hósdagur 22. desember 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
30
TÍÐINDI
EIRIKUR LINDENSKOV
– Hetta var ræðuligt at
uppliva, so absurd og
óforstáiligt. Vit eru eru
skelkað og sjálvandi fegin
um at vera á lívi. Men vit
eru samstundis fegin um
at kunna sosialisera okkum
við berlinarum í hesu døgum
og síggja, hvussu stálsettir
teir eru, og hvussu væl teir
duga ikki at lata seg kúga av
yvirgangi.
Tað sigur Virgar Dals
gaard, sum er ferðaleiðari
fyri føroyskum ferðalag,
sum hevur vitjað í Berlin
hesa vikuna. Tey gingu og
spákaðu millum sølu
búðirnar í hesum jóla
marknaði mitt í Berlin bara
góðar tveir tímar áðrenn ein
lastbilur trumlaði í gjøgnum
mannamúgvuna, drap 12
fólk og særdi 50.
– Vit vórðu skelkað, og tað
eru vit enn. Men tað var
kortini ongantíð so ringt, at
nakar okkara ætlaði at rýma.
Men tað er so óveruligt at
hugsa sær, at vit hava gingið
har beint frammanundan.
Vit vóru millum annað til
eina andakt í Gedächtnis
kirche, sum er beint við.
Síðani fóru vit á eina
matstovu í eini síðugøtu at
eta døgurða. Og tað er um
tað mundið, vit fara av
matstovuni, at yvirgangs
atsóknin verður fram, greiðir
Virgar Dalsgaard frá.
Hann sigur, at tey skiltu
beinanvegin, tá tey komu
á gistingarhúsið, sum er í
Eysturberlin, at okkurt var
á vási.
– Tey gramdu seg um, at
internetið koyrdi so seint,
og tað var sjálvandi tí, at
yvirgangsatsóknin tá var
hend, og øll fóru á internetið
í senn. Men vit skiltu
ikki beinanvegin, hvussu
álvasom støðan var. Fyrst
frættu vit, at ein persónur
var deyður. So vóru tað
brádliga 9 og at enda 12
persónar, sum vóru dripnir
og 50 komnir til skaða, sigur
Virgar Dalsgaard.
Í føroyska ferðalagnum
eru føroyskir útisetar á
Sælandi í Danmark, tó eisini
onkur, sum býr í Føroyum.
Virgar Dalgaard sigur, at
tey plaga at skipa fyri túrum,
og at tey fyri trimum árum
síðani eisini vóru í Berlin.
– Tað er so óveruligt,
at vit gingu har beint
frammanundan millum
hesar sølubúðir, og so at
síggja alt littja í sori.
Men Virgar Dalsgaard
heldur sigur eisini, at tað er
áhugavert at síggja, hvussu
stálsettir berlinar eru.
– Teir lata seg ikki kúgva,
og teir hava upplivað nógv,
sum er verri enn hetta.
Angela Merkel mælti fólki
til at halda seg heima og ikki
fara út. Men fólkið aktaði ikki
boðini. Tey gjørdu faktiskt
beint tað øvugta. Tey fóru
út, og gerandisdagurin er
aftur hin sami. Men tað sæst
á fólki, at tey eru álvarsom,
og at tey ikki lata seg kúga av
yvirgangsmonnum.
– Tað var ræðuligt at
síggja hesi knústu træhúsini
og skrøddu tjøldini og tær
knústu búðirnar, har tú
kundi sita og eta og drekka
gløgg. Tað var ein ræðuligur
køstur at síggja, sigur Virgar
Dalsgaard.
Hann sigur, at tey vóru
úti aftur mikukvøldi, tá
tey skuldu halda eina lítla
veitslu.
– Tað var kanska ikki
tann góði stemningur, sum
tá átti at verið, men fólk
vóru í hampuligum lag eftir
umstøðunum, sigur hann.
Virgar Dalsgaard sigur,
at sera nógv fólk valfarta til
økið, har yvirgangsatsóknin
for fram. Har eru eini 10 støð,
har tú kanst leggja blómur.
Nógvar heilsanir eru eisini
upp á skrift, og har eru
millum annað boð um, at
berlinar ikki skulu lata seg
kúga av jólahatarum.
Føroyska
ferðalagið
hevur eisini verið aftur á
staðnum og lagt blómu
heilsanir.
– Hetta var ein sera
óbehagilig uppliving. Men
hetta hevur rist okkum væl
saman. Vit eru fegin um
at vera á lívi og glað um at
kunna sosialisera okkum
við einum stórum býi sum
Berlin og síggja, hvussu
hann hevur loftað sær.
– Nógv fólk eru allastaðni,
og tú merkir á teimum, at tey
hugsa sum so, at eingin skal
gera teimum nakað. Okkum
dámar væl at vera við í hesi
fylkingini.
Virgar Dalsgaard sigur
víðari, at har eru sera nógv
tíðindafólk at síggja.
– Eg havi ongatíð sæð
so nógv tíðindafólk í senn,
sigur hann at enda og leggur
afturat:
– Jólastemningurin skal
ikki køvast, og vit fara at siga
sum onkur annar, at »vit eru
eisini berlinarar«.
– Man kundi risikerað, at
gøturnar í Berlin vóru tómar,
um fólk aktaðu Merkel. Men
tað er altso beint øvugt, tí
nógv fólk er úti, og tað er
gott, segði Virgar Dalsgaard
úr Berlin hósmorgunin,
áðrenn ferðalagið vendi
heimaftur.
23 føroyingar vóru á terrorstaðnum í Berlin mánadagin, har tey gingu á jólamark
naðinum tveir tímar áðrenn ein lastbilur trumlaði 12 fólk til deyðis og særdi 50
HETTA VAR RÆÐU
LIGT AT UPPLIVA
Virgar Dalsgaard