Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 150 7 VAR RÆTTILIGA NERVØS BARBARA HOLM Ó dnirnar Barbara og Urd hava sett síni spor í tað føroyska samfelagið. Hús eru rivin sundur, neyst blást burtur í vindinum og stórir virkisbygningar hava fingið óbótaligan skaða. Tryggingar­ feløgini fáa eitt ordans høgg í árliga rokniskapin, nú føroyingar skulu til at byggja tað brotna uppaftur. Fyri familjuna Davidsen Klein í Runavík verður fyrsti jóladagur 2016 ein hátíðardagur, sum tey fara at minnast við gleði aftur á. Tí tað var dagurin, tá ið lítla diddan í húsinum kom til verðina. Tá ið klokkan var farin av hálv­ gum ellivu um kvøldið tann 25 desember, ringdi Diana Davidsen suður á Landssjúkrahúsið. Hon skuldi boða frá, at hon hevði verkir. – Eg fekk at vita, at tað var ov ringt veður til, at sjúkrabilurin kundi koma eftir mær, sigur Diana Davidsen, sum staðfestir, at hon ikki tordi at koyra sjálv. Tað vóru tó trý, sum trodsaðu illveðrið, og settu seg í bilin fyri at hjálpa Dianu Davidsen. – Sjúkrabilurin kom við tveim­ um portørum og við mínari jarðar­ móður, greiðir hon frá. Gekk skjótt Tá ið veðurforsøgnirnar vístu, at illveður fór at raka Føroyar um jól­ tíðir, so var Diana, sum vera man, heldur fjálturstungin. – Eg spurdi jarðarmóðurina, hvar hon fór at halda jól. Hon segði hon var heima og tað var bara at ringja, sigur Diana. Jarðarmóðurin og portørarnir vóru hjá Dianu kvart í tólv 25. desember, og tað gekk skjótt fyri seg. – Jarðarmóðurin kannaði meg og helt tað vera frægast, at vit vóru verandi heima, tí veðrið var so ringt tá. Hon segði, nú leggja vit tað í Harrans hendur, og setti seg undir liðini á mær, minnist Diana aftur á. Maður Dianu, Oddur, hevði eina heilt serliga uppgávu hesa løtuna. – Hann virkaði sum mítt bein­ stativ, sigur Diana flennandi og vísir á, at eingin útgerð var at heinta hesa løtuna. Tá ið klokkan var farin av eitt, kom lítla diddan í verðina, sigur Diana Davidsen. Au Naturel Tað er blivið so populert at tosa um ta natúrligu føðingina í ávís­ um kredsum. Vit hava hoyrt um kvinnur, sum vilja eiga við hús, í einum svimjihyli, og vit hava hoyrt um kvinnur, sum vilja eta móðurkøkuna aftaná, tí tað ger man í náttúruni. So langt fór tað ikki hjá Dianu Davidsen, men tvungna heima­ føðingin førdi við sær, at hon nú hevur átt eitt barn púra »natúrliga«. – Einki láturgass til mín hesa­ ferð, sigur Diana flennandi. Men tað var soleiðis tað var. – Vit vóru innstillað uppá, at nú var støðan sum hon var, og tí mátti eg bara fyrireikað meg uppá tað ringasta. Eg haldi tó ikki tað var so ringt, sigur Diana. Hon og maðurin eiga tvey børn frammanundan, so hon hevur nakað at samanbera við. – Handan láturgass-maskan er rættiliga góð at hava. Hana saknaði eg eitt sindur. Men tað varð ikki hugsað so nógv um, hvat kundi verið, tí eg mátti bara fyrihalda meg til støðuna, sum hon var, sigur Diana Davidsen. Minni fóru aftur til føðingina í 2010 So løgið tað ljóðar, so er hetta ikki fyrstu ferð, at veðrið hevur ávirkað barnsburðin hjá Dianu. Tí í apríl í 2010 áttu Diana og Oddur eina lítla diddu við down­ syndrom. Tey flestu minnast helst, at tað var um hetta mundi, at íslendska gosfjallið Katla gjørdi um seg og tarnaði flogferðslu í fleiri dagar. Tá lítla diddan varð borin í heim, skuldi hon eftir røttum verið send til Danmark til skurðviðger, men øskan úr Íslandi foraði lítlu familjuni at fara av landinum. – Diddan var tí skurviðgjørd í Føroyum og send til Danmarkar, tá ið tað var ráðiligt at flúgva, sigur Diana Davidsen. Tað spældi væl av og lítla diddan, sum nú er seks og eitt hálvt ár, hevur tað sera gott í dag. Hóast Diana hesaferð ikki slapp so mikið sum til Havnar, so spældi tað væl av. Lítla diddan græt beinan vegin hon kom út, og jarðarmóðurin og portørarnir kundu staðfesta, at hon og mamman høvdu tað gott. BARBARA@SOSIALURIN.FO – Vit hava áður roynt at havt eina ringa føðing, og ikki sleppa av landinum, tí øska var í luftini. So tá illveðrið kom og eg fekk verkir, bleiv eg rættiliga nervøs, sigur Diana Davidsen í Runavík Mátti eiga heima í ódnarveðrinum SAMRØÐA