hósdagur 29. desember 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 150
4
MÁLARIN GJØRDIST
SÁLARHIRÐI
HALLUR AV RANA
B
ýurin ber enn brá av
ódnunum, ið hava herjað
land og fólk um jólini, tá
eg leiti mær oman í
Miðlahúsið 3. jóladag. Myndir og
sjónbandabrot frá seinasta ódnini,
ið blásti gjøgnum tær átjan
oyggjarnar fyri tveimum samdøgur
síðan hava fylt bæði siðbundnu og
sosialu miðlarnar, og bera
vitnisburð um hvørjar oyðandi
kreftir goyma seg í føroysku
náttúruni.
Hóast tað tykist, at megin
parturin av fjølmiðlaheiminum
hevur vent sína orku til at
framleiða tilfar um oyðilegg
ingarnar av ódnini og frásøgnum
frá fólkum, ið hava upplivað okkurt
sermerkt hesar dagarnar, so eru
míni ørindi í fundarhølunum í
Miðlahúsinum eini heilt onnur.
Eg skal hitta Poul Færø, trú
boðarin av Toftum, sum hevur búð
eina hálva øld í Klaksvík, haðan
hann hevur havt sítt dagliga virki
í einum langum lívi. Bæði í sínum
borgarliga starvi sum málari og í
sínum andaliga kalli sum trúboðari.
Tað er seinna yrkið, ið føroyingar
serliga kenna hann fyri. Tí hóast
hann ikki er framstandandi vinnu
lívsmaður, hevur sætið á tingi, er
borgarstjóri ella fastur á føroyska
fótbóltslandsliðnum, so kennast
flestu fólk við navnið Poul Færø.
Kendi trúboðarin situr nú
yvirav mær í fundarhølunum við
foldaðum hondum. Hendur, ið
vitna um eitt langt lív við fysiskum
arbeiði, men foldaðar bera
vitnisburð um eitt álit á eina hægri
makt.
Eitt álit, ið hevur ført hann inn
í óteljandi heim kring Føroya land,
har hann hevur borið menniskjum
eitt gott orð. Summar tíðir hevur
tað verið uggandi, aðrar tíðir
kveikjandi, men altíð eitt, ið passar
til høvið.
Av Toftum
Poul Færø varð borin í heim
á Toftum 13. februar 1938.
Foreldrini vóru Oluf Færø Olsen
og Elsa Øregaard, úr Fuglafirði,
ið eftir brúdleypsdagin nýttu
familjunavnið Færø. Poul er elstur
í einum systkinaflokki av fýra,
tveir beiggjar, Odmar og Eyðfinn,
og yngst var systurin Elisabeth,
nevnd Lissan.
Serliga var hann nógv saman
við beiggjanum Odmar, og minnist
hann aftur á barna- og ungdóms
árini á Toftum og bygdunum kring
Skálafjørðin við gleði. Tað var
eisini í stóran mun í barna
heiminum á Toftum, at grundar
lagið fyri restina av lívinum hjá
Poul Færø varð lagt.
Tað var har, hann sum ein ellivu
ára gamal drongur upplivdi at
koma til trúgv á Jesus á eini
nýggjársveitslu í salinum á
Toftum, og tað var har, at hann
gjøgnum síni foreldur lærdi teir
eginleikar, ið eyðkenna blíða
trúboðaran í dag.
Pápin ein fyrimynd
Hóast pápin ikki var so virkin í
orðum á vanligu møtunum, so var
hann í verkum ein fyrimynd fyri
bygdarfólkið og fyridømi í egnum
heimi, har hann lærdi familjuna at
vera góð við øll.
– Pápi var so góður við fólk og
tosaði altíð gott um onnur. Um vit
søgdu nakað keðiligt um nakran, so
segði hann, at tað visti hann einki
um, og valdi síðan at siga nakað
gott um sama persón, greiðir Poul
Færø frá.
Serliga eitt minni um pápan
hevur fest seg sterkt í huga
heiminum hjá Poul Færø, og hevur
tænt sum ein viti fyri atburð hjá
soninum.
Tað var annað jólakvøld í 1949,
og ellivu ára gamli Poul Færø við
familjuni hevði júst sagt farvæl við
ommuna, ið fór við mammu
beiggjanum Jógvan til Fuglafjarðar.
– Kavafølv var og gott veður,
men 2. jólakvøld í uppvøkstrinum
vóru ikki serliga hugnalig. Allir
menn, ið drukku, gingu tá og mólu
hús úr húsi. Mamma dámdi hetta
so illa, og plagdi hon at stongja
dyrnar, men hetta kvøldi fóru vit
oman á vegin at siga ommu farvæl,
greiðir Poul Færø frá, og leggur
afturat.
– Tá bilurin var farin, nærkaðist
ein maður okkum, ið hevði góða
kenning. Hann var av fittastu
monnum edrúur, men rúsdrekka
hevði ikki góða ávirkan á sinni
hansara.
Hetta kvøldi var hann í ringum
skørum og illur um eitt ella annað.
– Tolin var pápi altíð og gav sær
góðar stundir at sissa hann, tí teir
vóru av bestu vinum, men hann lat
sær ikki siga og gav mær nevan í
búkin. Tað broytti ikki sinnalagið
hjá pápa, men fekk hann at gera
nakað heilt annað. Hann vendi
manninum kjálkan, og bað hann
sláa seg heldur enn meg, greiðir
Poul Færø frá og leggur afturat.
– Maðurin brast út í sjóheitan
grát, sum tey gomlu søgdu, og
segði: ”Oluf, skal eg sláa teg, tú sum
altíð ert so góður við meg.” Tað er
árinamiklasta talan eg nakrantíð
havi sæð, og var hon eftir tilráðing
frá Harranum Jesusi, sigur Poul
Færø,
Lá ikki í kortunum
Poul Færø er millum manna best
kendur sum talari og trúboðari,
og upplivdi hann longu í ung
dómsárunum eitt sterkt kall at
vitja menniskju og samtala við tey
um sín frelsara.
– Eg var andaliga virkin sum
ungur, og ferðaðust Odmar, beiggi,
og eg við Victor Danielsen, tá hann
helt møtir við Sendiboðnum í
Sundalagnum og við Skálafjørðin.
Tá eg var um 15 ára gamal byrjaði
mítt andaliga lív at taka form, og
byrjaði eg at vitna og tala, greiðir
Poul Færø frá.
Í samkomuni á Toftum var tað
serliga Andreas í Túni, ið hann sá
sum sín andaliga røktara, og var
hann sjáldan nøgdur við tað, ið
hann hoyrdi frá unga manninum.
– Tá vit hittust, kundi hann siga:
”Lesur tú nakað í Bíbliuni, Poul?”
Eg svaraði, eitt sindur! Tá segði
hann sum oftast: ”Tað má vera
ógvuliga lítið, tí eg leggi merki til
tað tá tú talar, minnist Poul Færø
og leggur afturat.
– Eg royndi av og á at siga okkurt
í samkomuni, og minnist einaferð
eg hevði talað, at hann reisti seg í
salinum aftaná og segði, at fyrsta
fortreytin fyri at lesa bíbliuna og
tala var, at man dugdi sítt A-B-C,
sigur Poul Færø.
– Ein vanligan dag kann eg hava upp til tjúgu prát við fólk har eg møti teimum
í teirra heimum, á sjúkrahúsinum ella á gøtuni. Um eg sjálvur skuldi gjørt hetta,
so hevði tað ikki riggað. Men eg verði leiddur av Gudi. Onkur kann nevna eitt
navn í eini samrøðu, og brádliga veit eg, at eg skal vitja viðkomandi. Tað sigur
Poul Færø sum í eitt mannaminni hevur virkað sum trúboðari í Føroyum
Poul Færø:
Hvønn leiklut eigi
eg í øllum hesum?
Ongan. Tað er
Gud. Tað er Hann
sum leiðir