týsdagur 28. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 184 - 28. september 2004
Nr. 184 - 28. september 2004
13
Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
Tíðin er komin til, at
kommunalpolitikarar
fara úr sínum lítla
dunnuhyli og tora at
hyggja út um bøgarðar-
nar.
Fremmanda fólk, sum
lesa bløðini, hoyra tíð-
indi í Útvarp Føroya og
síggja Sjónvarpi, kunnu
fáa ta fatan, at Suð-
uroyggin er tvær oyggj-
ar, ein sunnara og ein
norðara oyggj, bert við
tveimum býum, Vág og
Tvøroyri.
Sumba,
Lopra,
Porkeri, Hov, Fámjin,
Hvalba
og
Sandvík,
verða ikki tiknar upp á
tungu og er hettar heilt
burturvið, tí tað búgva
líka nógv fólk tilsaman í
hesum bygdum sum á
Tvøroyri.
Ein kommuna
Tað hevur verði tosa og
skriva nógv um, at
Suðuroyggin skal verða
ein kommuna, undan-
tikið Vágs býráð, sum
hevur bundið seg til at
siga, at tað skal verða
tvær kommunur.
Mær vitandi taka allir
kommunalpolitikarar í
hinum seks kommunun-
um undir við, at Suður-
oyggin skal verða ein
kommuna.
Men tíverri eru tað
býráðspolitikkarar
á
Tvøroyri sum siga, "ein
kommuna og at alt skal
verða á Tvøroyri", og tá
má sigast, at hesir eru
ikki komnir úr sínum
lítla dunnuhyli.
Tað sama hevur verði
galdandi tá ið kommun-
an skal seta fólk í starv
og arbeiði bjóðast út,
men tíbetur er tørvurin á
útbúnaði
arbeiðsmegi
við at broyta henda
dunnuhyljapolitik.
Arbeiðspláss
Kommunurnar
hava
altíð
kappast
um
arbeiðspláss, tí so fáa
tær skattainntøkurnar.
Hendan
kappingin
hevur verði til meira
skaða enn gagn, og
høvdu vit sloppið undan
hesum, um oyggin var
ein kommuna.
Somuleiðis
blívur
sagt, at alt alment ar-
beiði er flutt til Tvøroyri
og er tað eisini sannheit,
at skrivstovur hjá Toll&
Skatt, Almannastovuni,
Politi og sjúkahús liggja
á Tvøroyri, men veru-
leikin er jú, at kanska
tveir triðingar av teim-
um sum arbeiða á hesum
arbeiðsplássum búgva
uttan fyri Tvøroyri og
gjalda tí ikki skatt á
Tvøroyri.
Suðuroyggin manglar
arbeiðspláss
Tá landsins myndug-
leikar
bjóða
okkum
arbeiðspláss, skulu vit
sjálvsagt taka teir uppá
orðið, hvar tey liggja er
fullkomiliga líkamikið.
Tann tíðin er farin, at
títt arbeiðspláss partú
skal liggja á sama stað,
har tíni hús standa.
Broyting má til
Komandi kommunuval
gevur
veljarunum
møguleika,
at
velja
kommunalpolitikarar,
sum tora og hava vilja til
at fara út um bøgarðar-
nar og arbeiða fyri Suð-
uroynni, og ikki bert fyri
egnum dunnuhyli.
Dunnuhyljar og
bøgarðar í Suðuroy
VIÐMERKINGAR
Alfred Olsen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Øll kenna vit hesa frálíku
søguna hjá H.C. Andersen,
ið byrjar so tragisk og vón-
leys fyri henda neyðars
unga, men sum endar so
vónrík og stórbærsliga, tá
hesin sami ungi, sum ein
vakur svani breiðir veingir-
nar út og vísur umhvørvin-
um sín rætta veruleika.
Søgan um Postverk Før-
oya er tann øvugta, tí tá
Postverkið í 1976 var yvir-
tikið, var tað at líkna við
ein svana, sum við luft und-
ir veingjunum, og við stór-
um yvirskoti, vísti um-
hvørvinum hvat postverkið
var, ja tá var sagt, at post-
verkið kom at vera ein
fíggjarlig grundsoyla undir
tí føroyska samfelagnum.
Men tíverri, og tað harm-
ar meg, hevur Postverkið
mist flogið, sjálvt um tað
hevur sera dugnalig starvs-
fólk, og rekur í dag fram
móti eini óvissari framtíð,
bæði sum stovnur og ar-
beiðspláss.
7 posthús í Føroyum.
Í dag miðar Postverk Før-
oya eftir at lukka so gott
sum øll verandi posthús,
inntil teir eru komnir niður
á uml. 7 posthús í Føroy-
um. So við hetta lag, fara
føroyingar í framtíðini at
"valfarta" til posthúsini í
desember mánaða tá jóla-
pakkin skal sendast til børn
og familju uttanlands.
Skal gongdin vendast, og
tað meini eg hon kann, so
skal postverkið fara aktivt
inn og bjóða sínar tænastur
fram innan nógv fleiri økir
enn í dag, sum tann tæn-
astustovnur Postverkið er
og sum hevur álit millum
fólk.
Postkassarnir.
Í staðin fyri at brúka orku
uppá at fáa fleiri inntøkur
til Postverkið, so verður
arbeitt við eini postkassa-
skipan, sum gongur út
uppá, at áleggja fólki at
flyta postkassan frá út-
hurðini og út til vegin ella
settan á húsaveggin móti
vegnum, fyri at spara tíð og
harvið løn til postboðini,
men hetta viðførir eina
munandi verri tænastu,
serliga fyri okkara eldru
borgarar, og tí eigur post-
kassaætlanin at vera slept,
tí henda ætlan kemur at
viðføra, at tænastustøði hjá
Postverkinum skavar botn-
in, og millum annað tí
slerdi henda ætlan heldur
ikki ígjøgnum í Danmark,
meðan Norra royndi skip-
anina við tí úrslitið, at í dag
verða millum 200-300.000
túsund postkassar fluttur
aftur inn móti húsunum.
Og hví skulu vit so fara
undir eina postkassaskipan,
sum hevur spælt falit allar
aðrar staðir? Eg haldi hetta
er bæði meiningsleyst og
provokerandi.
Posthús í handlum.
At hava lokal posthús í ver-
andi handlum, meti eg er
eitt frálíkt hugskot sum
eigur at roynast, tí hettar
hækkar tænastustøði, við
tað at posthúsið kemur at
kunna veita tænastur so
gott sum allan dagin.
Henda skipan er ikki nýggj,
men førir okkum aftur til
røturnar, tí hetta var tað
vanliga postmynstrið í Før-
oyum.
Á
Toftum
fungeraði
henda skipanin frálíka væl,
við Pidda Skaale, sála, sum
handils- og postmanni.
Inntøkur.
Eg meti, at Postverkið skal
brúka krefturnar til at skapa
inntøkur og tillagað tæn-
astu sínar við at bjóða seg
fram, bæði tá talan er um
vanligan post, elektronisk-
an post, pakkapost, annan
post sum spæliseðlar v.m.,
postgiro, fragt v.m., tí við
hesum skaptist eitt inni-
haldsríkt arbeiðspláss fyri
starvsfólkini og Postverkið
hevði tryggja sítt fíggjar-
liga rakstrarstøði sum hevði
viðført stabil viðurskifti í
Postverkinum.
Postverkið í framtíðini.
Grundin fyri at eg eri ímóti
tí negativu gongdini í post-
verkinum í løtuni, kemur
ikki einans av lokal áhuga-
málum, sjálvandi eri eg
ímóti og vil fora fyri at
posthúsið á Toftum lukkar,
men tí eg meti, at verandi
gongd viðførir eina "av-
tøku" av postverk Føroya
sum tænastustovni, og hes-
um takið eg ikki undir við,
tí eg ynski ikki, at post-
verkið verður "den grimme
ælling" tá talan er um tæn-
astur, men í staðin verður
tann fullkomni "svanurin"
millum tænastuveitarar í tí
Føroyska samfelagnum.
Den grimme ælling
Dan Lamhauge
Nú, játtanin til kvøldskúlan
er skorin við nøkrum
hundraðtúsund krónum, er
tað greitt, at onki tilboð
verður fyri fólk við breki.
Tað er at harmast um, at
samgongan vil skerja játt-
anina til kvøldskúlan. Úr-
slitið er, at onki tilboð verð-
ur fyri fólk við breki. Eg
havi seinastu 8 árini starv-
ast á Tórshavnar Kvøld-
skúla, har eg havi undirvíst
fólki við breki í ítrótt. Tað
hava verið 8 ár við avbjóð-
ingum, men sanniliga eisini
við innihaldi og sannari
lívsgleði. Ítrótt hevur nógv
gott at geva fólki, motión,
tekniskar førleikar og í hes-
um førinum hevur sosiala
samveran sera stóran týdn-
ing. Ja, summi gleða seg
eina heila viku til næstu
tímarnir í ítrótt verða lisnir.
Tey kunnu vera menningar-
tarnað, ella sita kanska í
koyristóli,
hava
fingið
heilabløðing og eru lamm-
að, ella hava á annan hátt
merkt mótgang. Tey hava
onki annað. Nú hoyrdi eg í
útvarpinum, at landsstýris-
maðurin visti at siga frá, at
tey flestu ganga til fleiri
ymsar lærugreinir á kvøld-
skúlanum. Tað úttalilsið
sigur nokk um hugburðin
hjá landstýrismanninum.
Hann skal minnast til, at
ongin teirra fer at ganga á
kvøldskúla í enskum, týsk-
um ella føroyskum, har
málið er at standa próvtøk-
una, ongin teirra brúkar
dansistøðini í vikuskift-
inum, ongin teirra gongur á
Margarinfabrikkini í Havn,
ongin teirra sleppur at
sparka fótbólt við ÍF ella
nøkrum
ørðum,
ongin
teirra syngur í nøkrum kóri,
heldur ikki gentukórinum í
Fuglafirðin, summi hava
ikki ein gang eitt arbeiði at
fara upp til. Tey hava ongi
onnur tilboð enn kvøld-
skúlan. Men tað unnar
landstýrismaðurin og sam-
gongan ikki okkara veik-
astu. Man hevur ráð at
brúka milliónir uppá at
bjarga rækjuvinnuni, uttan
at vita, um tað fer at eydn-
ast, og man hevur ráð at
seta ein tíðindafulltrúa í
landstýrinum, men man
hevur ikki ráð at lata nakrar
hundraðtúsund krónur til
kvøldskúla fyri fólk við
breki. Tað er stórt spell, og
eitt klárt afturstig í okkara
vælferðarsamfelagi.
Jógvan Arge
býráðslimur
Skilji so væl, at Heðin
Mortensen vil hava lagt lok
á málið um tað økta
barnatalið og broytta ald-
ursbýtið á dagstovnunum.
Tað hevur fingið ilt í tey,
sum arbeiða á stovnunum.
Kanska serliga tí tey óttast
fyri, hvat tað næsta aftur-
stigið verður.
Fyri sjálvur at sleppa
burtur úr knípuni, vil hann
vera við, at bæði menta-
málanevndin og fíggjar-
nevndin hjá býráðnum hava
viðgjørt og samtykt hesa
nýggju skipan.
Tað er ikki rætt. Ongin
nevnd í býráðnum hevur
viðgjørt málið og enn
minni samtykt broytingar-
nar.
Málið hevur hvørki verið
á skrá hjá mentamála-
nevndini
ella
fíggjar-
nevndini og ei heldur hjá
býráðnum sjálvum.
Tað kann Heðin fáa
váttað við at spyrja seg fyri
hjá teirri umsiting, sum
hann sjálvur er nevndar-
formaður fyri.
So hóast fáur sigst lúgva
meir enn helvtina, so pellar
Heðin tvífalt í hesum føri!
Frá okkara síðu skal ikki
skorta vilji at loysa málini
til frama fyri dygga barna-
ansing, men til tess er
neyðugt, at hann, sum skip-
ar fyri, leggur málini fyri
nevnd til viðgerðar.
Heðin pellar tvífalt
Játtanin til kvøldskúlan skorin
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
28. september. Vencelaus, deyður í 935. Sonur hertogan Vratislav í Bøhmerlandi. Av øvund læt heidni bróðirin
Boleslav hann myrða. Gjørdist verndarhalgimenni hjá Bøhmen og er jarðaður í Sankta Vensils Kapelli í
Vituskirkjuni í Prag, sum er bygd oman á toftunum av tí rotundu, hann sjálvur læt byggja.
Føroyska navnið er Vensil. Hammersheimb-ættin kemur úr Bøhmerlandi, og Vensil próstur skrivaði navn sítt
Venceslaus Ulricus Hammersheimb (1819-1909).
Navnið er slaviskt og merkir hin heiðurkrýndi.
Lucas Debes doyði hendan dagin í 1675, 52 ára gamal.
Prógv
Eyðna Mørkøre Joensen, Miðvági, hevur 26. aug.
lokið prógv í samskifti og enskum (cand.com.) á
Roskilde Universitet Center.
Katrin Wardum
60 ár
Týsdagin 28. september
verður Katrin Wardum,
frisør í Havn, 60 ár.
Katrin er av Signabø.
Hon er næstelst av sjey
systkjum, og foreldrini
vóru Ingibjørg Geyti og
Poul Niklái Johansen. Sum
ung fór Katrin til Havnar í
frisørlæru hjá frk. Djur-
huus. Hon búði hjá William
og Lisu Heinesen, og tey
árini hava sett stóran dám á
hennara lív.
Katrin giftist við Jóanis
Wardum og saman fingu
tey fýra børn: Hannis, Una,
Rúnu og Bjarna Wardum.
Katrin byrjaði sína egnu
frisørsalong 1. desember
1971 í kjallaranum í húsun-
um á Heygsvegnum, og har
hevur hon arbeitt síðan.
Kundarnir
hava
verið
trúgvir øll hesi árini, og
Katrin hevur bæði verið
vinkona og sálarhirði hjá
mongum teirra.
Alt hevur tó ikki verið
arbeiði - og langt frá tí.
Katrin er sera virkin. Eitt
náttúrubarn, sum gongur
langar túrar í øllum veðri.
Urtagarðurin blómar undir
hennara kønu hond, og hon
tekst nógv við at mála
myndir. Katrin ger fimleik í
Havnar Fimleikafelag og
elskar at dansa. Og so er
kórsangurin henni dýra-
bærur.
Men fram um alt er
Katrin mamma. Børnini
hava verið alt hjá henni, og
tey hava higartil givið
henni 8 ommubørn.
Katrin hevur síðan 1987
livað saman við Georg Eg-
holm, lækna. Tey bæði hava
ferðast nógv kring heimin
saman og hava í tveimum
umførum búð longri tíðar-
skeið so langt burturi sum í
Suðurafrika. Samstundis er
hon heimkærari enn tey
flestu.
Nú Katrin Wardum rund-
ar tey seksti heldur hon
dagin saman við familjuni
uttanlands.
24 juli 2004 var ein
merkisdagur
fyri
eftir-
komarnir hjá Daniel Johan
og Elini Lisberg í Smiðjuni
í Fámjin. Tá møttust vit
nevniliga til ættarstevnu í
Høllini í Trongisvági.
Fólk komu víðani frá.
Flest vóru sjálvandi úr Før-
oyum, men nógv komu
eisini úr Danmark og eisini
kom onkur líka úr USA.
Stevnan byrjaði kl.16 har
vit møttust og komu at
kenna hvønnannan. Eisini
varð høvi til at síggja
familjumyndir, samstundis
sum høvið eisini var til at
síggja eina framsýning um
Jens Olivur Lisberg. Jens
Olivur Lisberg er helst er
tann kendasti av okkum, og
tí var tað áhugavert at
síggja lutir, ið hann hevur
átt, samstundis sum yrking-
ar, stuttsøgur og annað
hann hevur gjørt, eisini var
sýnt framm. Merkið var
sjálvandi eisini við.
Eitt diasshow við mynd-
um úr Fámjin stóð eisini og
lýsti uppá veggin.
Seinni tóku vit felags-
myndir og kl. 19 fóru vit
inn í eina vælskrýdda ítrótt-
arhøll, har allir teir 456
Lisbergarnir hildu eina
rimmarveitslu, við góðum
mati, nógvum sangum und-
irhaldi og talum.
Seinni var so dansur og
eisini var farið upp á gólv.
Veitslan vardi til tann ljósa
morgun og fólk hugnaðu
sær óført.
Vit sum fyrireikaðu til-
takið, vóru sera fegin um,
at fólk tóku so væl undir
við tí og møtti so talsterk
upp og hjálptu væl til við at
pynta, prenta sangir, rudda
o.a.. Vit fingu eisini góða
hjálp frá fólkunum í høllini
og frá Tvøroyrar Komm-
unu, og hetta eru vit takk-
som fyri.
Samanumtikið kunnu vit
siga, at vit høvdu ein sera
hendingarríkan og hugna-
ligan dag saman.
Sum nevnt tóku vit
myndir av veitsluluttakar-
unum. Eina felags mynd og
so eisini myndir av teimum
fimm greinunum hvør sær.
Sum vituligt er, eru tað
helst fleiri, ið ynskja at
ogna sær hesar myndinar,
og nú er møguleiki til tess.
Felagsmynd saman við
einari av greinamyndunum
kosta kr. 50. og ynskist
felagsmynd og allar greina-
myndinar, kosta hesar kr.
100.
Myndinar fáast við at
flyta pengarnar á kontonr.
6460 1684924 í Føroya
Banka. Viðmerk myndir.
Tey sum skrivaðu seg á
myndalistan, mugu eisini
flyta pengarnir á konto,
áðrenn
myndinar
vera
sendar.
Fyrireikararnir av ættar-
stevnuni hjá Lisbergarun-
um siga, at seinasta freist at
biða um myndir er 15.
oktober.
456 Lisbergarar á ættarstevnu í Trongisvági
Karolina
Petersen 80 ár
Í gjár, mánadagin 27.
september, varð Karo-
lina Petersen 80 ár.
Karolina hevur seinastu
hálvu øldina verið í
fremstu røð, tá ið tað
hevur rátt um at arbeiða
fyri at betra umstøður-
nar hjá teimum brekaðu,
og hon er eisini kend frá
politiska lívinum.
Karolina er ættað av
Toftum. Foreldrini vóru
Sanna og Andreas Han-
sen, Andreas í Túni. Hon
er gift við Peturi Peter-
sen, presti, sum er ætt-
aður úr Klaksvík. Tey
eiga sonin Kára.
Miðskeiðis í fimti ár-
unum fluttu tey aftur til
Føroya, eftir at tey
høvdu verið á flatlond-
um. Petur gjørdist prest-
ur í Hvalvík, og Karo-
lina fór undir virksemið
í ALV, sum hon var
fyristøðufólk fyri frá
1956 og fram til 1999.
ALV helt til við Áir, og
Karolina, væl stuðlað av
manninum,
arbeiddi
nógv og miðvíst fyri at
betra um umstøðurnar
og møguleikarnar hjá
teimum brekaðu. Døm-
ini eru nógv um tey, sum
við hjálp og stuðli frá
Karolinu og Peturi og
ALV komu á arbeiðs-
marknaðin og um onnur,
sum komu á rætta hill,
eftir at sjúka ella brek
hevði forðað teimum at
verið í tí, sum tey
frammanundan høvdu
tikist við.
Umframt ALV legði
Karolina í 1965 lunnar
undir privata vistarheim-
ið fyri brekað í Havnini,
sum eisini í nógv ár
hevði hølir við Tofta-
vatn. Umframt í so
mongum øðrum, so var
hon eisini í fremstu røð,
tá ið Hotel Tórshavn var
latið upp í Keypmanna-
havn. Hon sá, at har var
ein tørvur, sum ikki var
nøktaður, og so tók hon
stig til, at nakað varð
gjørt við hetta. Hon var
formaður í nevndini fyri
hotellið frá 1976 og til
1986, og hon hevur eis-
ini verið í stýrinum fyri
Landssjúkrahúsið.
Eftir eina fjórðings
øld í Hvalvík, fluttu
Karolina og Petur fyrst í
áttati árunum inn á
Gjarðarnes, og har vóru
tey, inntil Petur, sum 1.
desember í fjør varð 80,
legði frá sær orsaka av
aldri, og tey fluttu til
Havnar.
Frá 29. mars í 1988 og
inntil í januar í 1989 var
Karolina
landsstýris-
maður fyri Framsóknar-
flokkin, sum Adolf Han-
sen, sáli, var formaður
fyri. Karolina umsat al-
mannamál og komm-
unumál.
Føðingardagin skuldi
Karolina halda saman
við nøkrum av sínum
næstu.
Rúna Sivertsen
tikið sæti á
løgtingi
Fríggjadagin
24.
september tók Rúna
Sivertsen sæti á løgtingi
fyri Jákup Mikkelsen,
sum er á ST-aðalfundi í
New York.
Hetta er fyrstu ferð,
hon tekur sæti á tingi í
hesum valskeiðinum, og
verður hon við til 1.
viðgerð av fíggjarlógini.
Rúna hevði fast sæti á
tingi frá 1996 - 2002, og
hevur síðani tá verið
varafólk hjá fólkaflokk-
inum í Norðoyggjum.
C
M
Y
K
13
12