Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 184 - 28. september 2004 Nr. 184 - 28. september 2004 15 Gestarøðan hjá Claus Larsen Jensen á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum var ein hálovan av ES limaskapinum úr enda í annan. For- maðurin í Evropa- nevndini í Fólkating- inum megnaði tíverri ikki at geva eina fjøl- broytta mynd av ES, sum javnaðarfólk frammanundan høvdu vónað GESTARØÐA UM ES Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tey, sum høvdu vónað at fingið fjølbroytta mynd av ES borðreidda av gestarøð- aranum, Claus Larsen Jen- sen, mundu fara vónsvikin heim av landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum fríggja- kvøldið. Hóast javnaðarfólk und- an landsfundinum høvdu sett nøsina eftir at fáa innlit í bæði fyrimunirnar og vansarnar við ES-lima- skapi, gjørdist røðan heldur ein hálovan av ES úr enda í annan. Tað skortaði ikki við góðum lýsingarorðum um ES í Læraraskúlahøllini fríggjakvøldið, meðan lítið hoyrdist til teir møguligu vansarnar, ES-limaskapur kann bera við sær fyri Før- oyar. Claus Larsen Jensen hevur áður verið ímóti ES- limaskapi, men broytti síðan hugsan, og er í dag heitur forsprákari fyri fe- lagsskapinum. Av tí, at for- maðurin í Evropanevndini áður hevur verið ímóti ES- limaskapi, væntaði tú ein fjølbroytta lýsing av ES, men hetta varð tíverri av ongum. Snúningspunkt Høvuðsboðskapurin hjá Claus Larsen Jensen er, at vit eru øll noydd at fyri- halda okkum til ES í dag, tí felagsskapurin fær støðugt størri og størri ávirkan á gerandisdagin hjá okkum. – Uttan mun um tú dámar tað ella ikki, so er ES snún- ingspunktið á flest øllum økjum í dag. Á bæði polit- iska og búskaparliga økin- um fær ES støðugt størri ávirkan, og tað er ein veru- leiki, vit mugu fyrihalda okkum til. Fyriheldur tú teg ikki til tann veruleika er skjótt, at tú gerst eftirbátur, heldur formaðurin í Evropanevndini í Fólka- tinginum. Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum vísti á mongu fyrimunirnar við ES-limaskapið og vansar- nar at vera uttanfyri. –Tú ert noyddur at seta tær spurningin, hvussu tú sum tjóð á bestan hátt røkir tíni áhugamál. Vilt tú sjálv- ur vera har avgerðirnar verða tiknar ella velir tú leiklutin sum passivur sam- tykkjari av lógum, sum onnur áseta tær at fylgja, spyr Claus Larsen Jensen. Hann er sannførdur um, at tjóðir best røkja síni áhugamál við at verða part- ur av ES. – Sjálvsagt vilt tú hava ávirkan, har tú selir flestu av tínum vørum. Flestu lond hava í dag nógv sam- skifti við ES, og við lima- skapi hevur tú ein væl betri møguleika at ávirka poli- tikkin hjá ES, enn um tú ert uttanfyri, greiðir Claus Jensen Larsen frá. Noreg og Ísland á veg Formaðurin í Evropa- nevndini í Fólkatinginum vísti á, at bæði Noreg og Ísland er góð dømi um lond, sum eru noydd at góðtaka, at ES setur nærum alt teirra lóggávugrundar- lag, hóast londini ikki eru limir í felagsskapinum. – Londini handla jú nógv mest við ES, og tí eru lond- ini noydd at skipa seg eftir ES-lóggávu. Eg vildi skotið upp á, at góð 98% av teirra lóggávu í dag er ES lóg- gáva. Munurin er bara, at vit limalondini hava møgu- leika at ávirka lóggávu- arbeiðið, meðan Ísland og Noreg passivt mugu góð- taka tær lógir, ES-londini áseta teimum. Formaðurin í Evropa- nevndini væntar, at tað gongur ikki rúm tíð, áðrenn bæði Noreg og Ísland fara at banka á dyrn- ar í Brússel. – Í dag eru 460.000 fólk, sum kunnu kalla seg ES- borgarar. Talið av limalond- um er økt í 25, og komandi árini fara enn fleiri lond at leggjast afturat. Tú fært meg ikki at trúgva annað, at øll vilja hava ávirkan á, har avgerðirnar verða tiknar, og tí vænti eg innan komandi 10 árini, at bæði Noreg og Ísland fara at royna at fáa limaskap, sigur Claus Jen- sen Larsen Hann legði afturat, at talið av nýggju limalondun- um ber við sær, at ES hevur minni orku til at samráðast við londini uttanfyri fe- lagsskapin. ES vil heldur nýta orkuna á limalondini enn tey, ið eru uttanfyri, sigur hann. – ES er ein gyltur møgu- leiki hjá smáum tjóðum at fáa ávirkan. Lond sum Luksemburg, Malta og Danmark hava líka stórt vald sum eitt nú Týskland hevur, og tí eiga smærru tjóðirnar at síggja stóru møguleikarnar í limaskapi, heldur Claus Larsen Jen- sen. Okkara virðis- grundarlag Hann heldur, at ES hevur flutt seg frá at verða ein bú- skaparligur felagsskapur til ein felagsskapur av felags virðum. Hann segði seg fegnast um, at tað fyrst og fremst javnaðar- virðir, ið seta dám á felagsskapin í dag. – Virðisgrundarlagið hjá Javnaðarflokkum í Evropa setir sín dám ES-politikkin. Við ES limaskapi hevur okkara virðisgrundarlag møguleika at vinna fóta- festi í meginpartin av Evropa, og hetta er tað, sum er við at henda. Sosi- ala vælferðin er eftir mín- um tykki snúningspunktið í ES í dag. Hann heldur at arbeiðið við ES-grundlógini prógvar at virðisgrundarlagið hjá Javnaðarflokkum gongur fremst. – Tað kennist ótrúliga hugagott, at tað er kjarnu- politikkurin hjá Javnaðar- flokkum, sum detir dám á grundlógararbeiðið. Eg haldi tað er skilagott, at vit fáa eina lóg, har eitt felags virðisgrundarlag verður fest á blað. Grundlógin verður tað lættasta JA, eg nakrantíð fari at atkvøða fyri, sigur Claus Larsen Jensen. Hvat er ES ikki herligt... Claus Larsen Jensen er 51 ára gamal. Hann er fólkatingslimur fyri Javn- aðarflokkin. Claus Larsen Jensen varð fyrstu ferð valdur í 1998, og hann hevur síðan 1998 verið limur í Evropanevndini hjá Fólkatinginum. Í løt- uni er hann formaður í nevndini. Fakta um gestarøðaran – ES er ein gyltur møguleiki hjá smáum tjóðum at fáa ávirkan. Lond sum Luksemburg, Malta og Danmark hava líka stórt vald sum eitt nú Týskland hevur, og tí eiga smærru tjóðirnar at síggja stóru møguleikarnar í limaskapi, heldur Claus Larsen Jensen, sum var gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum Mynd: Jan Müller Vítt er til veggja Limirnir í Javnað- arflokkinum eru rættiliga ymiskir má málið, hvussu høgt javnstøða skal raðfestast í flokkinum LANDSSTEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Á landsstevnuni um vikuskiftið hjá Javnað- arflokkinum varð dúg- liga kjakast um javn- støðu. Tað varð fleiri ferðir havt á lofti, at tað er ikki nøktandi, at flokkurin onga kvinnu- liga umboðan hevur á tingi. Vítt er til veggja í flokkinum um, hvussu høgt javnstøðuøkið skal raðfestast í flokkinum. Elin Lindenskov og Hans Pauli Strøm gingu á odda, og ynsktu, at Javnaðarflokkurin hevur ein greiðan politikk á økinum. Hinvegin var Gerhard Lognberg ikki var til at høgga í. – Alt, sum eg kenni til hava maður og kvinna havt hvør sín leiklut í samfelagnum. Tað hev- ur altíð verið vanligt, at mamman var heima hjá børnunum, meðan pápin var úti. Eg dugi ikki at síggja, at tað er neyðugt við broytingunum á tí økinum, sigur Gerhard Lognberg. Sandoyartingmaðurin legði afturat, at tað vóru kvinnurnar sjálvar, ið áhaldandi hildu seg aft- ur, tá boð vóru eftir teimum um at stilla upp til løgtings- og komm- unuval. Skomm Eitt av kvinnuligu val- evnunum hjá Javnað- arflokkinum í Suður- oynni, Nita Næs, og Jákup Birgir Mohr bý- ráðslimur á Sandi eru av teirra áskoðan, at Javn- aðarflokkurin eigur at raðfesta samhaldsfasta og eldraøkið hægri enn øki, sum viðgera etik, moral, kyn og seksuali- tet. Hetta fekk landsstýr- ismannin í almanna- og heilsumálum at tala at. – Tað er ein stór van- ærulig skomm um Javn- aðarflokkurin ikki hevur ein greiða støðu á javn- støðuøkinum, tí tað eigur ein Javnaðarflokk- ur altíð at hava. Eg taki tí slettis ikki undir við teimum, sum halda, at vit ikki eiga at raðfesta økið høgt, segði Hans Pauli Strøm undir aðal- orðaskiftinum. Ungi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen, heldur, at flokkurin hevur ein aldurs- trupulleika, og hetta sæst best aftur í førda politikkinum LANDSSTEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Javnaðarflokkurin skal fevna um annað enn røktar- heim. Ungi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen, helt á lands- stevnuni fyri, at flokkurin hevur ein álvarsaman ald- urstrupulleika. Hann vísti argandi á, at tað er av stór- um týdningi, at flokkurin fær sær nøkur greið sjónar- mið um annað enn eldra- økið, og nevndi útbúgving- arøkið og ungdómspolitikk. – Eg havi verið tingmað- ur í góðar átta mánaðir, og hvørja ferð eg taki hesi evni upp, verða sjónarmiðini skúgva til viks av hinum javnaðartingmonnunum, segði John Johannessen undir aðalorðaskiftinum fyrrapartin leygardagin. Ungi tingmaðurin tók millum annað støðið í ein- um samgongufundi í sam- band við fíggjarlógina í farnu. – Helvtin av tingmann- ingini hjá Javnaðarflokk- inum segði seg taka undir við Fólkaflokkinum um at skerja lestrarstuðulin. Eg seti mær bara spurningin, hvussu vit í flokkinum skulu fáa tey ungu upp í flokkin við slíkum poli- tikki, vísti John Johannes- sen á. Sonevndi Jokarin á løg- tingsvalinum hjá Javnaðar- flokkinum helt, at flokkurin átti at virka fyri at fáa javnstøðu millum tey eldru og yngru í flokkinum, tí í løtuni eru ungu kreftirnar við skerdan lut. Burturvið Bæði Henrik Old og Ger- hard Lognberg gjørdist argir inn á útsagnina hjá John Johannessen um skerjingina av lestrarstuð- ulinum. – Eg má siga, eg eri djúpt sjokeraður av tær. Tað er ein beinleiðis lygn, at vit vildu skerja lestrarstuðulin, tí formaðurin í tingbólk- inum, Kristian Magnussen, slerdi fast, at flokkurin ikki ætlaði at skerja lestrar- stuðulin, sigur Henrik Old. Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, tók fult undir við Henriki Old. Javnaðarflokkurin hevur ein aldurstrupulleika Kvinnurnar í Javnað- arflokkinum hava tikið stig til at endur- stovna kvinnubólkin. – Endamálið er at fáa kvinnurnar meir virknar í flokkinum. Tað er rættiliga umráðandi, at vit fáa tær at stilla upp og fáa tær valdar í nevndirnar, tí í løtuni hava vit eitt rættiliga einoygt demokrati, sigur ein av odda- kvinnunum, Elin Lindenskov LANDSSTEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin skrivaði søgu í 1992, tá Marita Petersen tók við sum fyrsti kvinnuligi løgmaður í Før- oya søgu. Síðan hevur gingið striltið hjá kvinnun- um í Javnaðarflokkinum, og á løgtingsvalinum 20. januar í ár, fekk flokkurin onga kvinna valda á ting. Hesa støðu ætla kvinnur- nar í Javnaðarflokkinum at gera nakað við, og tí hava tær tikið stig til at endur- stovna kvinnubólkin. – Endamálið er at fáa kvinnurnar meir virknar í flokkinum. Tað er rættiliga umráðandi, at vit fáa tær at stilla upp og fáa tær valdar í nevndirnar, tí í løtuni hava vit eitt rættiliga einoygt demokrati, sigur ein av oddakvinnunum, Elin Lindenskov. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin hevur ein kvinnubólk, tí fyri góðum 10 árum síðan vóru kvinnurnar eisini skipaðar í flokkinum. Væl mótikið Elin Lindenskov greiðir frá, at ætlanin er at fáa royndu kvinnurnar í flokkinum at leggja kvinnunum á teim- um smærru støðunum kring landið lag á. Ætlanin er, at bólkurin skal møtast einar tvær ferðir um árið. – Allir Javnaðarflokkar í hinum norðanlondunum hava kvinnubólkar, og ætl- anin er eisini, at vit skulu møtast við teimum, vísir Elin Lindenskov á. Býráðslimurin í Tórs- havnar kommunu fegnast um stóru umrøðuna, sum javnstøðuøkið hevur fingið á landsfundinum hjá Javn- aðarflokkinum. – Fyri 10 árum síðan var tað illa dámt, at vit høvdu ein kvinnubólk, tí menninir hildu, at vit ætlaðu at yvir- taka flokkin. Nú er kortini øðrvísi, tí teir hava verið rættiliga positivir. Tað tyk- ist sum um, at flokkurin nú vil hava gongd á málið. Eg haldi, at annar til triðji hvør maður hevur nevnt javn- støðu á landsstevnuni, og tað er ótrúliga positivt, heldur Elin Lindenskov. Hon leggur afturat, at kvinnurnar í Javnaðar- flokkinum hava fingið ein góðan stuðul frá landsstýr- ismanninum í javnstøðu- málum, Hans Paula Strøm, tí hann lyftir javnstøðuna upp, sum Elin Lindenskov málber seg. Fær Javnaðarflokkurin umboðan á tingi næstu ferð? Tað er sjálvsagt eitt mál hjá okkum, og tað vóni eg tí sanniliga. Tað besta hevði verið at fingið helvtina av umboðanini, sigur Elin Lindenskov skemtandi. Kvinnubólkurin úr dvalanum Kvinnurnar vóru rættiliga væl umboðaðar á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið. Á myndini síggjast tríggjar teirra: Jona Henriksen, Nita Næs og Hervør Eidesgaard –Eg havi verið tingmaður í góðar átta mánaðir, og hvørja ferð eg taki hesi evni upp, verða sjónarmiðini skúgva til viks av hinum javnaðartingmonnunum, segði John Johannessen undir aðalorðaskiftinum fyrrapartin leygardagin. Mynd: Jan Muller C M Y K 15 14