Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sólvit E. Nolsø Jólaódnir eru einki ókent fyri­ brigdi her heima hjá okkum. Hinvegin hava vit javnan uppliva nógvan vind um jólahalguna. Talan er ofta um nógvan vind, men alt er sjálvandi relativt og við tiltiknu ódnini í 1988 í huga, fánað tær flestu ódnirnar í mun til. Skaðarnir tað árið vórðu nógvir og vindurin var tann mesti, ið nakar hevði minnið um. Ódnirnar Barbara og Urd, ið komu innyvir okkum hesi jólini máldu ikki somu styrki sum tann í 1988, men sambært Osmundi Justinussen, veðurkønum skipara, so minnist hann ikki nakra ódn hava verið so langa Vit hava uppliva ódnir fyrr. Fleiri ferðir enntá. Tó ódnin hesi jól sermerkt á tann hátt, at tvær ódnir so at siga gingu saman í eitt. Tað hevði við sær, at vit upplivdu tað sum eina sera sterka og langa ódn ÓDNIN SUM Sólvit E. Nolsø Sløkkiliðini kring landið hava havt úr at gjørt seinastu dagarnar í sam­ band við jólaódnirnar. Vindurin hevur veruliga gjørt um seg og tikið nógv við sær, ið hevur havt við sær, at sløkkiliðsfólk mugu út, at tryggja lutir og annað, so tað ikki ger stóran skaða. Hans David Hansen er vara­ sløkkiliðsstjóri á brandstøðini í Havn. Hann sigur, at tey hava ikki enn samlaða talið av fráboðanum fyri Tórshavnar kommunu, men talið loypir lættliga upp í fleiri hundr­að. – Teir flestu eru smáskaðar. Nógv­ar tekjur hava rivið seg leysar og takplátur eru foknar í vindinum. Nógv annað hevur rivið seg leyst og er fokið í vindinum, sigur Hans David Hansen. Hann sigur eisini, at teir ikki havt nakrar veruliga stórar skaðar, uttan at nøkur seyðahús og úthús eru farin í knús. – Mest umfatandi arbeiðið hjá okkum var bygningurin, ið stendur í gerð á Staravegnum. Har máttu vit steingja vegin tí har var ov vandamikið hjá fólki at ferðast, sigur Hans David Hansen. Hans David Hansen sigur, at tað hava verið nógvir materiellir skaðar av lutum, ið hava fokið. Millum annað hava nógvir bilar hava fingið skaðar. Hann sigur víðari, at tað fara allarhelst at koma fleiri fráboðani nú, ið vindurin hevur lagt seg og fólk hava havt møguleika at fara út og kannað nærri um nakar skaði er hendur á eitthvørt. – Okkara arbeiði er ikki at taka okkum av skaðum annað enn at tryggja, at skaði ikki stendst av teimum meðan vindurin er. Nú verður tað so tryggingin, sum tekur um endan tá vindurin hevur lagt seg, sigur Hans David Hansen, varasløkkiliðsleiðari á brandstøðini í Havn. solvit@sosialurin.fo Nógvir smáir skaðar og onkur størri skaði. Tað er samanumtikið tað, ið sløkkiliðið í Tórshavn hevði at taka sær av í ódnarveðrinum Tórshavn: Sluppu undan teim heilt stóru skaðunum Mynd: Dávur Winther Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen