Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 150 9 PENINGASTOVNAR SKULDU IKKI RÁÐA YVIR HAVNINI teimum ymiskum stovunum, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin er eisini fegin um tær byggiverkætlanir, ið kom­ munan hevur sett í verk og fullført undir hansara leiðslu. Harímillum er brúgvin um Sandá, økið við Karlamagnusarbreyt, Ytri Ring­ vegurin, fleiri nýggjar útstykking­ ar, Tórshavnar Havn, Boðanes­ heimið, Tórsvøll, vøllurin í Hoyvík, nýggj høll á Hálsi o.s.fr. Betongkassar Millum tey afturvendandi evnini innan býráðspolitikk í Tórshavnar kommunu síðstu árini hevur verið kjakið um keypið av fleiri stórum bygningum. Tað vakti serliga ans, tá Tórshavnar kommuna keypti gomlu bankabygningarnar hjá BankNordik, tá bankin valdi at byggja nýtt høvuðssæti. Leingi var ógreitt hvat byg­n­ ingarnir skuldu brúkast til, og borgarstjórin fekk nógvar ákoyr­ ingar í miðlunum fyri keypið, men sambært borgarstjóranum, so var tað alla tíðina ein ætlan við keypinum. – Ætlanin hevur alla tíðina verið at brúkt tann í Niels Finsens gøtu til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu, ið var spjadd yvir tólv ymiskar bygningar. Í dag er alt flutt, ið flytast kann, og fólk eru fegin eru um tað, sigur borg­ar­ stjórin. Harumframt ynskti man at brúka veghæddina til okkurt, ið kundi skapa lív í økinum. - Í dag húsast Visit Tórshavn, eitt apotek og Gómagott har, umframt at Torgið er komi. Har er fult av lívi nú, og næsta stig er at fara hinumegin vegin og gera meira, greiðir Heðin Mortensen frá. Við bygninginum í Húsagøtu broyttist støðan, tá danska politiið fekk áhuga í honum. – Ætlanin var, at hann skuldi vera ein heilsumiðdepil har kommunulæknar, tannlæknar, heilsusystrar og onnur hildu til. Arbeiðið var byrjað, men so kom ein fyrispurningar frá politinum. Teir vildu brúka bygningin til ein nýggja miðdepil, greiðir Heðin Mortensen frá. Sjálvur er hann ikki í iva um, at um hann ikki játtaði fyr­i­spurn­ inginum frá politinum, so kundi tað enda við, at hundraðtals arbeiðspláss vórðu flutt úr býnum. – Tað kundi eg ikki lova sum borgarstjóri. Man koyrir ikki bara 200 arbeiðspláss úr býnum. Bankarnir skuldu ikki ráða Tá práta verður um farnu tólv árini er tað tó serliga eitt lyfti, ið hann í dag er glaður fyri at hann helt. – Av øllum hesum, so er tað, ið eg eri mest stoltur av, er, at tá eg bleiv borgarstjóri, so setti eg mær fyri, at eg vildi ikki vera bundin at nøkrum peningastovni innanfyri lántøku. Eg havi sæð hvussu aðrir borgarstjórar hava verið stýrdir av bankunum, og tað vildi eg ikki, sigur Heðin Mortensen og leggur afturat. – Í somu løtu tú tekur eitt lán frá teimum, so er tað ikki tú, ið stýrir býnum, men peningastovnarnir. Eg eri stoltur av at siga, at til hendan dag hava peningastovnarnir ikki stýrt býnum. Alt tað vit hava gjørt og bygt er fíggjað gjøgnum skattin, sigur borgarstjórin. Heðin Mortensen viðgongur tó, at kommunan hevur lánt pengar í hansara tíð. – Vit hava eitt lán frá tá vit bygdu skúlarnar á Løgmannabreyt og Argjahamri í sama fíggjarári, men tað er frá Lívstryggingini. Harumframt hevur kommunan eitt gamalt lán frá Havnar Arbeiðsmannafelag, ið varð tikið í fýrsunum, og sum vit enn gjalda niður á, vísir Heðin Mortensen á. Ein fólksligur leiðari Eitt sum hevur eyðkent leiðslustílin hjá Heðini Mortensen hevur verið, at hann hevur verið lættur at fingið fatur á hjá vanliga borgaranum. Borgarstjórin hevur verið ein kend sjón til hátíðarhald, rundar føðingardagar og jarðarferðir, og havnarborgarar hava sitið við kensluna av, at tað altíð ber til at venda sær til borgarstjóran við einum máli. Tað er eisini tilætlað, greiðir Heðin Mortensen frá. – Ein borgarstjóri má ikki seta seg inni í eini skrivstovu. Eg setti mær fyri, at eg skuldi vera úti millum borgarar og gáttin inn til mín skuldi vera lág. Ein og hvør borgari skuldi sleppa inn til mín. Tað handlar um at lurta. Eg sigi ikki, at man kann loysa alt, men tað minsta man kann gera, er at lurta og gera eina roynd, sigur Heðin Mortensen. Spurdur um hann hevur nakað ráð til Anniku Olsen, nú hon tekur við sum borgarstjóri 1. januar, vísir Heðin Mortensen til tann fólksliga leiðslustílin, ið hevur roynst honum so væl. – Annika Olsen er ikki sama typa sum eg, og tað kemur hon aldrin at vera. Men eg fari at mæla henni til at vera fólkslig, lurta eftir fólki og fremja tað tey ynskja. Tað hevur nógv at siga, at man lurtar eftir teimum. Og so sjálvandi at syrgja fyri, at hon hevur stýr upp á tað fíggjarliga, sigur fráfarandi borgarstjórin. Vildu hava annað stýri Tað er eingin loyna, at Heðin Mortensen ongar ætlanir hevði um at leggja frá sær 1. januar, men eftir, at Fólkaflokkurin leyp frá eini avtalu og gekk aftur um ryggin á borgarstjóranum, eydnaðist tað flokkinum at fáa hendur á borgarstjórasessinum, ið Annika Olsen fer at røkja. Heðin Mortensen er tó ikki bilsin av, at hansara tíð sum borgarstjóri endaði á slíkan hátt. – Eg sá telvingina tá tað nærkaðist valinum, bæði í talu og skrift. Niðurstøðan var næstan allastaðni frá somu flokkunum, at her skal útskifting til og her skal broyting til. Tað virkaði sum tað var eitt rák, ið tey skuldu vinna fyri ein og hvønn prís, sigur Heðin Mortensen og leggur afturat. - Man vildi absolutt hava eitt annað stýri, kosta hvat tað kosta vil. Man lurtar ikki eftir ynskjunum hjá borgarunum, og skúgvar í staðin demokratiska háttin at velja uppá til viks. Men í øllum førum er hetta ikki tað, ið borgarin hevur biðið um ella ynskir. Sjálvur dylur hann ikki fyri, at hann er keddur av hvussu hansara skeið sum borgarstjóri endar. – Tað er keðiligt eftir, at man fekk eina so stóra álitisváttan. Um eg fekk 300 atkvøður hevði tað ikki verið nakar trupulleiki yvirhøvur. Men tað er ikki tað, eg fekk. Eg fekk umleið 2200 atkvøður meira enn tann, ið bjóðar sær fram at verða borgarstjóri. Tá skilji eg væl, at fólk ikki dáma tað, og eg føli meg heldur ikki serliga væl, sigur borgarstjórin. Nú hansara skeið sum borg­ arstjóri er komi at enda, fer hann frá við kensluna av, at hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. – Eg er glaður og stoltur av, at kunna handa eina kommunu víðari, ið er munandi betri fyri enn tá vit tóku við. Tað sæst m.a. aftur í, at Tórshavnar kommuna eigur meira pening á bók enn hon skyldar, sigur Heðin Mortensen. Í somu løtu tú tekur eitt lán frá teimum, so er tað ikki tú, ið stýrir býnum, men peninga­ stovnarnir. Heðin Mortnsen Í ársins síðsta blaðið tosa vit við fráfarandi borgarstjóran í høvuðsstaðnum. Í ein av fyrstu bløðunum í nýggja árinum kanst tú lesa eina samrøðu við Anniku Olsen, komandi borgarstjóra í Havn.