mikudagur 28. desember 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt
gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum
6. august 2016.
Við ynski um eini gleðilig jól og eitt Harrans
signað nýggjár.
Bestu heilsanir
Hervør og Kristian í Køk
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, nær og fjar, sum
gjørdu okkum brúdleypsdagin 14. oktober 2016 til
eitt ógloymandi minni.
Gleðilig jól og gott komandi ár.
Kærar heilsanir
Durita Brattaberg og Lars Gotaas, Noreg
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum vóru við til
at gera brúdleypsdag okkara tann 30. juli so góðan
og minnisríkan.
Takk fyri gávur og heilsanir
Av hjartanum takk til tykkum øll, sum hjálptu til,
soleiðis at dagurin bleiv ógloymandi.
Vit ynskja tykkum øllum eitt eydnuberandi nýggjár.
Vinarliga
Joan og Regin Olsen
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt vóru við til at gera mín 80 ára føðingardag til
ein sera góðan og ógloymandi dag. Takk fyri gávur,
blómur, uppringingar og heilsanir, og til tykkum
øll, sum komu á gátt. Eisini vil takka manskórinum
í Thabor fyri tykkara vakra sang.
Eisini ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum hjálptu
til at gera dagin so hugnaligan.
Somuleiðis ynski eg øllum eini gleðilig jól og eitt
av Harranum vælsignað nýggjár, vit tøkk fyri tað
skjótt farna.
Blíðar heilsanir
Jacob Petur Jacobsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
ugga og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaði maður,
pápi, verpápi og abbi
Ivan Klein Olsen
f. 07.08.1957 d. 13.11.2016
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfókini á Landssjúkrahúsinum og
starvsfólkini á Hotel Tórshavn. Stóra tøkk fyri
alla hjálp í sambandi við tá vit komu heim, og
starvsfólkini á Atlantic.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk til øll
tey, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk
til Marjun í Kálvalíð prest, kirkjutænarar, sangarar,
Biritu, Rók, Paula og Martin fyri vakran sang,
og tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Vit ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár.
Kitty, Ragnar, Johnny og Mariann
gevur bara meira
Fá meira
prent fyri
pengarnar
www.nema.fo/oki