Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 TILBÚGVING Vit hava nógv góð fólk í tilbúgvingini SÓLVIT E. NOLSØ T að rein og hvein og ofta stóð nógv á. Onkun­ staðni stóð so nógv á, at tað mátti geva eftir. Summar tekjur fóru av og summir klædningar. Lutftin var full av flúgvandi lutum av øllum handa slag. Tað var vandamikið at ferðast úti og myndugleikarnir bóðu fólk um at halda seg innandura. Bilar fóru eisini, so at tað, sum skuldi venda niður, nú vendi upp. Alt í alt, so var tað næstan undantaksstøða í Føroyum í hálvttriðja døgn. Tó var ein glotti at síggja. Ein glæma í øllum tí dapra. Tilbúgvingin kring landið sá út til at rigga øgiliga væl. Sløkkilið og bjargingafeløg runt um sóu út at klára sína uppgávu til fulnar. Rósandi orðið tóku ongan enda. Av røttum skal sigast, tí eingin hevur nakra ímynd um, at uppgávan er løtt ella vandaleys. Alíkavæl eru tað fleiri, ið bjóða seg fram og gera hana sum eina tænastu til okkum øll. Henrik Weihe Joensen er komm­unustjóri á Tvøroyri og hevur servitan innan tilbúgving. Hann er samdur við teimum, ið siga, at tilbúgvingin kláraði seg væl og megnaði sína uppgávu ógvuliga væl, teir dagarnar ódnirnar herj­ aðu. – Tað er eingin ivi hjá mær, at vit hava nógv dugnalig fólk runt um í landinum. Kommunalu sløkkiliðini og bjargingarfeløgini hava gjørt eitt megnar arbeiði seinastu tíðina, sigur Henrik Weihe Joensen. Operativt væl fyri Henrik Weihe Joensen sigur, at arbeiðið, ið var gjørt um jólini í samband við ódnarveðrið, er ein góð mynd av tí størri myndini av føroyskari tilbúgving. – Operativt eru vit øgiliga væl fyri í Føroyum. Vit hava góð fólk, ið leggja nógv fyri í sínum arbeiði, lønt og ólønt. Vit hava væl skipaði bjargingarfeløg og væl skipaða kommunala tilbúgving, ið rigga væl. Sum heild rigga tær operativu deildirnar í Føroyum væl, sigur Henrik Weihe Joensen. Tá Henrik Weihe Joensen tosar um operativar deildir, so tosar hann um tær, ið gera tað handa­liga arbeiði, ið krevst í til­ búgvingararbeiðnum. Henrik Weihe Joensen nevnir eisini tyrluflúgvingina sum eitt dømi uppá tað sama. – Tilbúgvingin við tyrluflúgv­ ingini riggar til dømis eisini væl. Vit hava góðar tyrlur og gott fólk, ið passa tær. Tað vísir seg, at politiska skipanin hevur raðfest tann handaliga partin av tilbúgvingi og tað riggar sum tað skal. Tað sá mann eisini hesar dagarnar, sigur Henrik Weihe Joensen. Eitt, sum tó manglar er ein føroysk veðurtænasta, ið kundi verið ein partur av føstu tilbúgv­ ingini í Føroyum. Henrik Weihe Joensen sigur, at landið átti at tikið tað uppgávuna uppá seg, at sett veðurfrøðingar í eina føroyska veðurtænastu. – Veðrið hevur so nógv at siga fyri okkum, at tað átti at verið ein nátúrligur partur av tilbúgvingini, sigur Henrik Weihe Joensen. Tilbúgving er trygdarpolitikkur Henrik Weihe Joensen sigur, at hóast vit sum heild hava eina vælvirkandi tilbúgving í Føroyum, so eru tað summir manglar, ið enn ikki er avgreiddir. Hann sigur víðari, at tey flestu viðurskiftini eru komin uppá pláss, men at tað í seinasta enda manglar, at onkur tekur eina endaliga ábyrgd av økinum. Til dømis fyriliggur ein avtala millum fjølmiðlar og myndug­leikar, ið ger, at um bráð­ feingis boð um eitthvørt skulu út, so fáa tey hægstu raðfesting. Fleiri viðurskiftir sum hesi, ið tryggja eina smidliga mannagongd, eru uppá pláss, sigur Henrik Weihe Joensen. – Tað, sum nú manglar er, at landið tekur eina størri ábyrgd av at samskipa tilbúgvingina millum bjargingarfeløg, kommunalu tilbúgvingina, landsmyndugleikar – føroyskar og danskar – umframt privatar fyritøkur. Vit kunnu taka sum dømi hesa ódnina. Her er ábyrgdar­býtið greitt. Tað eru sløkkiliðini og bjargingarfeløgini saman við løgregluni, ið samskipa, bjarga og tryggja. Tað er ein lokal tilbúgving, sum fer í gongd. Í førum har fleiri myndugleikar verða íblandaðir, antin fleiri føroyskir, ella eitt millumlanda samstarv, tá kann tað halta hjá okk­ um, sigur Henrik Weihe Joensen. Henrik Weihe Joensen sigur, at í síðsta enda er tilbúgving trygdarpolitikkur. Føroyar hava ongantíð umsitið trygdarpolitikk sjálvi, tí málsøki hevur altíð verið danskt. Ein møgulig fylgja kann verða, at vit ongantíð hava havt fyri neyðini at taka størri politiska og yvirskipaða ábyrgd av tilbúgvingini. – Tað er tó einki, sum forðar fyri hesum, tí vit hava góð fólk til uppgávuna og vit áttu at orða ein greiðan tilbúgingarpolitikk fyri Føroyar, sigur Henrik Weihe Joensen. SOLVIT@SOSIALURIN.FO – Vit hava sum heild eina góða tilbúgving í Føroyum, men at yvirskipað og politiskt eigur størri ábyrgd at verða tikin av økinum, sigur Henrik Weihe Joensen Henrik Weihe Joensen: SOSIALURIN 145 FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 Henrik Weihe Joensen