týsdagur 28. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 184 - 28. september 2004
Nr. 184 - 28. september 2004
7
Heildarsavn Christians Matras útkomið
Leygardagin var
bókaframløga á Við-
areiði í sambandi við,
at Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið út heildarsavn
við øllum yrkingum
og enduryrkingunum
hjá Christiani Matras
ÚTGÁVA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Viðareiði:
Tað var ikki av ongum, at
útgevarin av heildarsavnin-
um hevði valt at leggja
framløguna á Viðareiði.
Christian Matras varð fødd-
ur har og búði har, til hann
var um 12 ára gamal.
Hóast hann flutti úr
heimbygdini á so ungum
árum, er ongin ivi um, at
tann náttúran, sum var um
hann tey fyrstu barnaárini
hava sett síni sermerki í
hansara skaldskap.
Nógv fólk vóru savnað til
framløguna, har sangur, røð-
ur og annað var á skránni.
Sangir og røður
Framløgan byrjaði í Við-
areiðis kirkju, har 17 sang-
arar sungu seks yrkingar
hjá Christiani. Jógvan við
Keldu hevði til hetta høvið
tilrættislagt eina framførslu
av Summarkvøld. Ein frálík
framførsla, má sigast, og
hárini høvdu hug at reisa
seg, meðan sangararnir
sungu hetta vakra lagið,
sum av sonnum er vorðið
ein fólkaogn.
17 sangarar sungu eisini
Lækjan, Barn ,Tú gakk tær
fram við ánni, Dimmið og
so Havrin, sum Christian
Matras
umsetti
úr
donskum.
Tá sangløtan í kirkjuni
var liðug, varð farið yvir í
gamla skúla, har Anne-Kari
Skarðhamar, lektari við
læraraháskúlan í Oslo, sum
hevur savnað, skipað og
skrivað eftirskrift í bókini,
greiddi frá sínum arbeiði í
sambandi við útgávuna.
Hon kom millum annað inn
á, hvussu ein velur tær
ymsu yrkingarnar. Um tað
skal vera upprunayrkingin
ella tann broytta og so
framvegis.
Tá hon var liðug at greiða
frá, tók Andreas Justesen
yvir. Hann greiddi frá,
hvussu
hann
mintist
Christian Matras og eisini
tosaði hann nógv um hans-
ara skaldskap.
Andreas
tók
millum
annað til, at um Christian
varð føddur á einari pannu-
køkuoyggj, so hevði hann
ikki yrkt, sum hann gjørdi.
Stuðlar
Bókadeild Føroya Lærara-
felags gevur vanliga mest
ungdóms- og barnabøkur
út. Niels Jákup Thomsen
segði, at hetta savnið ikki
hevði komið út uttan stuðl-
ar. Í tí sambandinum hand-
aði hann báðum stuðlunum,
Viðareiðis kommunu og
Norðoya Sparikassa, eitt
eintak av bókini sum tøkk
fyri stuðulin.
Umboðið fyri sparikass-
an, Finn Kjølbro, segði, at
hann kendi Viðareiðis bygd
gjøgnum skaldskapin hjá
Christiani, áðrenn hann
nakrantíð hevði verið har.
Borgarstjórin á Viðareiði
Jógvan Nybo segði millum
annað, at tað hevur stóran
týdning, at alt tilfar, sum
kemur út á føroyskum fær
stuðul.
Síðani var ein kaffimuð-
ur við køkum aftur við at
fáa, har fólk eisini fingu
høvi at ogna sær yrkinga-
savnið heldur bíligari enn
vanliga
kostnaðarprísin,
sum er 350 krónur.
Gevur útgávan yvirskot,
fer peningurin óskerdur í
Grunn Kristjans á Brekku-
mørk, ið veitir sømdargávu
til fólk, sum starva til frama
fyri okkara móðurmál.
Einars Prent hevur um-
brotið, heft og prentað.
Bretski fískimálaráð-
harrin, Ben Brad-
shaw, kom til Klaks-
víkar við Brimli
fríggjamorgunin.
Hann vitjaði millum
annað Kósavirkið og
var til døgurða, har
Klaksvíkar kommuna
var vertur. Endamál-
ið var at síggja skip-
anina í Føroyum og
møguliga læra av
henni, segði hann
VITJAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Ben Bradshaw vitjaði í
Klaksvík í nakrar tímar,
áðrenn leiðin gekk aftur til
Havnar við Brimli. Hann
nýtti høvi at tosa við før-
oyska fiskimálaráðharran,
Bjørn Kalsø, um føroysku
fiskivinnuskipanina.
Ben Bradshaw segði, at
hann hevði fingið nógv
áhugavert at vita, men tó
var ov tíðliga at siga nakað
um, um hann fer at gera
nýtslu av nýggju vitanini.
Vitjanin hjá honum í
Føroyum er ein liður í ein-
ari rundferð, sum hann ger
til fleiri partar av heimin-
um fyri at síggja, hvussu
tær ymsu fiskivinnuskip-
aninar eru uppbygdar.
– Við at síggja, hvussu
tær virka aðrastaðni, kann
man møguliga taka eitt
sindur frá hvørjum, tí eitt
er givið, og tað er, at allar
skipanir hava vansar eins
væl og fyrimunir, segði
Ben Bradshaw millum
annað á stutta tíðindafund-
inum uttan fyri býráðshús-
ið fríggjadagin.
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður, segði, at bretski
fiskimálaráðharrin serliga
lat til at vera áhugaður í
fiskidagaskipanini. Eisini
var hann áhugaður í,
hvussu bólkarnir verða
gjørdir.
– Tað tók eina løtu, áðr-
enn hann fekk við, at vit
hava skipabólkar. Men tá
hann so skilti tað, tóktiskt
hann sera áhugaður í tí eis-
ini, greiddi Bjørn Kalsø frá.
Onga grind
Jákup Ziskason og hansara
harkalið høvdu borðreitt
eitt fiskaborð til bretsku
gestirnar. Har var nógv
ymiskt at fáa, millum ann-
að grind og spik og turrur
fiskur
umframt
nógv
annað gott.
Bretski
fiskimálaráð-
harrin vildi tó ikki royna
grind ella spik, men hann
lat væl at tí turra fiskinum.
– It didn´t appeal to me,
svaraði hann, tá fjølmiðlar-
nir spurdu hann, hví hann
ikki royndi grindina.
Hann segði, at bretska
stjórnin er ímóti grinda-
drápi. Ikki bara tí drápini
eru so barbarisk, men eis-
ini tí at tað ikki letur til at
vera
nakar
veruligur
marknaður fyri tvøstinum.
– Men bretska stjórnin
fer ikki at luttaka í einum
boykotti móti føroyingum
fyri tað. Vit gera bara okk-
ara støðu til grindadráp
púra greiða og vóna, at tit
einaferð fara at broyta hug-
burð, segði Ben Bradshaw.
Bretski
fiskimálaráð-
harrin fór úr aftur Føroyum
leygarmorgunin. Hann helt
ikki, at steðgurin í Føroy-
um var ov stuttur. Heldur
øvugt, segði hann, var túr-
urin í Føroyum ein av teim-
um longru samanborið við
aðrar líknandi ferðir hjá
honum.
Síggja og læra
Tíðindafundurin var heldur øðrvísi enn vanligt. Bretski
fiskimálaráðharrin vildi ikki hava ein so formellan fund, og tí
varð hann hildin uttandura í frálíka veðrinum
Bretski fiskimálaráðharrin Ben Bradshaw, borgarstjórin í
Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen og verturin fyri vitjanini,
landsstýrismaðurin í fiskimálum, Bjørn Kalsø
Anne-Kari Skarðhamar úr
Oslo, sum vardi doktararit-
gerð um skaldskap Christians
í 2001, hevur í savninum
eftirskrift um yrkingarnar og
týðingarnar umframt hug-
leiðingar um skaldið
Bókaframløgan á Viðareiði
byrjaði í kirkjuni, har 17
sangarar sungu seks yrkingar
eftir Christian Matras
Andreas Justesen hevði eina frálíka og til tíðir skemtiliga
framløgu um skaldið Christian Matras
Fyrst í komandi ári
fer MBM at savna alt
sítt virksemi í høv-
uðsstaðnum. Tey 15
fólkini, sum starvast
hjá fyritøkuni í Kolla-
firði, hava fingið
bjóðað starv í Havn
ístaðin
MIðSAVNAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
MBM er í løtuni í ferð við
at byggja ein nýggjan
bygning beint við síðuna av
núverandi hølunum hjá
fyritøkuni við Vegin Langa
í Hoyvík. Nýggi bygning-
urin skal hýsa bæði sølu-
búð og skrivstovum.
Hava livað í óvissu
Eirikur Thorvaldsson, stjóri
í MBM, sigur, at leiðslan í
fyritøkuni leingi hevur havt
eitt ynski um at savna alt
virksemi í høvuðsstaðnum.
Sum
kunnugt
brann
goymslubygningurin
hjá
MBM í Kollafirði í grund
fyri fáum árum síðani, og
eisini við hølunum hjá
Royndarstøðini hevur stór
óvissa valdað. – Vit hava
fleiri ferðir hoyrt frá land-
sins myndugleikum, at høl-
ini, sum vit leiga frá
Royndarstøðini,
heldur
skulu nýtast til okkurt
annað, og tí hava vit faktisk
livað í óvissuni leingi, sigur
Eirikur Thorvaldsson.
Stjórin í MBM sigur
eisini, at ætlanin var eisini
at byggja ein nýggjan
bygning í Kollafiriði ístað-
in fyri tann gamla, sum
brann í grund, men fyritøk-
an bleiv ikki víst á nakað
øki, sum kundi nýtast til
endamálið, og tí verður
bygt í Havn.
Betri yvirlit
at savna alt
Nú alt virksemi verður
savnað á einum stað, sigur
Eirikur Thorvaldsson seg
ikki verða í iva um, at tað í
longdini fer at verða ein
sparing hjá MBM. Somu-
leiðis heldur hann, at tað
fer at geva eitt betur yvirlit
yvir alla fyritøkuna, at alt
er á einum stað. – Fyritøk-
an var ov spjadd, og tað
verður heilt víst betur at
hava til dømis ordramót-
tøkuna og goymsluna á
sama stað, hóast tað reint
tekniskt ikki er nøkur
forðing fyri, at tær kunnu
verða á hvør sínum stað,
heldur Eirikur Thorvalds-
son.
Økja vøruúrvalið
Nýggi bygningurin skal
eftir ætlan verða liðugur í
fyrsta ársfjórðingi í kom-
andi ári, men stjórin í
MBM sigur, at um arbeiðið
við at gera bygningin gong-
ur við slíkari ferð, sum tað
hevur gjørt í seinastuni, so
verður bygningurin kanska
liðugur longu fyri ársskift-
ið.
Tvær av teimum trimum
hæddunum í nýggja bygn-
inginum verða gjørdar til
fóðursølu, meðan ovasta
hæddin verður nýtt til
skrivstovur. Gjørligt verður
hjá viðskiftafólkunum at
koyra beint inn á ovaru
hæddina á fóðursøluni við
bili, so at tað verður høg-
ligari at koma til og frá,
sigur Eirikur Thorvaldsson.
Stjórin á MBM sigur eisini,
at væntandi fer fyritøkan at
økja um vøruúrvali, tá ið
flutt verður í nýggju hølini,
men enn er einki endaligt.
Nógvi vindurin sunnu-
dagin gjørdi um seg í
Suðuroy. Í Hovi feyk eitt
6-mannafar, ið stóð á
landi, einar 15-20 í vind-
inum og brotnaði. Bygd-
arfólkið og bjargingar-
felagið
í
Suðuroyar
sunnaru helvt savnaðu
brotini saman, so tey
ikki gjørdu størri skaða.
Á Drelnesi koppaði
ein trailaralast á ein
parkeraðan
persónbil,
men bilurin fekk ikki
stóran skaða, verður
upplýst á politistøðini í
Suðuroy.
tn
Eftir einans tríggjar
mánaðir í sessinum
fer Mathea Hilduberg
seinni í vikuni frá
sum stjóri fyri Lista-
savn Føroya
STJÓRAUPPSØGN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í einum tíðindaskrivi boðar
Mathea Hilduberg frá, at
hon og nevndin fyri Lista-
savn Føroya eru vorðin
samd um at stegða sam-
starvið frá komandi fríggja-
degi at rokna. Hon sigur, at
hon og nevndin ikki hava
verið samd um raðfesting-
ina av arbeiðinum fyri
Listasavnið.
Vildi breiðka um
inntøkugrundarlagið
Mathea Hilduberg sigur í
tíðindaskrivinum, at hon
fyri tað fyrsta hevði raðfest
høgt at sjónliggera Lista-
savnið og at breiðka um
inntøkugrundarlagið fyri
savnið.
Víðari sigur skjótt fyrr-
verandi stjórin í Listasavn-
inum, at hon hevði raðfest,
at tað strategiska arbeiðið
við m.a. at gera eina visión
verður gjørt við útgangs-
støði í gjøllari kanning av
málbólkinum hjá Lista-
savninum.
Mathea Hilduberg sigur
seg harmast, at hon ikki
hevði meiri tíð til at føra
sínar hugsjónir út í lívið.
Vit royndu í gjár at fáa
fatur á Mathea Hilduberg
ella formanninum í nevnd-
ini fyri Listasavn Føroya,
Helga Fossadal, men tað
eydnaðist okkum tíverri
ikki.
Ein 13 ára gomul genta
fekk stóran skaða í andlitið,
tá ið hon saman við øðrum
javnaldrum
spældi
við
reinsibensin
uttan
fyri
ítróttarhøllina á Hálsi hós-
dagin. Børnini høvdu stoytt
reinsibensin á bøin við
høllina og síðani sett eld á.
Tann 13 ára gamla gentan
varð óansin og brendist illa
í andlitinum. Gentan bleiv
flutt á sjúkrahúsið við 2.
grads brunasárum. Vakt-
havandi á politistøðini í
Havn upplýsir, at málið er
farið til barnaverndina í
kommununi,
sum
skal
hyggja nærri at málinum.
tn
Á miðdegi fríggjadagin
fekk løgreglan í Klaks-
vík fráboðan um ein bil,
sum varð stolin. Eigarin
av bilinum fann tó bilin
aftur seinni sama dag
uppi Undir Fossum, men
tá varð bilurin í knúsi, tí
hann hevði rent á ein
garð. Løgreglan í Klaks-
vík sigur seg standa á
berum í málinum.
tn
Stolin bilur funnin aftur í knúsi
Stolni bilurin var illa farin, tá ið hann varð afturfunnin
13 ára gomul illa brend
Stjórin í Listasavninum gevst
MBM flytur alt til Havnar
Tað var rættiliga nógvur
vindur
í
Fuglafirði
seinnapartin sunnudag-
in. Tá klokkan nærkaðist
hálvgum fimm brotnaði
ein stórur partur av ein-
um stóru træ í garðinum
hjá Haraldsen. Í Fugla-
firði siga tey, at træið er
eini 70 ára gamalt.
Træið fall á tveir bilar,
sum stóðu parkeraðir
uttan fyri garðin, og teir
fingu báðir stóran skaða.
Á løgreglustøðini í
Runavík siga tey, at tað
er bert í Fuglafirði, at
nakrir fráboðanir hava
verið um stormskaðar,
og teir vóru heilt fáir í
tali. Burtursæð frá oman
fyri nevnda tilburð varð
talan um minni skaðar.
el
Skaðastormur í Fuglafirði
Vindur tók 6-mannafar
Tveir persónbilar fingu stóran skaða, tá ið eitt træ í
nógva vindinum sunnudagin brotnaði niður á teir
uttan fyri hjá Haraldsen í Fuglafirði
Tá ið nýggi
bygningurin hjá
MBM í Hoyvík
verður liðugur
fyrst í komandi
ári, skal alt
virksemið hjá
fyritøkuni savnast
á einum stað
Eftir einans trimum
mánaðum í sessinum, gevst
Mathea Hilduberg nú sum
stjóri í Listasavni Føroya
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6