hósdagur 22. desember 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
28
»Slættasti sjógvur og brattastu
bylgjur«, soleiðis byrjar ein av okk
ara vøkru sálmum, sum Mikkjal á
Ryggi umsetti eftir C. J. Boye. Ein
sálmur, sum vit vanliga knýta at
lívinum í sjónum, sum mangan er
baldrut, men eisini hevur manga
góða løtu við sær. Júst við hesum
sálminum byrjaði eisini jarðar
ferðin í Vestmanna kirkju hjá vin
manninum og fyrrverandi starvs
felaginum Ivan Klein Olsen, henda
kalda heystardag í november.
Men júst soleiðis ynskti Ivan
sjálvur at lýsa lív sítt. Marjun í
Kálvalíð, prestur, dugdi sera væl at
geva eina lýsing av týdninginum í
orðunum í sálminum og gera tey
til eina livandi mynd um tað lívið,
sum Ivan sjálvur føldi, at hann
hevði livað.
Orðini í sálminum lýsa á mang
an hátt lívið hjá okkum flestu, har
vit hava viðgongd og mótgongd
av ymiskum slag, nøkur meiri og
nøkur minni. Hjá Ivani hevði tað
alstóran týdning, at orðini vóru
gróðursett í trúnni á skaparan, sum
vit síggja í ørindinum:
Hav tó ei ótta, tú piprandi hjarta!
Hví manst tú stúra og falla í fátt?
Enn er tó ein, sum kann óveðrið
harta,
stormur og havódn má lýða
hans mátt.
Hvar tú enn fer,
hjá tær hann er,
trygdgóði Jesus, sum bjarging
tær ber.
Við hesum sálminum vildi Ivan
ikki bert lýsa sítt lív, men eisini
geva ugga til tey, sum sita eftir við
sorg og sakni – familian, vinir og
starvsfelagir.
Eg kom at kenna Ivan frá tíð
ini, tá lívið hansara var á slættasta
sjógvi. Hetta var í árinum 1978.
Sjálvur var eg farin á politiskúla
á Amager í mai og í november
mánaða kom Ivan eisini á politi
skúlan saman við systkinabarn
inum Jón. Tað vildi so við, at
Ivan og eg báðir komu at gera út
búgvingartænastu á politistøðini
í Rødovre. Tað viðførdi eisini eitt
gott vinarsamband okkara millum.
Tó vit ikki vóru í sama vaktbólki, so
kundi tað koma fyri, at vit gjørdi
tænastu saman. Minnist serliga
eina kvøldvakt, har vaktleiðarin
setti okkum báðar saman á eitt
vaktlið og gjørdu vit tá báðir
patruljutænastu saman. Tað
var ikki vanligt at møta einum
patruljubili á donsku vegunum við
tveimum føroyskum politistum,
men tað riggaði avbera væl.
Ivan var einastandi góður
vinur og samstarvfelagi, tað var
so ómetaliga ómakaleyst at dáma
Ivan. Lættur í sinni og so einfaldur
og trúgvur vinur, sum dugdi sera
væl sítt handverk og eisini dugdi
at geva av síni vitan til øll.
Ivan var ungur í tænastuni,
tá hann í 1987 bleiv sýslumaður
í størsta økinum í landinum –
Streymoyar sýslu við tænastustaði
í heimbygdini Vestmanna. Tað var
í tíðini, tá sýslumansembætið
hevði størri týdning og við
fleiri avbjóðingum og týðandi
uppgávum enn vit kenna í dag við
niðurraðfesta starvsinnihaldinum.
Ivan røkti sýslumansstarvið
væl og virðiliga, og tað var eisini
ein fragd at kunna arbeiða saman
við honum ta tíðina, eg sjálvur var
sýslumaður í Eysturoy. Hansara
vitan, hjálpsemi og nærlagni kom
mongum av okkara til góðar.
Men lagnan vil tað oftani øðrvísi
enn vit sjálvi høvdu vilja tað og
ímynda okkum. Týdningin av teim
brattastu bylgjum fekk brádliga
ein meining. Ein tung ferð byrjaði
í lívinum var veruleiki. Men so við
og við varð vunnið á mótgongdini
og sera gleðiligt var tað fyri hann
og familjuna, at Ivan seinni fekk
starv á Umhvørvisstovuni, eitt
starv, sum honum dámdi væl og
var glaður fyri.
Persónliga lívið og arbeiðslívið
hava eisini felags innihald í orð
unum frá sálminum Slættasti
sjógvur og brattastu bylgjur, sum
Ivan eisini upplivdi tað. Lívið er so
lætt og einfalt, tá alt gongur við,
men so sera svárt og møtimikið,
tá alt tykist ganga ímóti. Vit
kenna øll hesa kensluna, so ella
so, og Ivan var einki undantak
og hann dugdi eisini at seta orð
á kensluna, sum vit upplivdu tað
í kirkjuni og við hansara seinastu
ferð gjøgnum heimbygdina til
seinasta hvíldarstað á hesi fold.
Familjan fylti nógv í lívinum
hjá Ivani og vit vita, hvussu stóra
gleði og stuðul hann hevði í konuni
Kitty og børnunum Ragnari,
Johnny og Mariann. Tað var altíð
við stoltleika og virðing, at hann
umtalaði síni børn og glaður fyri,
at tað gekst teimum væl. Og ikki
minni stoltur av at vera abbi. Øll
høvdu tey eitt serlig pláss í hansara
rúmliga hjarta.
Blíðskapurin í heiminum við
Hornavegin var altíð framúr og
manga góða løtuna hava vit sitið
í hugnaliga heiminum hjá Ivani,
Kitty og børnunum.
Vit syrgja við tykkum Kitty,
Ragnar, Johnny og Mariann og
saknur er stórur, men kunnu gleð
ast um tey mongu og góðu minnir
vit hava um ein góðan og trúfastan
vin, sum nú er farin um sýnina.
Friður verður við minninum
um Ivan við orðunum frá Fanny
Crosby, sum Johs. Andr. Næs týddi:
“Frelstur í Jesu ørmum, tryggur við
Jesu lið, undir hans náðiveingjum,
finnur hvørt hjarta frið!”
Kári
Minningarorð um
Ivan Klein Olsen
* 7. august 1957 † 13. november 2016
Kendi finnlendingurin í Føroyum,
Thorolf Björklund, er nú flutt
ur av landinum eftir 60 ár í Før
oyum. Hann er m.a. kendur
sum frímerkjasamlari, finskur
aðalkonsul og stjóri í stóru bila
fyritøkuni P/F Vilhelm Nielsen &
Søn í Havn.
Vanligt er, tá fólk koma langt
upp í árini, so flyta tey í minni
íbúð ella á eitt heim fyri eldri
fólk. Men so er ikki við Thorolf
Björklund, sum fyllir 87 ár í januar,
hann er fluttur av landinum og
hevur ætlanir um at búseta seg í
Keypmannahavn.
Thorolf Björklund er føddur í
Helsingfors í Finnlandi 26. januar
1930 og tók studentsprógv í býnum
Lovisa í Finnlandi í 1948.
Hann giftist við Nancy, dóttir
Sigrid og Vilhelm Nielsen í Havn,
og fluttu tey til Føroyar tann 3.
desember 1956 og búsettust í Havn.
Thorolf gjørdist limur í Føroya
Filatelistfelag í 1957.
Thorolf hevur ikki einans
savnað frímerkir. Hann var í mong
ár stjóri á bilasøluni P/F Vilhelm
Nielsen & Søn í Havn. Eftir at hava
arbeitt í fyritøkuni síðan 1957, tók
hann við eftir verpápan Vilhelm
Nielsen í 1970 og var stjóri har til
1986, tá fyritøkan varð seld.
Thorolf var eisini finskur
konsul og aðalkonsul í Føroyum í
mong ár. Hann tók við eftir Edvard
Mitens í 1970. Poul Michelsen í
Havn tók við sum finskur konsul,
tá Thorolf Bjørklund legði frá sær.
Nancy, kona Thorolf, andaðist 14.
september 2011.
Thorolf fór av landinum aftur
tann 15. desember 2016. Hann fór
fyrst til Spania, har hann verður til
21. mars 2017, tá hann kemur aftur
til Keypmannahavnar, har hann
hevur ætlanir um at búseta seg.
Thorolf sigur, at hann hevur
havt tað gott í Føroyum og trivist
væl, men hann kennir seg tó enn
sum finnlending.
Hóast døturnar við familju
búgva í Føroyum, hevur Thorolf
ætlanir um at búgva í Keyp
mannahavn. Tað passar honum
væl, tí hann heldur, at tað er lætt
at ferðast til Finnlands, Spania ella
til Føroyar.
mg
Thorolf Björklund flytur til Danmarkar
NØVN & MERKISDAGAR
Silvurbrúdleyp
20. desember hava vit verið gift
í 25 ár. Dagurin verður hildin
í
Bygdarhúsinum
í
Lorvík
fríggjadagin 13. januar kl. 19.
Tað hevði glett okkum at sæð
familju, vinir og kenningar at
hildið hendan dagin saman við
okkum. Vinarliga boða frá á tlf.
423231 ella 270237 í seinasta lagi
30. desember.
Jógvan og Aðalbjørg
Vælsigning og dópur
Í sambandi við, at vit vórðu vígd
í fjør, og sonur okkara verður
doyptur, verður vælsigning og
dópur í Vesturkirkjuni leygar
dagin 7. januar kl. 12. Vælkomst
verður í Meinigheitshúsinum í
Havn kl.15. Vinarliga boða frá,
um komið verður, í seinasta lagi
22. desember á telefon 590906
ella teldupostadressu
marjun_np@hotmail.com
Heilsan
Klæmint og Marjun
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. Januar 2017 hava
Anna Maria og Daniel Hofgaard,
verið gift í 50 ár. Dagurin verður
hildin saman við familjuni.
90 ára føðingardagur
Jóladag, 25. desember, fyllir
Julianna Samuelsen, Tórs
havn, 90 ár. Føðingardagur
verður hildin í Havnargøtu 1,
Angus Steakhouse frá kl. 18.
Øll eru vælkomin.