týsdagur 28. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 184 - 28. september 2004
Nr. 184 - 28. september 2004
11
Landsstevna Javnaðarfloksins í vikuskiftinum bar
sjálvandi dám av, at flokkurin eftir fleiri ár í oyði-
mørkini nú er komin aftur til valdið. Hetta er einki at
undrast yvir og væl skiljandi. Tað er tí heldur ikki so
løgið, at stevnan hevur eina bjartskygda tilgongd til
politisku og búskaparligu trupulleikarnar. Flokkurin
kom á stevnuni til ta niðurstøðu, at í fíggjarliga
trongum tíðum eigur at verða raðfest soleiðis, at
almennu íløgurnar í størstan mun eru arbeiðsskapandi.
Tá tað snýr seg um almennu rakstrarútreiðslurnar,
eigur flokkurin at raðfesta soleiðis, at almannaøkið,
heilsuøkið og útbúgvingarøkið ikki verða rakt av
sparingum Landsstevnan ásannar og fegnast um, at
stórur og týðandi partur av valskránni hjá Javnaðar-
flokkinum er við í samgonguskjalinum. Samstundis
heitir landsstevnan staðiliga á floksins valdu umboð
um at virka fyri, at hesi mál verða framd í verki. Tað
verður so avgerandi fyri lagnu Javnaðarflokksins, um
hesin setningur fer at eydnast. Eydnast hann ikki, so fer
alt at detta aftur á flokkin.
Landsstevnan tók undir við politikkinum á ríkis-
rættarliga økinum. Stevnan fegnaðist um avtaluna, sum
letur Føroya fólki avgerðarrættin á ríkisrættarliga
økinum og um avtaluna um víðkaðar uttanríkis-
politiskar heimildir. Hetta er sera áhugavert, og kann
bert merkja, at tann meira sambandsinnaði vongurin er
vorðin sissaður. Hetta er ivaleyst formanninum fyri at
takka, og hevur hann við hesumfingið frið við tann
annars sterka sambandsvonginum í flokkinum og kann
formaðurin tí nýta alla sína orku til politiska arbeiði og
at leiða samgonguna. Eitt mál, sum fylti nógv, var
spuringurin um fiskiloyvini. Her varð heitt á flokkin
um at fremja í verki ásetingarnar í samgonguskjalinum
um, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindum,
og at tiltøk verða sett í verk at støðga spekulatión við
fiskirættindum. Einki er at ivast í, at flokkurin her
hevur ein sín størsta trupulleika og er tað tí spennandi,
hvussu hann klárar hendan partin av politisku
útmeldingini.
Eitt mál, ið er tengt at hesum er trupulleikin við fiskin-
um, sum fer av landinum. Her noyðist flokkuirn at taka
eitt initiativ og fekk hann eisini boð um at leggja alla
orku í at forða fyri, at arbeiðspláss í fiskivinnuni á
landi hvørva orsakað av, at fiskurin fer beinleiðis á
útlendska marknaðin. Eisini spurningurin um at fáa
góðan og vælhagreiddan fisk til lands og av landinum
varð umrøddur. Her var eisini spurningurin um at fáa
okkum betri flutningsmøguleikar til feskan fisk
frammi. Tað verður eisini ásannað, at tað ongantíð
hevur verið meiri neyðugt enn nú at stuðla uppundir
vinnuspírar við at skapa góðar karmar fyri gransking,
menning og nýskapan. So mikið um tað vinnuliga og
statsrættarliga. Vit venda aftur til stevnuna í komandi
oddagreinum eisini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Frá oyðimarkargongd
til valdið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Marin Katrina Frýdal
valevni Tjóðveldisflokksins
til kommunuvalið í
Tórshavnar kommunu
Tað fall mær fyri bróstið at
lesa um ætlanirnar hjá
býráðnum at heilsa nýggju
kommununi
heimanfyri
vælkomnan uppí felags-
skapin við at brúka tey til
køst. Eftir mínum tykki,
sigur hesin framburður
ógvuliga nógv um hug-
burðin hjá býráðnum, bæði
tá ið ræður um umhvørvis-
mál og ikki minst um virð-
ingina fyri teimum smærru
kommununum, ið leggja
saman
við
Tórshavnar
kommunu á nýggjárinum.
Harafturat haldi eg, at hetta
er eitt ógvuliga keðiligt og
neiligt tekin/signal at senda
út við byrjan av einum
samstarvi.
Í bløðunum um dagarnar
hevur verið skrivað um
ætlanir at finna hóskandi
øki til nýtt tyrvingarpláss.
Sagt varð frá, at ein kann-
ing er gjørd, við luttøku av
bæði føroyskum og út-
lendskum
serfrøðingum,
fyri at finna, hvar best
hóskandi stað er at leggja
nýggja tyrvingaplássið. Úr-
slitið av hesi kanning var, at
trý hóskandi støð vórðu
funnin. Øll vóru tey heim-
anfyri, Fossdalur, ið er
norðan fyri Velbastað, við
Breiðá, ið er sunnan fyri
Velbastað og so Glyvurs-
nes. Talan er um náttúru-
vøkur støð, sum eisini nógv
havnafólk í áravís hava havt
stóra gleði av at koma út í, í
sínum fríløtum frá hvønn-
dagsligum strevi.
Eg eri stórliga bangin
fyri, at tá ið býráðið hevur
ætlanir um at fara so langt
úr miðbýnum við sínum
ruski, so er tað tí, at ætlanin
er at gera ein nýggjan køst,
eins og tann ið var við
ruskstøðina úti í Havnar-
dali á sinni ella við tyrving-
arplássið á Húsareyni, ið er
hvørki meira ella minni enn
ein tikkandi umhvørvis-
bumba. Mær tykir, at her er
talan um "ude af øje, ude af
sind" politikk.
Við teimum endurnýtslu-
møguleikum og tí tøkni, vit
hava í dag, ber til at byggja
tyrvingarpláss, sum eru so
rein fyri umhvørvið og
náttúruna, at tey nærmast
kunnu liggja millum hús.
Hetta er kostnaðarmikið,
tað vita vit, men hetta
mugu vit taka okkum ráð
til, tí vit hava snøgt sagt
ikki ráð til at lata vera.
Okkara land er lítið, og tí
skjótt at niðurbróta við
dálking og aðrari óhumsku,
ið ongantíð oyðist ella for-
ferst í náttúruni. Vit mugu
hjúkla og fara væl um land-
ið, tí vónandi koma nógv,
nógv ættarlið aftaná okk-
um, og skal teimum so
sanniliga eisini verða unt at
búleikast, eins og vit, í ein-
um reinum óspiltum landi.
Tí er mítt uppskot, at
nýggja
tyrvingarplássið
verður bygt so nær tí stóra
virkseminum/vinnulívinum
sum møguligt. Nei, tó ikki
á Tinghúsvøllinum, sum
yvirskriftin sipaði til, men
tó so nær, at vit noyðast at
seta harðastu krøv til útlát,
frárensl v. m. At hava tyrv-
ingarplássið so nær virk-
seminum/vinnulívinum
sum møguligt, sparir eisini
uppá koyring til og frá, ið
aftur er sparing uppá orku,
dálking og harafturat vega-
slit.
Tjóðveldisflokkurin fer
altíð at stríðast fyri at varð-
veita náttúruna og um-
hvørvið.
Johan Mortensen
Valevni hjá Tjoðveldis-
flokkinum til Býraðsvalið
Ikki krevst hægri aka-
demist prógv fyri at siggja
at Fíggjarlógin hjá Lands-
stýrinum fyri komandi ár er
órealistisk og hevur lítið
samband við kommerciella
veruleikan. Heldur enn eitt
hall uppá slakar 200 Mio
verður hallið eitt stað mill-
um 500 og 600 Mio !
Heldur ikki fíggjarlógin hjá
Tórshavnar Býrað kemur
at at halda og fara inntøk-
urnar eisini í Høvuðsstað-
num at minka
Arbeiðsloysi er skjótt
vaksandi kring landið. Bara
Suðuri í Vági ganga 150
mans fyri onki og Fiska-
virking vil ikki lata sítt
virkið upp.
Ronal Reagan segði í
røðu í Berlin um Berlin-
múrin "Mr Gorbatjov, come
here and tear down that
wall" eg sigi "Harra Løg-
maður far suður til Vágs og
lat hatta virkið upp so menn
kunnu vinna sær dagligt
breyð!
Afturgongdin í búskapin-
um fer eisini at merkjast
her
í
Høvuðsstaðnum,
Tórshavnar Skipasmiða og
Eimskip tosa sítt tíðuliga
mál. Skal Tórshavn verða
lív lagað mugu allar góðar
og kreativar kreftir taka
saman hendur vinnulívin-
um at frama. Vit verða
noydd at gloyma alla vana-
hugsan og arbeiða saman
sum frægast so at ikki
kreppan verður ov lemj-
andi. Tað má verða fram-
leiðsla á øllum økjum sum
skal menna hetta samfelag.
Havnin kann ikki bert liva
av studningi og almennum
lønum. Søgan vísir at bert
samfeløg sum framleiða
yvirliva í longdini. Væl at
merkja við einum normal-
um, profittskapandi, privat-
um vinnulívi heldur enn
sokallaðum
almennum
partafeløgum.
Ikki skulu vit falla í fátt,
tað eru framvegis nógvr
møgulleikar at troyta og
fari eg at koma inn á nakr-
ar seinni. Her býr gott fólk
í góðum landi, høvdu vit
bara ikki klandrast so illani.
Nýggja tyrvingarplássið á Tinghúsvøllin!
Depressivt tos
Hildur Eyðuns-
dóttir
Tjóðveldispolitikkur er
eisini býráðspolitikkur,
og sjáldan hevur tað
verið so týdningarmikið,
at fáa ein sterkan Tjóð-
veldisflokk í býráðið,
sum til hetta valið. Í
Tjóðveldisflokkinum
vilja vit gera Tórshavnar
kommunu til eina fyri-
myndarliga vælrikna og
góða kommunu hjá øll-
um at búgva í.
Rættartrygdin í hásæti
Tað liggja stórar upp-
gávur fyri framman, ikki
minst at endurreisa álit-
ið á kommununa. Og
komandi valskeið vil
Tjóðveldisflokkurin
leggja alla neyðuga orku
í, at kommunala fyrisit-
ingin kemur at virka í trá
við bæði fyrisitingarlóg,
og lógina um alment
innlit.
Mong síggja hesar
lógir sum eitt haft um
beinini og sum eina
forðan fyri effektivari
arbeiðsgongd.
Men
veruleikin er tann, at
hesar lógir skulu tryggja
okkum, at alt fer rætt
fram, so at fyrisitingar-
ligar avgerðir ikki vera
tiknar á skeivum grund-
arlagið til skaða fyri
borgaran.
Tórshavnar kommuna
hevur sum elsta og
størsta kommuna í land-
inum, ígjøgnum langa
tíð bygt sínar egnu
mannagongdir og um-
sitingarligu
siðvenjur
upp, men eru tær mang-
an als ikki í trá við,
hvørki fyrisitingarlóg,
ella lógina um alment
innlit, har rættartrygdin
er í hásæti. At broyta
hetta, krevur eitt miðvíst
arbeiði, og neyðugt er at
styrkja fyrisitingina, og
at gera hetta við virðing
fyri kommunalu starvs-
fólkunum.
Opinleiki og
nærdemokrati
At vit yvirhøvur hava
kommunur er tí, at vit
ynskja at fólkaræði skal
vera so nær borgaranum
sum gjørligt, og tí hava
vit valt, at tær uppgávur
sum beinleiðis viðvíkja
borgaranum skulu loys-
ast og røkjast í kommun-
unum. Men fyri at upp-
fylla hugsjónina um
nærdemokrati, so krevur
tað, at kommunan, í
nógv størri mun, tekur
borgaran við uppá ráð.
Kommunan skal tí, í
góðari tíð, kunna um
hvørjar uppgávur og
ætlanir
liggja
fyri
framman, og yvirhøvur
gera tað lætt hjá fólki, at
seta seg inn í mál ið hava
teirra áhuga, soleiðis, at
øll, ið hava hug til tess,
hava møguleika at lut-
taka og ávirka.
Trivnaðarpolitikkur
Ein kommuna fyri øll.
Tað er í stuttum trivnað-
arpolitikkur Tjóðveldis-
floksins. Tað skal vera
rúm fyri øllum og tilboð
til øll. Trivnaður er ein
hugsjón, og ein til-
gongd. Alt okkara polit-
iska virksemi eigur at
vera ein leið fram móti
størri trivnað, og vit
vilja í Tjóðveldisflokk-
inum arbeiða fyri, at fáa
trivnaðarhugsjónina inn
í allar tættir í kommu-
nalum arbeiði.
Tjóðveldið í
býráðspolitikki
Rættartrygd, fólkaræði,
opinleiki og trivnaður.
Hesi hugtøk, sum eru
hornasteinar undir ein-
um góðum samfelag,
vera í stóran mun fyri-
sitin í kommununum. Tí
er tað eisini í kommun-
unum at vit skulu ítøki-
liggera vælferðarsam-
felagið, og byggja upp
álit á skipanirnar og álit
á okkum sjálvi. Tí er
kommunupolitikkur
eisini tjóðveldispolitikk-
ur. Tí er ein sterkur
Tjóðveldisflokkur
al-
neyðugur í býráðnum.
Og tí er tað neyðugt at
vit koma í fremstu rók, í
meiriluta og í borgar-
stjórasessin.
Tjóðveldisflokkurin
vil hava borgar-
stjóran
Vegna nevndina í
Føroya Pedagogfelag
Jarvin Feilberg Hansen,
formaður
Tórshavn, 24.09.2004
Hans Pauli Strøm lands-
stýrismaður tykist at góð-
taka at dagstovnalógin
verður brotin.
Felag okkara hevur nú í
fleiri vikur alsamt heitt á
Hans Paula Strøm, lands-
stýrismann, um at steðga
lógarbrotinum, sum býráð-
ið á Tvøroyri framhaldandi
fremur við at hava persón
uttan pedagogútbúgving í
starvi sum leiðari fyri frí-
tíðarskúlan, hóast galdandi
dagstovnalóg greitt ásetur,
at leiðarin skal vera peda-
gogur.
Landstýrismaðurin tykist
ikki at hava vilja ella dirvi
til at loysa hetta mál, hóast
talan er um mál, sum hann
hevur ábyrgdina av.
Kunnu landsstýrismenn
geva kommunum tilsøgn
um ávís lógarinntriv, sum
"samsýning"
fyri
at
kommunan heldur gald-
andi lóggávu?
(avrit frá fundi millum
borgarstjóran, formann-
in og næstformannin í
sosialu nevnd og Lands-
stýrismannin í Almanna
og - og heilsumálum
Hans Paula Strøm)
Niðurstøða frá fundi 12.
september 2004 millum
borgarstjóran, formann-
in og næstformannin í
sosialu nevnd og lands-
stýrismannin í Almanna-
og heilsumálum, Hans
Pauli Strøm, um setan av
leiðara til frítíðarskúla á
Tvøroyri
Í samrøðu við undirrit-
aða í morgun greiddi
landsstýrismaðurin frá,
at niðurstøðan á fundin-
um við Tvøroyrar Býráð
var, at:
1).
Tvøroyrar Býráð
beinanvegin
tekur
neyðug stig fyri at fáa
viðurskiftini í rættlag,
harí at taka starvssetan-
ina aftur.
2) Landsstýrismaðurin
tekur stig til at broyta §8
í dagstovnalógini, sum
m.a.
ásetur førleika-
krøvini hjá stovnsleið-
arum.
Eg skal við hesum heita
á borgarstjóran um at
vátta niðurstøðuna frá
fundinum, og faksa vátt-
anina til Almanna- og
heilsmálaráðið skjótast
gjørligt
Vinarliga
Aibritt á Plógv
Aðalstjóri
Vit hava, sum hjálagda av-
rit vísir, staðfest, at lands-
stýrismaðurin hevur givið
Tvøroyrar kommunu til-
søgn um at hann skal taka
stig til at broyta galdandi
lóggávu, afturfyri at kom-
munan heldur hesa somu
lóg.
Vit halda tað vera løgið,
at ein landsstýrismaður so-
leiðis
forhandlar
við
kommunur fyri at fáa tær at
halda eina lóg, og enn
løgnari halda vit tað vera,
at hvørki løgmaður ella
nakar av samgonguflokk-
unum hevur tala at hesari
handfaring av málinum.
Heilt óskiljandi er hand-
faringin, tá vit kunnu stað-
festa, at landsstýrismaðurin
einki tykist at gera, nú
kommunan heldur fram við
lógarbroti sínum.
Hevur
landsstýrismað-
urin hildið skyldur sínar
sambært
lógina
um
ábyrgd landsstýrisins ?
Sum kunnugt er áset í
lógini um ábyrgd lands-
stýrisins, at Løgmaður og
landsstýrismenn
hava
ábyrgd av fyrisitingini av
teim málsøkjum, sum løgd
eru til teirra (grein 2).
Fyri okkum er eingin ivi
um, at ein landsstýrismað-
ur, sum ikki handhevar
galdandi lóggávu innan
málsøki, har hann beinleið-
is hevur fingið eftirlits-
myndugleika, hann heldur
ikki skyldur sínar sum
landsstýrismaður.
Enn meira greitt er hetta,
tá vit svart uppá hvítt
kunnu síggja, at lands-
stýrismaðurin við almanna-
og heilsumálum ger avtalu
við eina kommunu sum
greitt brýtur lógina, um at
landsstýrismaðurin
skal
broyta lógina um kommun-
an steðgar við lógarbroti
sínum.
Kann Føroya Løgting
hava álit á einum lands-
stýrismanni,
sum ikki
steðgar lógarbroti.
Vit fáa okkum illa at
trúgva, at Føroya Løgting
kann sita hendur í favn og
hyggja at, meðan ein
landsstýrismaður ikki held-
ur skyldu sína og steðgar
greiðum lógarbroti.
Her kunnu vit spyrja,
hvar er andstøðan ? Hví
hevur eingin fólkavaldur
politikkari verið frammi og
átala at landsstýrismaður
ikki tykist vilja steðga
greiðum lógarbroti ?
Hvar eru fjølmiðlarnir ?
Hóast talan er um eitt
rættuliga álvarsligt mál, so
tykjast fjølmiðlarnir at geva
málinum sera lítlan ans, og
hetta halda vit vera spell, tí
júst fjølmiðlarnir áttu at
kent tað sum sína skyldu at
víst á mál sum hetta, har
landsins myndugleikar ikki
tykjast at virða landsins
lógir.
Rættartrygdin í vanda
Um
verandi
samgonga
framhaldandi fer at góð-
taka, at landsstýrisumboð
teirra so skilliga góðtaka, at
galdandi lógir ikki verða
fylgdar, so er rættartrygdin
veruliga í vanda.
Tað er tí hugstoytt, at løg-
maður ikki hevur virt
okkum svar, hóast vit
skrivliga hava spurt hann
um hann góðtekur hand-
faringina hjá Hans Paula
Strøm, lansstýrismanni av
málinum um leiðaran fyri
frítíðarskúlan á Tvøroyri.
Hendan tøgn løgmans
reisir illgruna um, at fyri
løgmann er tað meira um-
ráðandi, at royna at verja
floksfelaga sín enn at hava
eftirlit við, at landsstýris-
maðurin røkir skyldur sín-
ar.
VIÐMERKINGAR
Hevur løgtingið álit á einum lands-
stýrismanni, sum góðtekur lógarbrot?
Mathias Lassen
Nú verður dúgliga skrivað
um Suðuroynna, serliga eru
tað politikkarar, sum siga
sína hugsan. Tað er eisini
vanligt, tá tað stundar til
val.
Hesir politikkarar vita so
ógvuliga væl, hvat rættast
er, men um hesi somu fólk
hugdu í bakspeglið, hugdu
eftir, hvat tey hava gjørt
fyri Suðuroynna í øll tey ár,
sum tey hava sitið í bý- og
bygdarráðum, so varð teirra
úrslit sera væl lýst í Degi
og Viku týskvøldið 21.
sept. Sagt varð, at í 1950
búðu 20% av øllum føroy-
ingum í Suðuroy. 20% í dag
er tað sama sum 10.000
fólk, men verðuleikin er
tann, at 5.000 fólk eru bú-
sitandi í Suðuroy í dag.
Hesir politikkarar, sum
sitið hava hesi seinastu 50
árini, hava stórt sæð av-
fólkað hesa vøkru og ser-
merktu oyggj. Skammið
tykkum.
Eg minnist 50-ini. Hóast
kreppu í øllum landinum,
so var tað Suðuroyggin,
sum helt longst út. Hon
mátti eisini lúta til síðst, og
øll virkini fóru á heysin,
eitt fyri og annað eftir, men
tað var fleiri ár eftir at
Sjóvinnubankin var farin á
heysin.
Eingin fall í fátt, og skjótt
tóku menn og kvinnur seg
saman, og settu gongd í aft-
ur virksemið. Tað var tann
positivi andin í fólkinum
sum dreiv verkið. Tað stríð
sum tá var millum bygdir-
nar, tað varð ornað sunnu-
dag á plenuni.
Men so fóru politikkarar
at stríðast og berjast, og tað
hevur niðurbrotið allan
tamm positiva andan sum
var í fólkinum.
Hugsið tykkum eitt húski
við fleiri børnum. Um páp-
in og mamman alla tíðina
hava ein negativan holdn-
ing, so vaksa børnini upp í
einum negativum anda og í
slíkum føri spyrst einki
burtur úr. Og soleiðis upp-
liva vit kommunustýrislim-
irnar í dag, tað er ein
negativur andi innan bý- og
bygdarráðsgátt, og í tí anda
vaksa vit (borgararnir) upp
í. Tað kann ikki spyrjast
nakað gott burtur úr.
Nú hesi fólk skriva í
bløðunum, er tað helst fyri
at verða vald inn í bý- og
bygdarráð, men eg vil inni-
liga heita á tykkum, um at
taka tykkum saman og
finna eina positiva gongda
leið og leggið svørðini frá
tykkum, tað er eitt krav frá
okkum borgarum. Lat hetta
val snúgva seg um at standa
saman sum ein maður.
Kunnu tit ikki tað, so biði
eg tykkum so inniliga um,
at tit ikki lata tykkum stilla
upp til hetta kommunuval.
Vit vilja hava, at fólkið
stendur saman sum ein
maður, líka úr Sandvík til
Sumbiar.
Hugsið tykkum til, at í
dag kundi 10.000 fólk búð í
Suðuroy, um tit høvdu
handlað rætt. Takið tykkum
saman, vælsignaðir menn
og kvinnur.
Suðuroyggin, klandur og stríð
C
M
Y
K
11
10