mikudagur 28. desember 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálp, tá okkara elskaði sonur, maður, pápi, abbi og
verfaðir
Bjarni Jacobsen
føddur 07.05.1944 deyður 01.05.2016
andaðist og varð jarðaður.
Hjartaliga takk til B6 á Landssjúkrahúsinum, fyri ta
tíð vit vóru har.
Ein serlig tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri tykkara
umsorgan og røkt; eisini ein tøkk til starvsfólkini
á Norðoya Røktarheimi, Uppistovu, og til tykkum
portørar.
Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri vitjanir bæði
heima og á sjúkrahúsinum, og takk fyri góð og
troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni.
Takk til sangkórið í Christianskirkjuni,
kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar, og
tykkum sum hjálptu til við ervinum.
Takk til tykkum mongu, sum ringdu, komu inn
á gólvið við bakverki og øðrum, bæði ta tíð øll
familjan var heima, og til ervið.
Takk fyri blómur, peningagávur, kransar og
peningagávur til Christianskirkjuna.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Judith, Hanna, Judith, Birgith og Poulina
við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá pápi, abbi, langabbi og beiggi okkara
Eli Petersen
f. 06.02.28 d. 12.11.16
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll á Grønanesi fyri røkt og
umsorgan.
Takk til Marjun í Kálvalíð og Mariu J. Niclasen
fyri góð orð og somuleiðis takk til kirkjutænarar,
sangarar og berarar.
Takk fyri minnisgávu til Grønanes og alla hjálp til
ervið og takk til tykkum øll, ið fylgdu Eli
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Kára, Rannvá og Durita
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Ása Kathrine Nielsen
Tórshavn
Ættað úr Mykinesi
f. 13.10.1936 d. 02.01.2016
andaðist og varð jarðað.
Vit vilja takka familju, vinfólki, grannum og
øðrum, sum vóru góð við hana og ríkaðu hennara
lív.
Ein serlig tøkk til øll tykkum mongu, ið hjálptu
okkum á ymiskan hátt í sambandi við jarðarferðina.
Ein serlig tøkk til Jaspur Johannesen fyri góð orð í
Kapellinum, til Poul Færø og Jógvan Zachariassen
fyri troystarrík og lívgandi orð í Ebenezer og á
grøvini.
Takk til samkomuna í Ebenezer, samkomuna í
Lívdini og familju og vinfólk fyri góða hjálp í
ervinum.
Takk fyri allar heilsanir, blómur, kransar og gávur
til Zarepta.
Takk til tykkum mongu sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Vit ynskja tykkum øllum eitt av Harranum signað
nýggjár.
Familjunnar vegna
Kári, Jákup Alberg og Birgir
Tøkk
Vit ynskja hervið at takka øllum hjartaliga, sum á
ymsan hátt sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi,
tá pápi okkara
Arni Midjord
doyði og fór til gravar. Takk fyri tey góðu orð, ið
søgd vóru í kapellinum, í Betel og við grøvina.
Takk til øll tykkum, sum vóru við til jarðarferðina.
Maybritt, Niels og Jens
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi tá okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og
langabbi
John Klein Olsen
f. 21.07.1934 d. 29.07.2016
og okkara elskaði beiggi
Ivan Klein Olsen
f. 07.08.1957 d. 13.11.2016
andaðust og vóru jarðarir.
Tøkk til starvsfókini á Landssjúkrahúsinum. Tøkk
fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk til øll tey, sum
bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk til Marjun
í Kálvalíð og Una Næs prestar, kirkjutænarar,
sangarar, berarar, og tykkum mongu, ið fylgdu
teimum til teirra seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Familjunnar vegna
Jan Erik, Tordis og Kitty
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV