Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 184 - 28. september 2004 Nr. 184 - 28. september 2004 17 Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum, sum verið hevur um vikuskiftið, fegnast um, at Javnaðarflokk-urin eftir 8 ár í andstøðu aftur hevur tikið við landsins leiðslu, og at tað gekk skjótt at skipa eina breiða samgongu eftir valið og harvið fáa støðufesti og arbeiðsføri aftur í føroyskan politik LANDSTSTEVNA Tíðindaskriv Í fíggjarliga trongum tíðum eigur at verða raðfest soleiðis, at almennu íløgurnar í størstan mun eru ar- beiðsskapandi. Tá tað snýr seg um almennu rakst- rarútreiðslurnar, eigur flokkurin at raðfesta soleiðis, at almannaøkið, heilsuøkið og útbúgvingarøkið ikki verða rakt av sparingum Landsstevnan ásannar og fegnast um, at stórur og týðandi partur av valskránni hjá Javnaðarflokkinum er við í samgonguskjalinum. Samstundis heitir landsstevnan staðiliga á floksins valdu umboð um at virka fyri, at hesi mál verða framd í verki. Landsstevnan: - fegnast um avtaluna, sum letur Føroya fólki avgerðarrættin á ríkisrættarliga økinum og um avtaluna um víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir. - heitir á flokkin um at fremja í verki ásetingarnar í samgonguskjalinum um, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindum, og at tiltøk verða sett í verk at støðga spekulatión við fiskirættindum. - heitir á flokkin um at leggja alla orku í at forða fyri, at arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi hvørva orsakað av, at fiskurin fer beinleiðis á útlendska marknaðin. - ásannar, at tað ongantíð hevur verið meiri neyðugt enn nú at stuðla uppundir vinnuspírar við at skapa góðar karmar fyri gransking, menning og nýskapan. - fegnast um, at samhaldsfasti verður styrktur, og útgjaldið harvið økist. Næsta stig eigur at verða, at fyritíðarpensjónin verður dagførd. - heitir staðiliga á flokkin um beinanvegin at bera so í bandi, at útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum fáa virðiliga viðferð. - harmast um, at alt ov fáar kvinnur eru í politisku skipanini. Tí tekur landsstevnan undir við, at flokkurin fer at taka ítøkilig stig til at fremja áhugan hjá kvinnum at taka lut í politiska arbeiðinum. - fegnast um, at tað er eydnast samgonguni at seta umhvørvismál á dagsskrá og heitir á samgonguna framhaldandi at arbeiða fyri einum virknum um- hvørvispolitikki. - tekur undir við, at samgongan setir ítøkilig stig í verk fyri betri fólkaheilsu. - tekur undir við, at landsstýrið fær til vega neyðugan kunnleika um ES viðurskifti, soleiðís at farast kann undir eitt veruligt orðaskifti. - tekur undir við, at almennar fyritøkur verða einskildar, men bert um hetta er til gagns fyri alt samfelagið. Næsta takið er kommunuvalið!!! ? Javnaðarflokkurin: Vend er komin í Fyrsta formansrøðan hjá Jóannesi Eides- gaard sum løgmanni á landsstevnu Javn- aðarfloksins í Lær- araskúlahøllini í Havn leygardagin var týðiliga merkt av, at flokkurin nú situr við landsins leiðslu - og tí meira ítøkilig enn vanligt LANDSSTEVNA Eirikur Lindenskov Myndir: Jan Müller Eitt tað fyrsta politiska málið, Jóannes Eidesgaard, løgmaður tók upp í for- mansfrágreiðing síni á Landsstevnuni hjá Javnað- arflokkinum var skatta- lættin. Hann vísti á, at hetta málið varð tengt saman við eini bøttari pensjónsskipan við tað, at treytin fyri at Javnaðarflokkurin tók und- ir við skattalættanum upp á 60 milliónir í fýra stigum var, at samgongan gongur við til at inngjaldið í ar- beiðsmarknaðareftirlønargr unnini eisini hækkar í stig- um upp til 1,5% frá hvørj- um parti – Hetta fer at geva før- oyskum pensjonistum eina munandi hækking, og vit hava harvið skapt fortreytir fyri einari eftirlønarný- skipan fyri øll, sum skal hvíla á tríggjar súlur: fólka- pensjónina, samhaldsfasta og eina møguliga fakfe- lagspensjón, segði Jóannes Eidesgaard. Hann vísti eisini á, at skattalættin - hóast lýti - er ætlaður at koma serliga vanligum arbeiðaralønum og miðallønum, sum gjalda hægsta skatt av sínum inntøkum, til hjálpar, og at inntøkur upp á 170.000 kr í dag gjalda toppskatt. Í sjálvstýrismálinum vísti Jóannes Eidesgaard á, at samgongan hevur »yvir- tikið« málið soleiðis at skilja, at hetta ikki longur er eitt øsingarmál, at øll til- gongdin nú verður á før- oyskum hondum og ikki longur eitt trætumál við danskar myndugleikar. Viðvíkjandi ES-málinum nam løgmaður m. a. við tann veruleika, at partar av okkara hvøuðsvinnu - og aðrari vinnu við, eru farnir og fara á útlendskar hendur. Her setti hann spurningin, um vit ikki heldur eiga at lata høvuðsdyrnar upp og fáa ítøkiligar fyrimunir, heldur enn at lata alt far út gjøgnum bakdyrnar uttan at fáa nakað í staðin. - Í hesum sera týdningar- mikla spurningi muguv it taka politiska støðu, sum vit kunnu brúka í eini íkøkiligari langsiktaðari ætlan, segði Jòannes Eides- gaard. Jóannes Eidesgaard nam eisini við granskingarøkið. - Tá afturstig eru í bú- skapinum, er meira neyð- ugt enn nakrantíð at hugsa nýtt. Heldur enn at veita vinnuni beinleiðis rakstrar- stuðul, eigur landsstýrið at stuðla upp undir vinnu- spírar við at skapa góðar karmar fyri gransking, menning og nýskapan. Í hesum sambandi er lands- stýrið farið undir at skipa og samskipa granskingina av nýggjum, so hon í størri mun verður við til at skapa nýggjar vinnumøguleikar innan eitt nú biotøkni og ílegugransking, segði hann. – Tað er ikki longur neyðugt at binda al- mennan kapital í fyritøkum sum Før- oya Tele, Atlantsflog, Føoyra Banka og øðrum stovnum. Hes- in peningur kann betur nýtast til aftur- gjalding av skuld ella til at gera nýggja íløgur, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin LANDSSTEVNA Eirikur Lindenskov Hóast Javnaðarflokkurin ikki hevur verið heitasti talsmaður fyri einskiljing- um, so setti formaður floksins spurningin, um tað nú kortini var rætt at stinga høvdið niður í sandin. Tað heldur hann ikki sjálvur - og tí røddi hann fyri varis- ligum einskiljingum av almennum fyritøkum. – Søguligar grundir og kreppuloysnirnar fyrst í 90´árunum hava verið fyri at binda almennan kapital í til dømis Føroya Tele, Atlantsflog, Føroya Banka og aðrar stovnar. Tøkniligur framburður og altjóðagerð hava tó havt við sær, at hes- in leiklutur hjá tí almenna ikki er eins neyðugur nú sum áður. Landið kann tí frígera kapitalin, sum er bundin, og nýta hann til onnur endamál. Til dømis at rinda aftur almenna skuld ella til at gera nýggjar íløgur, ið hóska seg betur til leiklutin hjá tí almenna. Samgongan er samd um, at har tað kann gerast við fyri- muni fyri tað almenna og fyri samfelagið sum heild, verða partabrøv í ávísum almennum fyritøkum boðin út til almenningin og/ella strategiskar íleggjarar, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann segði eisini, at fyri tað fyrsta er tað neyðugt, at Javnaðarflokkurin við sínari medvirkan kann syrgja fyri, at tá ein ein- skiljing verður framd, so verður hon framd rætt og skynsamt. – Vit skulu tryggja okkum, at málið við einari einskiljing altíð skal vera, at vit vilja hava viðurskifti at virka betur fyri alt sam- felagið. Eg eri eisini sann- førdur um, at vit sum javn- aðarfólk eiga at hava ein áhuga í, at vit kunnu leys- geva kapital úr niður-bund- num almennum ognum, sum m. a. kann fíggja eitt uppaftur betur samfelag. Tí skal einskiljing ikki vera eitt tabu-evni í javnaðar- høpi, og eg eri ivaleysur í, at skal nakað einskiljast her á landi, so verður tað ikki gjørt, uttan at vit leggja lag á - og tað er hóast alt betur enn at standa uttanfyri og síggja, at liberalistarnir gera tað við øðrum motiv- um, segði Jóannes Eides- gaard á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í lær- araskúlahøllini í morgun. Skattalætti fyri økta pensjón Løgmaður vil einskilja almennar fyritøkur _ Skattalættin er ætlaður vanligum arbeiðaralønum og miðallønum, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður Katrin Dahl Jakobsen, floksskrivari, Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins og Bergur Dam, starvsnevndarlimur MARKNAðARRÁK Júst sum væntað hækkaði amerikanski tjóðbankin (FED) leiðandi rentuna úr 1,50% í 1,75% í farnu viku. Hóast Alan Greenspan bar at kalla somu tíðindi eftir hendan fundin, sum 10. august, so ávirkaðust fíggj- armarknaðirnir lutfalsliga nógv av tíðindafundinum. Rentan hækkaði á styttru lánsbrøvunum og lækkaði á teimum longru. Eisini partabrøv hækkaðu av hendingini. Størsta hend- ingin í vikuni var kortini, at oljan aftur náddi metstig- inum frá august. Tíðindini frá fundinum vóru, at FED framvegis er bjartskygt um búskapar- vøksturin í USA og tað var jaligt, at tey nú aftur eru meira bjartskygd um støð- una á arbeiðsmarknaðinum. Hetta gjørdi, at styttru láns- brævarenturnar hækkaðu, tí hetta økir um sannlíkindið, at FED, júst sum teir hava lovað, aftur fara at hækka leiðandi rentuna í næstum. Tey í FED eru samstundis minni dapurskygd um hækkandi prísvøkstur, tí lækkaðu longru lánsbræva- renturnar. Orðini hjá FED um prísvøksturin og tað at olj- an aftur náddi prísmetinum frá august í farnu viku, fekk stóra ávirkan á fíggjar- marknaðirnar. Íleggjarar hava í longri tíð vantað long lánsbrøv, tí ein rentu- hækking hevur verið vænt- andi. Tíðindini hava tí noytt hópin av íleggjarum at keypa long lánsbrøv aftur. Úrslitið er, at 10-ára láns- brævarentan er lækkað heili 0,2%-stig seinastu vikurnar og er nærkað metlága stig- inum frá mars. Hesa vikuna verða fleiri búskapartøl kunngjørd, ið kunnu ávirka marknaðir- nar. Millum annað verður endaliga BTÚ talið í USA fyri 2. ársfj. kunngjørt. Tal- ið verður væntandi dagført úr 2,8% í 3,0%. Meira áhugavert verður, tá PCE- prístalið verður kunngjørt hósdagin. FED hevur sett prísvøksturin í andglettin. Eitt neyvt eyga verður tí eftir prísvakstrartølum í næstum. Eisini tøl um oljugoymslurnar í USA kunnu fáa stóra ávirkan. Ein spennandi vika er fyri framman. Eftir at nógv long lánsbrøv vóru keypt í farnu viku, skal nú minni til at fáa lánsbrævarenturnar at hækka. Búskapartølini av- gera tó, hvussu marknaðir- nir fara at hátta sær, men líkt er til at renturnar kunnu hækka eitt vet frá metlágu stigunum. Oljan setti aftur nýtt met Vika 40, 2004 www.kaupthing.fo – Hóast búskapurin í síni heild er væl fyri, mugu vit ásanna, at tann stóri vøksturin, sum byrjaði miðskeið- is í 90’árunum, vendi til afturgongd í fjør. Hetta er ikki ein nýggjur veruleiki fyri okkum, tí búskapurin hevur altíð gingið í næstan regluligum vakstrar- og aftur- gongdsskeiðum, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, á lands- stevnuni hjá Javn- aðarflokkinum LANDSSTEVNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Løgmaður vísti á, at vinnan er munandi betur fyri, enn hon var fyri góðum 10 árum síðani, tí hon er rætti- liga studningsfrí og hevur ikki somu stóru kapital- útreiðslur. - Fíggjarlógin komandi árini fer ivaleyst at liggja tungt í sjónum. Verandi fíggjarlóg hevur eitt hall upp á 200 mió. kr., og alt bendur á, at komandi fíggj- arlóg fær eitt á leið eins stórt hall. Ein framskriving av verandi fíggjarlóg uttan sparingar og uttan nýggjar raðfestingar økir útreiðsl- urnar við góðum 130 mió. kr., so tað er eyðsæð, at skal pláss gevast fyri neyð- ugum raðfestingum, so má sparast á nógvum økjum umframt nýggj inntøku- tiltøk, segði hann. Sum vera man nam hann eisini við ríkisstuðlin. Hann vísti á, at tað vóru tey, sum søgdu, at ein skerjing av ríkisstuðulinum upp á 366 mió. kr. ikki fór at merkj- ast. - Sjálvandi merktist tað ikki við tí næstan ónormala viðráki, sum okkara bú- skapur hevði, men nú vit hava meira normalar um- støður, nú síggja vit, at skerjingin fekk djúpar avleiðingar. Okkara lagna er so enn einaferð at tátta í. Útreiðslurnar eru vaksnar ótrúliga nógv seinastu mongu árini - á leið 1,1 mia. kr. - og tí kennist henda táttanin so fremm- and fyri mong. Men at gera samanberingar við krepp- una fyrst í 90´árunum er púrasta burturvið, segði hann. Jóannes Eidesgaard segði eisini, at landsstýrið hevur samtykt at fremja 10% í sparingum í lønum í mið- fyristingini, og at vit iva- leyst fara at síggja nógvar stovnar, sum eisini mugu taka spariknívin í hond. Hann segði eisini, at er samgongan samd um, at skúlaverkið, heisluverkið og vaktarskipanir ikki skulu skerjast í lønum, men tvørturímóti hava fulla lønarframskriving við 3,4%. Samgongan er somuleið- is samd um, at alt skal ger- ast fyri at verja og varðveita vælferðarsamfelagið. - Tó at útlitini ikki eru so góð fyri búskapinum, so vilja vit raðfesta nýggj tiltøk vælferðini at frama sera høgt. Men um hesi mál vil landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum røða um seinni. Helena Eliasen varð vald í lands- nevndina hjá Javn- aðarflokkinum fyri Jancy Olsen, sum ikki stillaði upp- aftur LANDSSTEVNA Eirikur Lindenskov Á landsstevnu Javnað- arfloksins í vikuskiftin- um var nevndin vald aftur við teirri broyting, at Jancy Olsen, sum hevur sitið í starvs- nevndini stillaði ikki uppaftur, og í hennara stað kom Helena Eliasen í nevndina sum næst- formaður. Helena Elia- sen hevur veri nevndar- limur í Eysturoyar Javn- aðarfelag síðani 1993 og hevur eisini veri næst- formaður í Eysturoyar Javnaðarfelag eitt skifti. Hin broytingin er at Katrin Dahl Jakobsen er valdur skrivari í Javn- aðarflokkinum eftir Hans Paula Strøm. Í nevndini sita nú. Jóannes Eidesgaard, form Bergur P. Dam, næstform. Helena Eliasen, næstform. Katrin Dahl Jakobsen, skrivari Hans Pauli Strøm, nevndarlimur Heðin Klein, nevndarlimur Kristoffur Gaardlykke, nevndarlimur Helena fyri Jancy Framgongd vend til afturgongd Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Gerhard Lognberg, løgtingsmaður og Axel Skouboe Helena Eliasen og Jancy Olsen C M Y K 17 16