Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 31 VEÐURFYRIBRIGDI - Eg fái nógvar uppringingar, tá toran gongur. Tað eru serliga óttafullar kvinnur sum ringja. Tó ivist eg onga løtu í, at onkrir menn eisini eru bebbaræddir. Teir ringja tó ikki, tí teir halda tað vera ómansligt, sigur Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari og veðurkønur VILMUND JACOBSEN Fyrr í vikuni visti danski veðurstovnurin – dmi.dk – at siga, at útlit vóru til toru­ sláttur kring Føroyar. So­ leiðis var sagt í veður­ forsagnum, galdandi fyri bæði mikudagin og hósdagin í vikuni. Ymiskt er, sum fólk leggja í toruna, og tað eru tey, sum ynskja hana, har piparið grør. Nøkur siga beinleiðis, at tað er ófrættakent, tá toran gongur, og tey flestu vildu ivaleyst verið toruna fyriuttan. Tað var hin 15. september í ár, at toran rættiliga gjørdi um seg á Viðareiði og oyðilegði el-innleggingar og húsarhaldstól í eini tjúgu húsum í bygdini. Tað er eisini á Viðareiði, at sjómansskúlalærarin og veðurkøni, Hanus Kjølbro, býr. – Jú, tað eru fleiri, sum eru órogvað, tá toran gongur, og tað eru nógv sum ringja og spyrja seg fyri um toruna. Ikki fyri at diskriminera kvinnur, men tað eru serliga kvinnur sum ringja. Eg ivist onga løtu í, at onkrir menn eisini eru bebbaræddir um toruna, men teir halda seg aftur í at ringja, tí teir halda tað ikki vera serliga mansligt, sigur Hanus Kjølbro brosandi. Dró kalda luft Føroyar verða vanliga ikki so hart raktar av toruni, at snarljós slær niður og ger skaða á fólk og fæ. Hinvegin eru nógvar hendingar úti í heimi, har toran hevur sligið niður og hevur gjørt skaða á fólk - og enntá á fleiri fólk í senn, eitt nú í samband við ymisk uttanduratiltøk og fótbóltsdystir. Hanus Kjølbro vísir á, at vit kunnu fáa torusláttur, tá luftin er ógvuliga óstøðug - ella, tá luftin hevur lætt við at koppa sær á og fara sendandi uppeftir. – Djúpa lágtrýstið, sum í vikuni var yvir Føroyum, dró ísakalda luft av Kanada- leiðini við sær hendavegin. Tað er eitt nú, tá køld luft kemur til eitt heitari stað – í hesum førinum yvir Føroyar – at sannlíkindi eru til torusláttur. Hanus Kjølbro vísir á, at størsti parturin av toruslátri gongur fyri seg inni í skýggjum - frá fótinum og upp í toppin av skýnum ella ímillum tvey skýggj. – Eg haldi, at umleið 70 prosent av øllum toruslátri soleiðis gongur fyri seg millum land og skýggj. Tí kunnu vit einfalt siga, at toran reikar uppi í luftini og ikki niðri á landjørðini. Vandin er lítil Sannlíkindini fyri, at toran slær niður og ger skaða er ógvuliga lítil. – Sannlíkindini fyri, at fólk verða rakt og fáa skaða er sjálvandi uppaftur minni - ja, eg vil siga, at møguleikin er forsvinnandi lítil. Men, sjálvandi er møguleikin til steðar. Hanus Kjølbro vísir á, at í einum lottaríi, har miljónir spæla, er gjarna ein vinnari. - Í hesum føri, tá talan er um at verða raktur av toru og snarljósi, kann - um allar ringast vil til - onkur gerast tapari, men eg veit einki um, at nakar føroyingur hevur fingið álvarsligt mein ella er deyður av hesi orsøk. Hann vísir á, at høgu fjøll­ ini í Føroyum taka bróður­ partin, tá toran gongur - og kanska gott og væl tað, men inn ímillum eru undantøk, soleiðis sum vit eitt nú upplivdu tað á Viðareiði í september. – Men, samanumtikið haldi eg ikki, at okkum nýtist at óttast toru og snarljós í Føroyum, sigur Hanusi Kjølbro, sjómansskúlalærari og veðurkønur. MENN ERU BEBBA­ RÆDDIR FYRI TORUNI - Eg haldi, at umleið 70 prosent av øllum toruslátri gongur fyri seg millum land og skýggj. Tí kunnu vit einfalt siga, at toran reikar uppi í luftini og ikki niðri á landjørðini - Okkum nýtist at óttast toru og snarljós í Føroyum, tí møguleikin fyri at verða raktur er so forsvinnandi lítil, sigur Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari og veðurkønur