Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 32 Rigsombudsmanden på Færøerne Eitt starv sum barnaserkønur hjá Ríkisum boð­ num er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. februar 2017 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Starvið kann verða sett sum fulltíðarstarv á 37 tímar um vikuna, til ber eisini at arbeiða uml. 30­32 tímar um vikuna eftir nærri avtalu. Lýsing av Ríkisumboðnum Ríkisumboðið viðger sum myndugleiki eina røð av málum á familjurættarliga økinum. Millum annað mál viðvíkjandi samveru, hjúnarskilnað og ættleiðing. Harumframt skal Ríkisumboðið veita foreldrum og børnum barnaserkøna ráðgeving í ávísum førum. Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Ríkisumboðnum á heimasíðuni: www.rigsombudsmanden.fo Arbeiðsuppgávur Tú skalt serliga: • Ráðgeva foreldrum og børnum í sambandi við samstarvstrupulleikar og ósemju um samveru og foreldramyndugleika v.m. • Hava samrøður við børn við atliti til at lýsa hvat gagnar barninum best í sambandi við samverumál, har tað er ósemja. • Hava uppgávur viðvíkjandi eygleiddari samveru. • Hava samrøður við børn við atliti til at lýsa hvat gagnar barninum best í sambandi við ættleiðingarmál. • Hava samrøður við umsøkjarar, sum søkja um góðkenning til fremmanda ættleiðing, við atliti til at lýsa um umsøkjarar eru egnaðir at ættleiða. • Gera uppfylgingarlýsing av trivnaðinum hjá børnum, ið eru fremmanda ættleidd. • Samstarva tætt tvørfakliga við løgfrøðiligu málsviðgerarnar á Ríkisumboðnum um samverumál og ættleiðingarmál. Allar uppgávur verða framdar við barnsins besta í huga. Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Monicu Hjelm Rasmussen, løgfrøðing, á telefon 731217. Førleikar Tú skalt hava útbúgving sum sosialráðgevi ella hava líknandi fakligar førleikar og hava hug og áhuga at arbeiða við nevndu uppgávum. Tú skalt megna at arbeiða í tøttum samstarvi við løgfrøðingar og onnur starvsfólk – og sam stundis megna at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur at kenna til fyrisitingarligar mannagongdir. Tú skalt persónliga vera treystur og jaligur í støðum, ið eru merktar av kenslum, kreppu og til tíðir av nógvum stríði. Fyrrverandi royndir við starvsøkinum er ein fyrimunur, men eingin treyt. Ríkisumboðið kann bjóða Eitt spennandi og fjølbroyt starv í einum spennandi fakligum umhvørvi. Lønar- og starvstreytir Sum ásett í viðkomandi sáttmálum. Umsókn Um tú hevur áhugað í starvinum kannst tú senda eina umsókn við CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til: Rigsombudsmanden på Færøerne Amtmansbrekkan 6 Postboks 12 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til: ro@fo.stm.dk Umsóknin skal vera Ríkisumboðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 16. januar 2017 kl. 12.00. Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í endanum av viku 3 ella í byrjanini av viku 4 i 2017. BARNASERKØNUR TIL FAMILJURÆTTARLIG MÁL Á RÍKISUMBOÐNUM Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400 · us@us.fo · www.us.fo Søkt verður eftir einum landmálings- teknikara til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um matrikulera málsviðgerð, uppmáting, ráðgeving og lendisfyrisiting annars. Vit bjóða Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og góðum samstarvi millum fakbólkar. Vit bjóða tær eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum samstarvi við deildar- leiðaran og hini starvsfólkini á deildini. Starvið fevnir bæði um innandura- og uttanduraarbeiði. Vit vænta Vit vænta at umsøkjarin er ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevni og hevur hug at vera við at menna tað matrikulera arbeiðið í Føroyum. Tú hevur góð samskiftisevni, bæði í skrift og talu, og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk. Vit leggja dent á, at tú sær nýggjar og fjølbroyttar uppgávur sum avbjóðingar, og at tú røkkur teimum málum, sum tú setur tær. Umsøkjarin skal hava prógv sum land- málingsteknikari ella hava aðra líknandi útbúgving. Koyrikort er ein treyt. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048, 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 16. januar 2017. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ronnie Thomassen, deildarleiðara, á telefon 342400 ella við telduposti til ronniet@us.fo. Landmálingsteknikari til Umhvørvisstovuna