hósdagur 29. desember 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 150
5
framhald á næstu síðu
Ein slík áminning fekk fólkið at
øtast og taka synd í unga manni
num. Men sjálvur tók Poul Færø
tað aldrin illa upp.
– Eg visti, at hann vildi mær væl,
og var eg glaður fyri hansara
áminningar. Í hesum førinum hevði
hann eisini rætt. Hann hevði altíð
eitt gott orð til mín, sigur Poul Færø.
Kallið byrjaði við
mammuni
Meðan tað var pápin, ið var fyri
myndin í gerðum og verki, so er
Poul Færø sannførdur um, at tað
var mamma hansara, ið er orsøkin
til, at hann gjørdist trúboðari.
– Kallið hjá mær til tænastu
byrjaði við mammu. Hon spurdi
meg altíð, um eg veruliga ikki visti,
hvat eg var, og hvat eg skuldi gerast
til í tilveruni. Í tí lá hennara
dreymur ella opinbering, greiðir
Poul Færø frá og leggur afturat.
– Tað gjørdi eisini tað, at eg
kundi ikki tað sama sum Odmar.
Hann var lesandi og gjørdist lækni,
sang inn plátu og var ein góður
fótbóltsspælari. Hann kundi alt
tað. Tað kundi eg ikki, tí eg hevði
eitt annað kall, sigur Poul Færø.
Tað at mamman hevði ein
dreym um hvat sonurin skuldi
gerast til, førdi eisini við sær, at
hon mangan fanst at soninum.
– Tá eg koyrdi ein flottan bil, ella
gekk í fínum klæðum, hevði hon at
mær. Tað skuldi ikki vera mín lutur
í lívinum, segði hon. Hon brúkti
eisini hetta at vísa á góðar
fyrimyndir. Antin fyri at eggja meg
at blíva líka sum tey, ella at ávara
meg um ikki at enda sum tey, sigur
Poul Færø.
Ein dagin gekk tað tó ov langt
hjá mammuni.
– Hon samanbar meg við ein
ávísan persón, og eg helt ikki, at tað
var rætt av henni. So eg svaraði
henni aftur. Tað skuldi eg ikki gjørt,
tí tað var sum at sløkkja eina
kontakt. Hon bleiv ikki tann sama
aftur, og tordi ikki longur at finnast
at mær, sigur Poul Færø.
Poul Færø gjørdist skakkur av
hendingini, og hóast hann royndi
at bøta um skaðan og bað til Gud
at gera alt í rættlag aftur, so tóktist
einki at virka.
– Men so ein dagin fanst hon
aftur at mær. Eg minnist hvussu
glaður eg bleiv. Mamma var tann
sama aftur. Tað var gott fyri meg,
at hon tordi at tala at viðurskiftum
í mínum lívi. Tað hevur millum
annað gjørt tað, at eg í dag toli
nógv av. Tað havi eg ikki altíð gjørt,
men tað geri eg nú, sigur Poul Færø.
Í læru í Havn
Sum fimtan ára gamal fór Poul Færø
til Havnar, har hann fór í læru til
málara. Árini í Havnini vóru góð, og
um hetta mundi møtti hann eisini
einari gentu úr Klaksvík. Ásvør
var navnið, og tey bæði gjørdust
skjótt so væl, at tá lærutíðin var
liðug, fór toftamaðurin ikki aftur
til heimbygdina, men flutti til
Klaksvíkar í 1957.
Fluttur til Klaksvíkar sigldi Poul
Færø tey fyrstu árini, meðan hann
arbeiddi sum málari millum túrar.
Eftir trý ár í Klaksvík valdu Poul
og Ásvør at giftast, og áttu tey trý
børn saman, Odd, John og Elsu.
Saman livdi tey eitt virki lív, og
førdi tað m.a. við sær, at tey fluttu
til Danmarkar og hjálptu til í
samkomum har. Um hetta mundi
gjørdist Ásvør tó álvarsama sjúk,
og eftir sekstan ár í hjúnabandi
doyði hon.
Tað var ein hørð tíð hjá Poul
Færø, ið nú stóð einsamallur eftir
við trimum børnum, men kortini
hevði hann aldrin lyndi at venda
sær móti Gudi, greiðir hann frá.
Vermamman gav boð
Ein dagin eftir at Ásvør var deyð,
tók vermamman Poul Færø til
síðis, tí hon ynskti at tosa við hann.
– Hon segði, at eg ikki skuldi
hugsa um, at fáa mær eina
arbeiðsgentu at ansa børnunum. Í
staðin mátti eg fáa mær eina konu,
minnist Poul Færø aftur á.
Tað var ein óhugsandi tanki fyri
einkjumannin og vísti hann hetta
frá sær, men vermamman stóð við
sítt. Hon ynskti at versonurin fann
sær konu, hóast tað einans vóru
nakrir mánaðir síðani, at dóttirin
doyði.
Samrøðan við vermammuna
tók hald i hjartanum og stutt eftir
møtti hann Annikku, ið hann
seinni giftist við. Í dag eiga tey fýra
børn saman, Johannes, Olav, Assa
og Poul.
– Við Annikku gav Harrin mær
dugnaliga konu og kendist tað eins
og Hann framhaldandi vildi minna
á allar tær uppgávur, ið Hann hevði
í huga viðvíkjandi okkum, sigur
Poul Færø.
Tað leiddi til at tey hildu áfram
við verkinum sum leiðarar í barna
og ungdómslegunum á Zarepta.
– Eisini opnaðust nýggjar leiðir
í tænastuni og er Annikka mín
virkandi, stuðlandi og dugnalig
kona í øllum lutum. Serliga
hugtakandi er frælsið hon gevur
mær, tí tær flestu uppgávurnar
Harrin vil hava framdar, eru best
egnaðar at fremja eina og per
sónliga í samrøðu við tørvandi
menniskju, ið Harrin hevur um
sorgan fyri, sigur Poul Færø og
heldur fram við at endurgeva
Orðtøkuni 31:10-12.
– Dugnaliga konu – hvør finnur
hana? Mangan meir enn perlur er
hon verd. Hjarta mans hennara
lítur á hana, og vinningur trýtur
ikki. Hon ger honum gott og einki
ilt allar ævidagar sínar.
Flokkurin av eftirkomarum
fjølgast við tíðini, og í dag eigur
Poul Færø tólv barnabørn og trý
langabbabørn, eftir at hjúnalagið
við Annikku hevur vart í 39 ár.
Gud leiðir
Hóast Poul Færø í dag er 78 ára
gamal, so er hann enn virkin
sum trúboðari. Millum manna er
hann kanska serliga kendur fyri
vitjunartænastuna, har hann vitjar
fólk kring landið.
– Ein vanligan dag kann eg hava
upp til tjúgu prát við fólk har eg
møti teimum í teirra heimum, á
sjúkrahúsinum ella á gøtuni. Um eg
sjálvur skuldi gjørt hetta, so hevði
tað ikki riggað. Men eg verði
leiddur av Gudi. Onkur kann nevna
eitt navn í eini samrøðu, og brádliga
veit eg, at eg skal vitja viðkomandi,
sigur Poul Færø.
Nógvur søgur eru um hvussu
trúboðarin er komin á gátt hjá
fólkum júst tá tey hava havt
størstan tørv á onkrum, ið kundi
bera teimum eitt gott orð ella biðja
saman við teimum. Nøkur kalla tað
fyri eina yvirnatúrliga gávu, ið
hevur hjálpt nógvum, men Poul
Færø er skjótur at vísa aftur, at
hann er nakað serligt.
– Efesus 2, 8-10 sigur: ”Tí av náði
eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki
av tykkum sjálvum, tað er gáva
Guds, ikki av verkum - fyri at eingin
skal rósa sær. Tí vit eru smíð
Hansara, skapt í Kristi Jesusi til
góð verk, sum Gud frammanundan
hevur lagt til reiðar, at vit skuldu
liva í teimum.”
– Hvat siga versini okkum?
Hvønn leiklut eigi eg í øllum
hesum? Ongan. Tað er Gud. Tað er
Hann sum leiðir. So satt sum tú
livir í tí náðigávu tú hevur fingið
frá Harranum, so virkar Hann,
sigur Poul Færø avgjørdur um
úrslitini av tænastuni, ið nú
spennir yvir seksti ár.
Eg royndi av og
á at siga okkurt
í samkomuni, og
minnist einaferð
eg hevði talað, at
hann reisti seg í
salinum aftaná
og segði, at fyrsta
fortreytin fyri at
lesa bíbliuna og
tala var, at man
dugdi sítt A-B-C
Tá eg koyrdi ein
flottan bil, ella
gekk í fínum
klæðum, hevði
hon at mær.
Tað skuldi ikki
vera mín lutur í
lívinum.