí partinum av
Farmaleiðum sum má met-
ast at vera vanligt, vinnuligt
virksemi.
Men er flutningurin í
miðstaðarøkinum ikki við
til at tryggja Farmaleiðir
fíggjarliga, so at tær eru
førar fyri at veita útjaðaran-
um ta neyðugu tænastuna.
– Tann vandin er stórur
og tað hevði verið enda-
málsleyst. Júst tú er hetta
eitt mál, sum sum má lýs-
ast út í æsir, áðrenn nøkur
stig verða tikin.
Farmaleiðir hava eisini
eitt samanhangandi net av
flutningi. Missa tær ein
stóran part av flutninginum
í miðstaðarøkinum, fer tað
at føra við sær, at lastbilar-
nir fáa minni og so verður
tað dýrari upp á seg. Stúrir
tú ikki fyri, at ein partvís
einskiljing sostatt fer at
máa
fíggjarliga
støðið
undan Farmaleiðum og fer
at máa støðið undan tí sam-
anhangandi netinum sum
er, og sum ger, at farmur
kann flytast samanhang-
andi úr einum enda í land-
inum í hin?
– Hetta eru sjálvandi
eisini týdningarmiklir part-
ur. Tað verður neyðugt at
tryggja eitt samanhangandi
net og at goymslurnar verða
varðveittar, so at farmur,
sum kemur úr øllum krók-
um
í
landinum,
kann
leggjast á eina skipaða mót
tøku og kann avgreiðast
víðari, og hetta má ikki fara
í upploysn, sigur Hendrik
Old.
Má gerast við størsta
varssemi
– Ein sameind Suðuroy
hevði havt lættari við at
fingið síni ynski gingin á
møti og hon hevði megn-
að at loyst fleiri uppgávur
sjálv, sum allar kommun-
urnar nú mugu til
Havnar at loysa hvør í
sínum lagi, heldur løg-
maður
Ein spurningur er, um tann
parturin av virkseminum,
sum gevur vinning, skal
einskiljast, so at
Strandferðslan bara situr
eftir við tí virkseminum, sum
gevur hall, sigur Hendrik Old
– Tað er semja í samgonguni um, at tænastan hjá Farmaleiðum til útjaðaran skal varðveitast. Hinvegin er eisini semja um at
endurskoða flutningin í miðstaðarøkinum, sigur Hendrik Old
Gekk burtur vestan fyri Spania
Seglbáturin Svalan ur
Trongisvági sakk
fríggjakvøldið út fyri
spanska útnyrðings-
horninum. Eingin
vandi var nakrantíð
fyri manningini,
greiðir skiparin frá
SKIPBROT
Edvard Joensen
Seglbáturin
Svalan
úr
Torngisvági sakk fríggja-
kvøldið út fyri spanska út-
nyrðingshorninum. Tvey
fólk vóru umborð, og tey
vóru ongantíð í nøkrum
vanda, greiðir Viberg Sør-
ensen, eigari og skipari á
Svaluni, frá.
Hann sigur, at tey sigldu á
einhvønn reka, sum gjørdi
hol í bakborðsbógv. Hevði
lensipumpan, sum spanska
bjargingartænastan
setti
umborð á Svaluna, ikki
gingið fyri, hevði báturin
uttan iva verðið bjargaður,
sigur Viberg Sørensen.
Pumpan, sum kom um-
borð, kláraði væl at halda
bátinum lens. Men hon
steðgaði. Og áðrenn tað
eydnaðist at fáa aðra pumpu
umborð, sakk Svalan.
Longri ferð
Viberg Sørensen og konan
Jóna vóru tveyeini farin
eina longri ferð við seglbáti
teirra Svaluni.
Tey vóru farin umborð í
Wales og ætlaðu sær suður-
yvir. Tey høvdu siglt suður
gjøgnum Írska Havið, fram
við ensku suðurstrondini og
um Ermasund. Høvdu síð-
an fylgt europeisku strond-
ini suður um Biscayavík-
ina.
Tey fóru úr La Coruna í
útnyrðings Spania um ell-
ivutíðina
fríggjadagin.
Sigldu vestur við strondini
og fóru um Cape Fine-
sterre, greiðir Viberg Sør-
ensen frá.
Um seks tíðina um
kvøldið vóru tey stødd ein-
ar tríggjar-fýra fjórðingar
úr landi eitt sindur sunnan
fyri høvdan. Veðrið var av
tí besta. Eitt lot aftaná, so
báturin gekk heilt væl við
seglum. Tey sótu og ótu og
hugnaðu sær á dekkinum,
tá tey merktu eitt harðligt
sett í bátinum.
– Eg leyp aftur á hekkuna
at hyggja eftir, hvat hetta
var, vit sigldu á, men sá
einki. Síðan fór eg niður í
maskinrúmið at vita, um
sjógvur var har. Men har
var alt í lagi. So niður í lug-
arið, og har var sjógvur at
síggja. Tá eg so hugdi fram
í ketukassan, sá eg, at hann
var fullur av sjógvi, sigur
Viberg Sørensen.
Hann sigur, at hann sá
eina sandstrond beint innan
fyri tey og setti motorin í
gongd og sigldi við fullari
ferð móti landi við teirri
ætlan at seta bátin á land
har.
Sleipaður
Viberg Sørensen sigur, at
hann sendi neyðakall, bein-
anveg, hann var varugur
við, at báturin lak, og fekk
at vita, at ein bjargingarbát-
ur og ein tyrla frá sponsku
bjargingartænastuni vóru á
veg.
Meðan siglt varð móti
landi, gekk lensipumpan
sjávandi. Men um hálvgum
átta tíðina um kvøldið, tá
tey vóru umleið hálvfjórð-
ing úr landi, steðgaði mask-
inan, tí so nógvur sjógvur
var í maskinrúminum.
Spanski bjargingarbátur-
in var nú komin til Svaluna,
og ein lensipumpa varð sett
umborð. Hon kláraði skjótt
at tøma bátin, so tað sá bara
heilt væl út, greiðir Viberg
Sørensen frá. Sjálvur varð
hann verandi umborð á
Svaluni saman við einum
spanióla. Konan fór um-
borð á bjargingarbátin.
Gjørt varð av at sleipa Sval-
una til eitt útróðrarpláss eitt
sindur norðari.
– Veðrið broyttist eitt
sindur, og tað gjørdist
meira drabbut, í myrkrin-
um. Og so steðgaði lensi-
pumpan, sum komin var
umborð. Vit arbeiddu upp á
hana. Hetta var ein pumpa,
sum skuldi startast sum ein
páhangsmotrur við snóri.
Spaniólin var so óheppin, at
hann sleit snórin, og so fór
hon ikki í gongd aftur.
Sjógvurin vaks nú skjótt
aftur í bátinum, og hóast
bor vórðu send eftir nýggj-
ari pumpu, sá eg skjótt, at
her gjørdist galið, sigur
Viberg Sørensen.
Teir fóru umborð á bjarg-
ingarbátin og kundu bara
standa og hyggja at, meðan
Svalan tyngdist alt meira og
meira.
– Klokkan 22.25 fór hon
á høvdið og stakk afturend-
an beint upp í loft. Har
stóðu konan og eg og sóu
hana fara undir eftir høvd-
inum. Tað seinasta, vit sóu,
var tað føroyska flaggið,
sum hvarv. Tað var ein
ræðulig kensla, sum eg
vildi verið fyri uttan, sigur
Viberg Sørensen.
Í bygdini, tey komu til,
var eitt bátafelag, sum tók
væl í móti teimum og sýndi
teimum stórt hjálpsemi,
sigur hann.
Svalan sakk á 52 metra
dýpi, og verður neyvan tik-
in uppaftur. Hon var tryggj-
að, segði Viberg Sørensen,
tá Sosialurin tosaði við
hann í telefon úr Odense,
har hann var staddur mána-
dagin.
Viberg og Jóna Sørensen vóru einsamøll umborð á seglbáti teirra Svaluni, tá hon fór at leka og sakk út fyri sponsku strondini fríggjakvøldið
Mynd: Áki Bertholdsen
Svalan sakk beint sunnan fyri Finisterrehøvdan við spanska útnyrðingshornið
Snotuligi seglbáturin Svalan úr Trongisvági sakk, eftir at hol var komið á bakborðsbógv undir
vatnlinjuni. Lensipumpan hjá sponsku sjóverjuni gekk fyri, og spaniólar vóru ov seinir við
nýggjari pumpu
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
5
4