Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 184 - 28. september 2004 Nr. 184 - 28. september 2004 9 Hermann Oskarsson, Hagstova Føroya: Skjót samanlegging er frægast Karsten Hansen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri: - Samanleggingin er okkara uppskot – Politikararnir taka avgerðirnar og síðan boða teir frá síni støðu. Hetta haldi eg er rætti máti at gera tað uppá, sigur Her- mann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Før- oya. Hann vónar, at landsstýrið fer at ar- beiða skjótt við málin- um um samanlegging, soleiðis at pínan hjá teimum, sum kenna seg ótrygg við eini samanlegging, ikki verður drúgvari enn neyðugt SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Eg fekk fráboðanina um samanleggingina av Lands- bankanum og Hagstovuni antin saman dag ella dagin fyri, at landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi boðaði frá avgerðini hjá landsstýrin- um og samgonguni. Hermann Oskarsson sig- ur, at landsstýrið sjálvsagt hevur viðgjørt hetta málið politiskt, og tá ið politiska viðgerðin var liðug, og semja var um málsetningin, boðaði landsstýrið frá síni avgerð. – Eg haldi, at hetta er rætti máti at gera tað uppá, sigur stjórin á Hagstovu Føroya. Veit einki Hermann Oskarsson sigur, at hann ánar ikki, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at leggja stovnarnar saman. – Eg veit bara, at lands- stýrismaðurin hevur boðað frá, at ein stýrisbólkur skal setast at standa fyri saman- leggingini, og til at manna henda bólkin eru nevndir aðalstjórin í fíggjarmála- ráðnum, stjórin á Gjald- stovuni og báðir stjórarnir í Landsbankanum og á Hag- stovuni. Stjórin á Hagstovuni hev- ur ikki hug at gera nakrar serligar viðmerkingar til samanleggingina, so leingi hann ikki veit, hvør ítøki- liga ætlanin hjá landsstýrin- um er. – Tað er tað ítøkiliga og administrativa í hesum, sum er áhugavert, og fyrr enn vit kenna hesar ætlanir, haldi eg tað ikki vera rætt at gera nakrar serligar við- merkingar til málið, sigur Hermann Oskarsson. Spurdur, um verandi stovnsleiðarar vita nakað um, hvar landsstýrið ætlar, at nýggi stovnurin skal halda til, sigur hann: – Nei, tað veit eg einki um. Hann vísir á, at Hag- stovan húsast í sama bygn- ingi sum eitt nú Fíggjar- málaráðið, men Hermann dugir ikki at síggja, hvussu pláss kann útvegast í ver- andi hølum fyri bæði hag- stovu og landsbanka, um so skuldi verið. Á Hagstovu Føroya ar- beiða eini 15-16 fólk, og Hermann sigur, at hann leingi hevur ynskt sær fleiri fólk á stovnin. Í Landsbankanum ar- beiða eini 9-10 fólk. Arbeiða skjótt Stjórin á Hagstovuni sigur seg vóna, at landsstýrið fer at arbeiða skjótt við hesum máli, soleiðis at pínan hjá teimum, sum kunnu kenna seg ótrygg við eini saman- legging, ikki verður drúgv- ari enn neyðugt. – Tað er altíð keðiligt, tá ið fólk hava slíkar broyt- ingar hangandi yvir høvd- inum á sær ov leingi, heldur hann. Hermann sigur seg hava skilt, at fyrsti fundur hjá stýrisbólkinum verður rættiliga skjótt, og tá verður so ætlandi sett hol á hetta arbeiði. At enda vísir stjórin á Hagstovu Føroya á, at Hagstovan er ein meira "simpul" stovnur, sum savnar og ger hagtøl burtur úr tøkum taltilfari. – Hinvegin er Lands- bankin ein stovnur við "breiðari" uppgávum, sum umsitir pening og kreditt- virðið hjá landskassanum, sigur Hermann Oskarsson. Karsten Hansen, fyrr- verandi landsstýris- maður í fíggjarmál- um, sigur, at hann sum fíggjarmálaráð- harri hevði fundir við stjórarnar í Lands- bankanum og á Hag- stovu Føroya um sam- anleggingar av stovn- unum. – Báðir stjórar- nir vóru samdir um, at meira hevði fingist burtur úr við eini samanlegging undir einum hatti SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Karsten Hansen heldur, at avgerðin hjá landsstýris- manninum, Bárði Nielsen og sitandi samgongu um at leggja Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya saman er gott. – Hetta er okkara upp- skot, sigur fyrrverandi fíggj- armálaráðharrin. Hann vísir á, at á lands- stýrisfundi, 9. mai ár 2000, var upprit á skránni um samanlegging av Lands- bankanum, Hagstovuni og Búskaparráðnum. – Eg byrjaði hetta málið við at kunna fólkið á teim- um stovnum, sum ætlanin var at leggja saman. Soleiðis vóru fundir bæði við Sigurd Poulsen, stjóra í Landsbank- anum og Hermann Oskars- son, stjóra á Hagstovuni. Karsten sigur, at báðir stjórarnir vóru samdir um, at meira hevði fingist burtur úr við at leggja stovnarnar saman. Yvirlappa – Tað er nú einaferð so- leiðis, at stovnarnir yvir- lappa hvønn annan í ávísum førum, og tá ið ov lítil orka er at arbeiða við í báðum stovnunum, hevði sjálvsagt meira komið burtur úr, um stovnarnir og harvið kunn- leikin starvaðist undir sama taki. Fyrrverandi fíggjarmála- ráðharrin sigur, at lands- stýrið og stovnsleiðararnir vóru samdir um, at skuldi ein samanlegging fremjast, so skuldi hølistrupulleikin eisini loysast. – Men landsstýrið samd- ist ongantíð um, hvussu høl- isviðurskiftini hjá saman- lagda stovninum skuldu loysast. Hann vísir á, at hugurin serliga lá til posthúsið á Argjum, men hesum setti Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, seg upp ímóti, tí hann vildi heldur, at floksfelagin og býraðsfor- maðurin í Havn, Jan Christiansen, skuldi hava bygningin til skúla. – Hugskotið hjá mær við at hýsa samanlagda stovn- inum í hesum bygningi var, at so høvdu vit fíggjarliga umhvørvið savnað á einum staði á Argjum. Karsten Hansen sigur, at málið um samanlegging av hesum báðum stovnum so- leiðis steðgaði í hølisviður- skiftunum. – Jú, mær dámar væl tankan um samanlegging, tí sum er brúka hesir stovnar partvís orku upp á somu metingar um samfelags- gongdina – og hvørgin stovnurin fær høvið at gera arbeiðið nóg gott. Eg ivist onga løtu í, at úrslitið hevði verið betur, um stovnarnir arbeiddu saman og undir sama hatti, sigur Karsten Hansen, sum fegnast um, at sitandi landsstýrið nú ætlar at fremja hansara uppskot í verki. – Tað er tað ítøkiliga og administrativa í samanleggingini, sum er áhugavert, og fyrr enn vit kenna hesar ætlanir, haldi eg tað ikki vera rætt at gera nakrar serligar viðmerkingar til málið, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya Sigurd og Bárður Sosialurin royndi fyrra- partin í gjár at fáa fatur á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Bárði Nielsen og stjóranum í Landsbanka Føroya, Sigurdi Poulsen, men hetta eydnaðist tíverri ikki fyri evstamark hjá blaðnum. -v. Sigurd Poulsen er stjóri í Landsbanka Føroya – Eg ivist onga løtu í, at úrslitið hevði verið betur, um Landsbankin og Hagstovan arbeiddu saman og undir sama hatti, sigur Karsten Hansen, sum fegnast um, at sitandi landsstýrið nú ætlar at fremja hansara uppskot í verki Kann fáa stóran týdn- ing fyri áhugan fyri 2. útbjóðing á okkara landgrunni OLJULEITING Jan Müller Eitt oljusamtak við feløg- unum ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV hevur eftir øllum at døma gjørt eitt risastórt oljufund beint við føroyska markið. Talan er um brunnin Loch- nagar/Rosebank, sum varð boraður í summar við ein- um av heimsins størstu og mest framkomnu boriskip- um, West Navigator – ein gamal kenningur frá boring á okkara landgrunni. Tíð- indini, sum áður hava verið leysatíðindini í Sosialinum, men sum nú verða staðfest í altjóða oljublaðnum Upp- stream, hava longu vakt miklan ans í altjóða olju- verðini. Upstream skriva, at fundin fer aftur at seta alt Atlantsmótið á heimskort- ið. Nú má roknast við, at altjóða oljuídnaðurin av álvara fer at skunda undir kanningar og boring í økinum millum Hetland og Føroyar. Talan er helst um fyrsta stóra lønandi fundið á Atlantsmótinum síðani fyrst í 90-unum. At hetta kemur beint í kjalarvørr- inum á tí 22. Útbjóðingini á bretska landgrunninum og nú beint undan tí føroysku 2. útbjóðngini kann neyvan heldur verða betri "timað". Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á oljufyrisitingini fegnast um tíðindini um, at eitt fund er gjørt so tætt upp at okkara markið, nú freistin at søkja um leiti- og kann- ingarloyvi á okkara land- grunni ikki er úti fyrr enn um góðan hálvan annað mánað. Brunnurin er á 1115 metra dýpið og bert einar 7 fjórðingar frá markinum. Sambart Upstream er tað ov tíðliga enn at siga við vissu, hvussu stórt fundið er, men tøl sum 530 milli- ónir tunnur av olju verða nevnd. Blaðið skrivar eis- ini, at fundið "could open a new play fairway stradling the UK and Faroes Islands median line", tvs. at tað kann lata upp fyri eini tíð, har fund kunnu verða gjørt tvørtur um markið. Ein kelda sigur við blað- ið, at keldan minnir ikki sørt um tað risastóra olju- feltið Clair longur syðri. Men henda oljan skal vera av nógv betri slag. Sum skilt, so ætlar Chevron Texaco, sum er fyristøðufe- lag at bora ein avmark- ingarbrunn longu næsta ár. Blaðið skrivar annars, at tað fara helst ikki at koma teir nógvu upplýsingar út um fundin, fyrr enn eftir 17. november, tá føroyska útbjóðingin letur aftur. Feløgini, sum hava gjørt hetta fundið, vilja nevniliga ikki lata øðrum kappingar- neytum fleiri upplýsingar, tí tey ætla helst sjálvur at søkja um teigar á føroysku megin markið, sum liggja uppat hesum fundinum. Víðari verður upplýst, at líknandi fortreytir, sum tær í hesum nýggjasta fundin- um, eru eisini í teigunum rundan um og hava feløgini í hesum sama samtakinum fingið tillutað lisensir í grannalagnum frá bretsku myndugleikunum. Nú kann so hugsast, at tey fara eisini at leggja boð inn til før- oyskar myndugleikar at fáa lisensirnar, sum liggja beint hinumegin markið. Sosialurin hevur annars skilt, at eitt fund, sum er gjørt nakað sunnan fyri henda seinasta brunnin, møguliga er lønandi. Talan er um Cambo/Lindisfarne brunnin, har Ameiada Hess er fyristøðufelag. Tað hevur ljóðað, at talan er um eitt stórt fund eisini. Annars má sigast, at Statoil og Dong veruliga hava skotið "papageykin" í hesum seinasta fundinum, sum nú hevur fingið eig- ararnar av heimsins mest lisna oljublað, at rudda forsíðuna. Tað eydnaðist nevniliga feløgunum at keypa partar frá Chev- ronTexaco, áðrenn farið varð at bora í summar. Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil í Føroyum og oddamaður fyri altjóða leiting hjá Statoil, sigur við Sosialin, at hann hevur onga við- merking til tíðindini í Uppstream. Hinvegin má sigast, at er veruliga talan um eitt stórt fund, so eigur føroyski Statoilstjórin helst sín leiklut í tí, tí tað var hann, sum stórð fyri sam- ráðingunum hjá Statoil at keypa upp 30% av loyv- inum. Tað er eisini áhugavert at síggja, at tað nettupp eru tvey feløg sum Statoil og Dong, sum eru við í loyv- inum, tí hetta eru feløg, sum hava víst stóran áhuga fyri at víðka um sítt virksemi við Føroyar. Nú kann eisini so bara gita, at hetta seinasta fundið við markið, fer at gera tey uppaftur meira virkin og møguliga fáa tað risastóra oljufelagið ChevronTexaco við inn á føroyaøkið. Tað vita vit tann 17. november. Rýmdi av staðnum Stutt eftir midnátt nátt- ina til sunnudagin fór ein bilur við tveimum fólkum í út av vegnum við Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Tá ið løg- reglan kom á staðið, var bilførarin rýmdur, men seinni somu nátt varð hann tikin, og blóðroynd varð tikin av manninum, tí ill- gruni var um rús- drekkakoyring. Eingin fólkaskaði var, men bilurin gjørdist vrak, verður upplýst av politistøðini í Klaks- vík. tn Løgreglan leitar eftir harðskaps- manni Náttina til sunnudagin varð ein maður sligin í Ítróttarhøllini á Hálsi. Maðurin breyt eina tonn, men harðskaps- maðurin, ið slóg, er ikki tikin enn. Vakt- havandi á politistøðini í Havn sigur, at løg- reglan veit ikki enn, hvør maðurin er, men arbeitt verður við mál- inum. Vitnir til hend- ingina verða avhoyrd, og vónandi verður maðurin tikin sum skjótast. tn Húsaófriðir loystir á staðnum Tríggjar fráboðanir um húsaófrið vóru í Havn í vikuskiftinum. Í øll- um trimum førum eydnaðist tað løgregl- uni at tosa partarnar til rættis, og ikki varð neyðugt at taka fólk við á støðina, verður sagt á politistøðini í Havn. Nógv full fólk vóru eisini í býnum um vikuskitið, og í trimum førum varð neyðugt at taka fólk við á støðina at sova rúsin út, upp- lýsir vakthavandi á politistøðini. Eingin varð tikin fyri rús- drekkakoyring í Havn um vikuskiftið. tn Risastórt olju- fund við markið Forsíðan á altjóða oljublaðnum Upstream Á kortinum síggja vit, hvat seinasta fundið er gjørt, Lochanager. Júst hinumegin markið, á føroyska landgrunninum, eru nógvir teigar við í útbjóðing. Beint sunnan fyri Lochnagar er Cambobrunnurin, sum keldur vilja vera við eisini er eitt fund. Tað er greitt, at er veruliga talan um tvey lønandi fund so stutt frá markinum, so kann hetta fáa alstóran týdning fyri áhugan at leita eftir olju og gassi á føroyskum øki. Kelda Upstream C M Y K 9 8