Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Onki røkist fyri, at tað finst ein breið semja um eina nýggja fiskivinnuskipan. Miðflokkurin hevur boð­ að Høgna Hoydal, lands­ stýrismanni við fiski­vinnu­ málum frá, at flokkurin ikki longur ynskir at vera ein partur av samráðingunum um nýggja fiskivinnuskipan. Hetta hevur flokkurin gjørt, tí hann ikki trýr upp, at tað ber til at gera eina breiða semju. – Vit hava sagt, at skulu vit verða partur av einari semju um fiskivinnunýskipanina, so skulu vit fyrst gerast ein partur av samgonguni, sig­ur Bill Justinussen, Mið­flokk­ urin. – At halda, at tað ber til at gera eina breiða semju, har allir flokkar eru partur av semjuni um fiski­vinnu­ nýskipanini, er bláoygt. Okk­ara skipan hev­ur onga traditión fyri breið­um semj­um og okkara parla­ ment er so fáment, at hetta heldur ikki fer at lata seg gera í hesum føri, sigur Bill Justinussen. Tingmaðurin vísir eisini á, at tað er samgongan sum setir út í kortið, hvussu sam­ felagið Føroyar verður skip­ að. Tað er neyðugt at vera partur av hesi samgongu og at hava landssstýrið og fyri­ sitingina aftanfyri seg, skal ein hava nakra álvars­liga ávirkan á tað, sum hendir. Góðar vónir Landsstýrismaðurin við fiski­vinnumálum, Høgni Hoy­dal, hevði undan jólum fram­vegis vónir um at fáa eina breiða semju. – Ja, eg haldi ikki, at út­ litini fyri einari breiðari semju eru voðin verri, segði hann í sambandi við, at tingið viðgjørdi eitt uppskot um uppboðssølu í 2017. Tað er soleiðis, at før­ oysku kvoturnar – og serliga uppsjóvarkvoturnar – fyri 2017 verða munandi hægi enn tær hava verið í 2016. Tølini eru ikki kend enn – fyrst og fremst tí allar samráðingar ikki eru lidnar, men eisini tí at summar kvot­ur ásetir landsstýris­ mað­urin sjálvur. Helst verður talan um 200.000 tons, sum skulu lut­ ast út, so ella so. Tað liggur í kortunum, at ætlanin ikki er, at tey sum hava rættindini til upp­ sjóvar­fiskin skulu fáa rætt­ indini til tey eyka 200.000 tons­ini. Hinvegin vendir tað meira soleiðis, at heimaflotin, sum hevur havt tað tungt í fleiri ár, helst fer at fáa atgongd til partar av teimum 200.000 tonsum eyka, talan er um. Hvussu hetta verður gjørt liggur ikki fast, men lands­ stýrismaðurin hevur fingið heimild at selja hesi tonsini á uppboðið, men hann skal koma aftur í Løgtingið við einum uppskoti um, hvussu hetta skal gerast. Politisk útluting Hendan samgongan hevur sett sær fyri, at uppboðssøla skal vera ein partur av einari nýggjari fiskivinnuskipan. Sambandsflokkurin hev­ ur í sínum uppskoti eisini upp­boðssølu við, men tað er fyri partar av nýggjum tilfeingi, sum Føroyar fáa atgongd til. Miðflokkurin hevur eisini áður nevnt møguleikan fyri, at okkurt verður selt á upp­boði, men grundleggj­ andi heldur flokkurin nú, at politiska útlutingin er ein góður máti at býta stóru virð­ini í samfelagnum. – Tað sigur seg sjálvt, at verða virðini seld á uppboði, so verða tey eisini savnað á færri hondum, sigur Bill Justinus­sen, Miðflokkurin. Skulu virðini skiftast mill­um fleiri, so er neyðugt, at ein stórur partur av rætt­ indunum verða lutað polit­ iskt. Hann vísir á, at til dømis heimaflotin hevur havt tað ómetaliga trupult í mong ár, so skal hann hava part av størra tilfeinginum, so má hann fáa tað tillutað. Mangan verður eisini í orða­skiftinum víst á, at skulu allar Føroyar fáa part í stóra tilfeinginum, so er eisini neyuðugt at luta rætt­ indini út, so tey eru býtt geo­ graf­iskt í Føroyum. – Men vit hava gjørt okk­ ara støðu greiða: vit luttaka ikki longur í samráðingunum um nýggja fiskivinnuskipan uttan so, at vit gerast partur av samgonguni, sigur Bill Justinussen. Miðflokkurin hevur boðað samgonguni frá, at flokkurin ikki meira vil samráðast um nýggja fiskivinnuskipan, uttan so at flokkurin gerst partur av samgonguni VILJA VERÐA PARTUR AV SAMGONGUNI Miðflokkurin hevur boðað frá, at teir ikki longur taka lut í samráðingunum um eina fiskivinnunýskipan. -Vit vilja fyrst gerast partur av samgonguni, sigur Bill Jusinussen Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevði undan jólum framvegis vón um eina breiða semju Heimaflotin hevur havt tað tungt seinnu árini, men nú fær flotin helst part av uppsjóvartilfeinginum