hósdagur 22. desember 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
27
Komandi partur
Komandi tveir partar verða ferðasagnir úr Ísrael. Í
komandi parti verður frásøgn frá Osnat Kollek, dóttir
kenda borgmeistaran í Jerusalem, Teddy Kollek
Rumenar syngja
I
mmanuel er ein heldur
lítil samkoma, sum heldur
til upp í Hoyvík. Henda
samkoman er tó ógvuliga
virkin og røkkur eisini langt.
Hon hevur samband við fólk og
samkomur í fjarum londum, eisini
so langt burtur sum í USA og ikki
minst New Zealandi.
Eisini koma fleiri rumenar, sum
búgva í Føroyum, í hesa samkomu.
Alt hetta sást aftur á jólahaldinum,
sum var 4. desember.
Umframt vanligt jólainnihald,
sum var ein hugtakandi sangleikur
um Jesu føðing, varð sangur
framførdur av einum stórum
rumenskum kóri, sum taldi um 30
fólk. Hetta var eisini eitt upplivilsi.
Enn meira forkunnugt var, at
samkoman hevði vitjan úr New
Zealandi og USA av umboðum
fyri upprunafólkinum í landinum,
nevniliga maorifólkinum. Tey
koma úr eini samkomu, nevnd
Hosanna, í býnum Turanga í New
Zealandi Tvey teirra sungu Gleðilig
jól á teirra máli.
Hvussu annarleiðis hetta málið
er kann síggjast í fyrsta versinum:
Marie te po, tapu te po
Marino, marama
Ko te Whaea, me te Tama,
Tama tino, tapu ra,
Moe mai I te aio,
Moe mai I te aio.
Upprunin til hetta samband er
Debra, kallað Debby, Gaotano,
sum kom til Føroyar fyri einum 28
árum síðani. Her búði hon í fleiri
ár og lærdi føroyskt. Sum hon
sigur, hon dugur trý mál, maoriskt,
føroyskt og enskt!
Eftir at hava verið nøkur ár í
Føroyum flutti hon til USA. Hon
býr nú í Indiana, og er gift við
James, sum selur tónleikaútbúna.
Hon eigur fimm børn.
Nú undan jólum var hon aftur
í Føroyum í sambandi við eini
jarðarferð í Íslandi, og hon hevði
tvey av sínum maorifeløgum við
sær, Moses og Vicky.
Tað vóru tær báðar, sum hug
tóku fólkið á jólahaldinum við síni
sangframførslu.
Debby lærdi til pedagog í Før
oyum. Hon arbeiðir nú við sosialt
útsettum børnum og foreldrum.
Hon hevur eitt leiðandi starv, har
hon undirvísir lærarum, hvussu tey
skulu arbeiða við hesum útsetta
bólki í USA, har tørvurin er stórur.
Um Maorifólkið
Sum sagt er Maorifólkið uppruna
fólkið í New Zealandi. Tey fóru í 12.-
14. øld til New Zealand úr Polynesia
oyggjunum í Kyrrahavinum. Teirra
høvuðsvinna var landbúnaður og
fiskarí. Eisini var maorifólkið kent
fyri sína list og bókmentir.
Aftaná komu bretar, og skjótt
varð upprunafólkið fyri vanbýti.
Men í 1840 skrivaðu maorifólkið
undir eina friðaravtalu við bret
arnar. Maorifólkið fekk valrætt í
1893, men tað tók sína tíð, áðrenn
tey vórðu javnbjóðis við teir hvítu
viðvíkjandi arbeiði og útbúgving.
Men nú er so javnrættur, og maor
arnir eiga serskilda umboðan í parla
mentinum. Tá ið europearar komu,
vóru um 200.000 maorar í landinum.
Í 19. øld var talið komið niður á
40.000. Í 1985 var talið komið uppá
300.000 ella 10% av fólkatalinum.
Men nú er talið 600.000 ella 15% av
samlaða fólkatalinum.
Framvegis gera teir nógv fyri at
varðveita sína gomlu mentan.
Stuttligt samband
Debby kennir framvegis nógv fólk
í Føroyum frá síni tíð í her, og øll
vóru líka fegin um at síggja hana
aftur, so fitt og charmerandi hon
er.
Henda søgan er eitt gott dømi
um, hvussu gevandi tað kann vera
við sambandi millum so fjarar
mentanir og fólk, sum her er talan
um.
Kjølbro á enskum
Tað var í fjør, at bókin
um Kjølbro kom út. Neil
Dickson, sum er leið
ari í søgustovninum hjá
bretsku brøðrasamkonuni,
hevur stóran áhuga fyri
føroyskum viðurskiftum.
Stovnurin gevur út eitt
ársrit, kallað Brethren
Historical Review, sum
seinastu árini hevur havt
fleiri greinir úr Føroyum.
Dickson ynskti at fáa ein
samandrátt av søguni hjá
Kjølbro við í útgávuni
í ár. Hon er júst komin
út. Greinin er 15 síður og
gevur eina góða lýsing av
Kjølbro. Henda greinin
kann eisini nýtast at
kunna útlendingar um
Kjølbro. Hon kann lesast á
heimasíðuni:
WWW.OLIJACOBSEN.COM
IMMANUEL – LÍTIL SAMKOMA
VIÐ STÓRUM ÚTSÝNI
Jólahald við framførslu av sangi frá umboð
fyri maorifólkinum í New Zealandi
Debby og Vicky syngja á maorimálinum
Debby er næstan føroyingur,
hóast hennara uppruni er so
fjarur sum hugsast kann
dejlige Rødspætter for 50 Øre.
Fiskerne tager dem jo ogsaa
lige op fra Havet og sælger dem
fra Baaden.
Vore fiskere maa langt bort
for at fiske dem, op til Grønlands
eller Island. Der er ingen Fisk
uden om Færøerne mere, dem
har de engelske Trawlere taget.
De har jo Inspektionsskibet
Beskytteren til at Beskytte
Fangsten i de færøske Farvande!
Fanden
i
Vold
med
Beskytteren. Naar han kommer
tilstede er Trawlerne langt væk!
Stauning sama flotta
skegg sum maður Mariu
Hvad synes De saa om os?
Jeg kan godt lide København
erne, men sikke svæklinge I er.
Men ellers kan jeg godt lide jer.
Jeres Tyre ude paa Bellahøj, de
saa saa milde ud i Øjnene, slet
ikke gale og vilde som vore egne.
Saa er de ikke Danskerhader!
Aa, dette Danskæderi, det er
noget dumt Vrøvl. Vi skal lære at
forstaa hinanden, ikke at slaas.
Vi maa lære at fatte, at ingen af
os er enten – eller. Men baade –
og.
Hvad synes de om Johannes
Patursson, der helst vil slagte os
alle?
Han er noget forskruet til
Tider, men god nok til andre.
Han skal lære at forstaa, at
Københavnerne
er
flinke
nok. Jeg synes ogsaa godt om
Stauning – med det Skæg. Det
er lige saa flot som min afdøde
Mands.
Maria dugdi væl
Tingakrossur helt í eini viðmerk
ing, at onkur verður bilsin – og
kanska mest Maria Hammer
sjálv –yvir hetta interview,
sum Politiken hevur havt við
hana. Tað kundi verið sjálvur
Olaf Linck, sum hevur verið
upp á spæl, tí tað framgongur
skilliga, hvat interviewarin vil,
men Maria Hammer er sloppin
væl undan hesum danska snið
álopinum, hóast mangt kanska
er komið uppá prent, sum hon
ikki kennist við.
Maria var úr Magnusstovu
í Nólsoy. Hon var gift við
Johannes Paula Hammer (1855-
1935), sum var ættaður av Hamri
á Toftum. Omma hansara var úr
Nólsoy.
Tey áttu eina dóttir, Sigrid
Malene Gudrun, (1883-1947), sum
giftist við handilsmanninum í
Nólsoy, Peter Jákup Petersen
(1882-1968). Tey vóru barnleys.
Sjálv doyði Maria í 1945. Tað er
eingin ætt frá henni.
Ein niðurstøða av hesi søgu
kann kanska vera, at nólsoyingar
eru serligir!