mikudagur 28. desember 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sólvit E. Nolsø
Finn Hansen er sløkkiliðsleiðari
í Klaksvík. Hann sigur, at eins og
mestsum alla aðrastaðni hava
teir havt óvanliga nógv at gjørt
síðan tollaksmessudag. Tilsamans
er talan um eini 150 fráboðarar
skaðar norðanfyri, harav eini 125
fráboðanir komu inn í seinnu
ódnini, ið rakti 1. jóladag.
– Vit hava havt nógvar sokall
aðar smáskaðar. Ryggásir, klædn
ingar, tekjur og bilar, ið hava
tikið skaða. Vit hava eisini havt
nakrar størri skaðar. Tekjurnar
á røktarheiminum, skúlanum og
Look North fingu stóran skaða
umframt eini sethús, sigur Finn
Hansen.
Finn Hansen sigur, at fyritøkur
í býnum hava í stóran mun tikið
sær av umvælingum av stórum
skaðum. Nú er friður aftur og
komandi tíðin verður brúkt uppá
at samla træðrinar aftur og fáa
útgerðina eftirhugda og uppá pláss.
– Eg havi uppliva eina líknandi
ódn í november 2011. Tá vórðu fleiri
skaðar fráboðaðir, eini 300, um eg
minnist rætt, men teir vórðu ikki
so umfatandi sum hesuferð, sigur
Finn Hansen.
Tað stóðst tíbetur eingin fólka
skaði í nógva vindinum, einans
materiellur. Tað vórðu ógvusliga
hvirvlur, ið kundi havt størri skaðar
við sær, men Finn Hansen sigur,
at fólk hava verið ansin í nógva
vindinum og bilar hava heldur ikki
verið úti og koyrt meðan alt stóð
uppá.
– Tað er heldur einki at fara út
til í slíkum veðrið, tað vórðu ikki
líkindir til nakað. Fólk tóku boðini
til sín, um at halda seg innandura,
sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari
í Klaksvík.
solvit@sosialurin.fo
Tað vórðu nógvir skaðar í Klaksvík í óveðrinum. Tað stóðst tíbetur eingin fólkaskaði. Finn
Hansen, sløkkiliðsleiðari í Klaksvík sigur, at fólk tóku boðini til sín um at halda seg inni.
Klaksvík: Fólk tóku boðini
um at halda seg inni
IKKI ENDAÐI
sum hesa. Ódnin í 1988 var í eina
nátt, meðan tær báðar í ár vardu
í tvey og eitt hálvt samdøgur.
Tá vindurin var uppá tað
mesta, máldi hann 78.7 m/s
á Norðradalsskarði. Nógvi
vindurin lat eisini eftir seg síni
týðiligu spor. Millum annað fór
ein goymslubygningur hjá KJ
Hydraulik á Kambsdali allur
sum hann var í luftina. Tekjan
á Húsarhaldsskúlannum í
Klaksvík kláraði heldur ikki at
standa ímóti áhaldandi vindinum
og mátti víkja. Nógvir bilar blivu
tiknir av hvirvlum og endaðu við
mala í luftini.
Umframt teir størru skaðar
nar, vórðu tað eisini ein rúgva
av smærru skaðum kring
landið. Nógvar tekjur loysnaðu
og nógvir garðar brotnaðu.
Vindeygu blivu knúst og leysir
lutir av ymsum slag fuku runt
um geilarnar. Av tí sama var
eisini at kalla útigongubann lýst
frá myndugleikunum, tí trygdin
hjá fólki kundi ikki vissast.
Tíbetur var at kalla eingin
fólkaskaði, uttan ein beinbrot, tá
ein kvinna í Eysturoy var tikin
av vindi. Í summum førum var tó
nær við. Ein familja kom illa fyri
á Tjørnuvíkarvegnum, tá grót
rullaði oman á bil teirra og tey
máttu úr bilinum og renna undan
grótinum.
solvit@sosialurin.fo
Mynd: Dávur Winther
Mynd: Dávur Winther
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen