Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Skipini, Polarhav og Stjørn­ an, sum JFK Trol eigur, stóðu herfyri á bedingini hjá skipa­ smiðjuni Mest í Havn, har ymiskt viðlíkahald er gjørt. Tað eru nøkur ár síðan, at JFK Trol keypti skipini úr Leirvík. Tað vóru Osmund Just­ inussen og synir, sum áttu skipini, og meðan tey vóru heimahoyrandi í Leirvík, var skrokkurin reyður. Fyri eini tíð síðan skiftu Polarhav og Stjørnan lit. – Vit valdu at mála skip­ ini í einari høll í Noregi. Skips­skrokkarnir vórðu nú málaðir svartir, og yvir­ bygningurin varð málaður hvítur. Jógvan Hansen hjá JFK Troli vísir á, at hetta er líka sum liturin, ið JFK Trol hev­ ur á flestu av sínum skipum. Loysa sum skjótast Polarhav og Stjørnan verða væntandi liðug á skipa­ smiðjuni Mest hósdagin ella fríggjadagin, og ætlanin er at loysa so skjótt, sum veðrið verður betur. – Vanliga plaga skipini at loysa beint eftir jólahøg­ tíð­ina, men seinastu tíðina hevur veðrið verið so ólaga­ ligt, at skipini høvdu ikki havt loyst kortini, um tey ann­ars lógu klár at fara. Jógvan Hansen sigur, at tað hevur gingið rímiliga væl hjá Polarhavi og Stjørnuni í ár. – Umframt at fiska upsa í vetrarhálvuni, eru skip­ ini í summarhálvuni á gull­ laksaveiði, og gulllaks­urin er eitt gott íkast til raksturin og úrtøkuna hjá skipi og mann­ ingini, sigur hann. Spurdur, um skipini verða klár at loysa hesa vikuna, sigur Jógvan Hansen, at tað er ivasamt, men loyst verður so skjótt, sum skipini eru klár. Fýra gulllaksaskip JFK Trol eigur fýra av seks gull­laksaskipum. Umframt Polarhav og Stjørnuna, eigur felagið eisini fyrrverandi, Vestmenning og Fram, sum áður vóru heima­ hoyrandi í Vestmanna. Vestmenningur ber fram­ vegis navnið, sum skip­ið hevði, meðan tað var heima­ hoyrandi í Vestmanna. Hin­ vegin hevur fyrrverandi fram nú navnið Skoraberg. Aftrat Polarhavi, Stjørn­ uni, Vestmenningi og Skora­ bergi, hava eisini Eyst­ur­ búgvin og Vestur­búgvin gull­laksaloyvi. – Polarhav og Stjørnan fara at loysa so skjótt, sum skipini eru klár. Um jóltíðir hevur veðrið verið so vánaligt, at skipini høvdu ikki havt loyst, um tey lógu klár, sigur Jógvan Hansen hjá JFK Troli í Klaksvík Ymiskt viðlíkahald skal gerast Ågot á veg yvir á Flemish Kap Vilmund Jacobsen Frystilínuskipið Ågot í Klaksvík loysti 2. jóla­ kvøld og setti kós móti Flemish Kap. Væntandi fara nøk­ ur frystilínuskip aftrat longu leiðina vest­ur hagar at royna eydn­ una. Ætlanin hjá teim­ um, sum reka línu­skip­ ini, Klakk og Kamb, er at loysa 2. januar. So er frystilínu­ skip­ið, Eivind, eftir, og í skrivandi løtu vita vit ikki, nær teir ætla at loysa, men tað verður helst ein av komandi døg­unum. – Eg fari at ynskja skipi, manning og familj­um teirra ein góð­an og gevandi túr, sigur Eyðstein Poulsen, ein av eigarunum av Ågot, á Facebook, tá teir høvdu loyst. – Sjúrðarberg fer í Barentshavið fyrst í komandi ári, sigur Jógvan Hansen hjá JFK Troli Sjúrðarberg á bedingini hjá Mest Vilmund Jacobsen Tað er serliga um summarið og um jóltíðir, at reiðarí velja at taka hond um skipini, sum annars eru í gongd alt árið. Um dagarnar varð trol­ arin, Sjúrðarberg hjá JFK Troli, eisini tikin upp á bed­ ingini hjá Mest í Havn. Jógvan Hansen hjá JFK Troli sigur, at tað er vanligt viðlíkahald, sum skal gerast við skipið, áðrenn loyst verð­ ur aftur. Í Barentshavið Sjúrðarberg fiskar í Barents­ havinum, men hevur ikki flakaverksmiðju. – Umborð verður fiskurin verður kruvdur, avhøvdaður og frystur og seldur til víðari framleiðslu á landi. Jógvan Hansen sigur, at einir 20-22 mans eru knýtt­ir at virkseminum hjá Sjúrð­ar­ bergi. – Loyst verður fyrst í kom­andi ári, og tá verður far­ið upp í Barentshavið. Um byrj­að verður í norskum ella russ­iskum sjógvi, vita vit ikki í løtuni, sigur hann. Ísfiskatrolararnir, Polarhav og Stjørnan, hava verið til ymiskt viðlíkahald á skipasmiðjan Mest í Havn. Fyri eini tíð síðan fingu skrokkarnir eisini svarta JFK-litin Mynd: Birgir W. Høgnesen Tað er um summarið og um jóltíðir, at hond verður tikin um skipini, og um dagarnar varð trolarin Sjúrðarberg hjá JFK Troli tikin upp á bedingina hjá Mest í Havn til ymiskt viðlíkahald Mynd: Eirikur Lindenskov