Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 150 8 SAMRØÐA HALLUR AV RANA Á nýggjárinum leggur Heðin Mortensen frá sær sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eftir tólv ár í heita sessinum á Vaglinum. Tað er ein long tíð í politikki. So mikið long, at hjá teimum, ið atkvøddu fyri fyrstu ferð til býráðsvalið í november, hava tey havt torført at minnast eina tíð har Heðin Mortensen ikki var borgarstjóri. Meiningarnar um Heðin Mort­ ensen hesi árini hava verið mangar, men óansæð hvørja hugsan man hevur um politikaran Heðin Mortensen, so er tað ein sannroynd, at í hansara tíðarskeiði sum borg­ arstjóri hevur Havnin ment seg í rúkandi ferð á flest øllum økjum. Ongastaðni er tað tó sjónligari enn í teimum fysisku mørkunum. Havnin hevur otað seg langt niðan í Hoyvíkshagan, upp móti Konga­ varða á Argjum og út í Nólsoyar­ fjørð við nýggju havnarútbygg­ ingina, meðan miðbýurin er end­urnýggjaður, Vágsbotnur blomstrar, Gundadalur veksur í vavi og Tórsgøta er vorðin til eina mentanargøtu. 1. januar er skeiðið hjá Heðin Mortensen tó liðugt, tá Annika Olsen tekur við borgar­stjóra­ sessinum á odda fyri eini samgongu við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn. Fegnast um 12 góð ár Nú Heðin Mortensen eftir øllum at døma einans hevur nøkur fá samdøgur eftir sum borgarstjóri, letur hann sambært sær sjálvum eina sunnu og góða kommunu víðari til næsta borgarstjóran. – Saman við øðrum hava vit fingið nógv av skafti í kommununi. Millum annað hava vit lagt stóra áherðslu á bleytu virðini, og hava bygt fleiri skúlar og barnagarðar, umframt at hava veitt betri umstøður til barnafamiljur, m.a. við at hækka barnafrádráttin, systkinafrádrátt og annað, sigur Heðin Mortensen og vísir eisini á, at í hansara tíð hevur kommunan bygt Skúlan á Løgmannabreyt, Skúlan á Argjahamri, dagført Eysturskúlan og sett gongd á Skúlan á Fløtum. Harumframt vísir borgarstjórin á, at kommunan setti í verk eina aktivering av teimum eldru, áðrenn eldraøkið varð yvirtikið frá landinum. Eitt átak, ið hann metir vera eina sólskinssøgu. – Vit megnaðu at aktivera okkara eldru, so tey verða verðandi í góðum fysiskum formi. Tað eru fleiri hundrað av okkara eldru, ið luttaka í badmintonhøllini og Fimi hvørja viki, umframt á tiltøkum á Ein borgar­ stjóri má ikki seta seg inni í eini skrivstovu. Eg setti mær fyri, at eg skuldi vera úti millum borgarar og gáttin inn til mín skuldi vera lág. Heðin Mortnsen Annika Olsen er ikki sama typa sum eg, og tað kemur hon aldrin at vera. Men eg fari at mæla henni til at vera fólkslig, lurta eftir fólki og fremja tað tey ynskja. Tað hevur nógv at siga, at man lurtar eftir borgarunum. Tað sigur Heðin Mortensen, ið Vikuskiftis-Sosialurin hevur hitt til eitt prát um seinastu tólv árini.