hósdagur 29. desember 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 150
10
ÁRNI GREGERSEN
T
á ið tingfólk fóru í jólafrí
beint undan jólum,
høvdu tey sæð 46
lógaruppskot og upp
skot til samtyktar.
Av teimum eigur samgongan
nógv tey flestu uppskotini. 33 av
teimum eru løgd fram av lands
stýrisfólkunum og hava tí eisini
fingið undirtøku frá einum
meirluta í tinginum gjøgnum við
gerðina.
Nøkur av uppskotunum, sum
eru viðgjørd, er løgd fram av nevnd,
sum røkkur inn í bæði samgongu
og andstøðu. Talan er um fýra
uppskot, sum løgtingsgrannskoð
ararnir hava lagt fram og millum
teirra eru góðkenning av rokn
skapum hjá til dømis Húsaláns
grunninum og Búnaðargrunninum.
Andstøðan hevur eisini lagt
nøkur uppskot fram – níggju til
samans. Summi eru lógaruppskot
meðan onnur eru uppskot til
samtyktar, men tey venda vit aftur
til.
Atfinningarnar hava verið
ágangandi móti samgonguni í
samband við tingarbeiðið í hesi
tingsetuni. Andstøðan hevur
funnist at, at ein stórur partur av
politiska arbeiðnum gongur fyri
seg í arbeiðsbólkum, sum eru
uttsanfyri Løgtingið.
Andstøðan vísir á nýskipanar
bólkin, sum skal gera nýggja lóg
um vinnuligan fiskiskap, menn
ingarætlanina fyri sjúkrahúsverkið
og aðrar arbeiðsbólkar.
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
hevur víst hesum atfinningum
aftur. Hann vísir fyri tað fyrsta á,
at hetta ikki er nakar nýggjur máti
at arbeiða uppá. Hetta gjørdi
undanfarna samgonga eisini.
Harafturat sigur hann, at upp
skotini um ætlaðu broytingarnar
sjálvandi koma í tingið og fáa tær
viðgerðir, sum lógin ásetir.
Løgmaður vísir eisini á, at fyri
at gera lógarsmíð so er neyðugt
frammanundan at kenna for
treytirnar og avleiðingarnar av tí
lógarsmíði, sum verður gjørt.
Andstøðan hevur sagt, at av tí,
at so stórir spurningar liggja í
arbeiðsbólkum, so eru fáir ting
fundir og tingfólk sleppa ikki í
góðari tíð at viðgera ætlaðar
broytingar í lógarverkinum.
Tom andstøða
Á mangan hátt kann tað tykjast,
sum andstøðan í heyst hevur verið
tom, men ein av frágreiðingunum
er sjálvandi, at andstøðan eisini
hevur verið partur í tí fyrireikandi
lógararbeiði, sum gongur fyri seg
uttanfyri tinggátt.
Umboð fyri andstøðuna hava
tikið lut í samráðingarfundum um
nýggja fiskivinnuskipan, um
nýggja pensjónsskipan og fyri ein
part eisini í arbeiðnum at gera eina
stjórnarskipan fyri Føroyar.
Teir samanbrestir, sum hava
verið í tinginum, eru av politiskum
slag og hava tikið seg upp undir
viðgerðini av ávísum málum, fyrst
og fremst undir viðgerðini av
ólavsøkurøðu
løgmans
og
viðgerðini av fíggjarkørmum og
fíggjarlóg.
Andstøðuuppskotini
Listin yvir tingmál vísr, at til
samans 48 mál hava verið til
viðgerðar, men verður hugt nærri,
so eru tvey mál tikin aftur og
sostatt eru tey ikki brúkt. Tað vil
siga, at 46 lógaruppskot og uppskot
til samtyktar hava fingið viðgerð
í Løgtinginum síðani hendan
tingsetan byrjaði á ólavsøku.
Tvey tey fyrstu andstøðu
uppskotini vóru løgd fram 22.
september. Bárður Kass Nielsen
legði uppskotini fram vegna nýtt
sjálvstýri.
Talan var um tvey uppskot til
samtyktar.
Tað fyrra segði, at Løgtingið
heitti á landsstýrið um at endur
skoða løgtingslógina um dag
stovnar og dagrøkt, soleiðis at eitt
lægsta mark av tímajáttan
Møguleikarnir at seta spurningar av ymiskum slag gera,
at heldur færri andstøðuuppskot verða løgd fram
ANDSTØÐAN ÁTTI NÍGGJU
AV 46 UPPSKOTUM
POLITIKKUR
Sksel V. Johannesen, løgmaður, vísir aftur at ov nógv politiskt arbeiðið
verður gjørt í arbeiðsbólkum uttanfyri tinggáttina