hósdagur 29. desember 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 150
11
(minimumsnormering) verður
ásett við lóg, fyri at tryggja
góðskuna á dagstovnunum og at
stimbra undir, at fyribyrgjandi
trivnaðaramboð verða brúkt av
heilsufrøðingum, dagstovnum og
skúlum.
Uppskotiðekk tríggjar atkvøður
fyri og 27 ímóti.
Seinna uppskotið frá Nýggjum
Sjálvstýri mælti til at heita á lands
stýrið um at fyrireika og leggja
fram lógaruppskot um at seta á
stovn ein familjudepil, sum mið
savnar tænastur, sum hava við fyri
byrging, ráðgeving og tilboð annars
viðvíkjandi familjuviðurskiftum at
gera, undir eina og somu eind.
Heldur ikki hetta uppskotið
fekk undirtøku í Løgtinginum.
Eitt annnað uppskot frá and
støðuni hevur fingið nógv umrøðu.
Tað var eitt um at játta meia pening
til saltsilona á Drelnesi.
Uppskotið kom frá andstøðu
flokkunum og endaði við, at tingið
í eini eykajáttanarlóg játtaði eyka
pening til saltsilona, men tá var
talan um eina avtalu í sambandi
við fíggjarlógarsamtyktina.
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin legði eitt lógar
uppskot fram um at lækka skatt
og meirviðisgjald av heimavirki.
Flokkurin mælti til at slíkt arb
eiði verður bruttoskattað við 15
prosentum, men bert tann inn
tøkan, sum fer uppum 50.000
krónur.
Í viðmerkingunum til uppskotið
skrivar Fólkaflokkurin:
Heimavirki er eftir galdandi
lógum vanliga skattskyldugt og
meirvirðisgjaldskyldugt. Hetta
merkir, at vinningur í sambandi við
sølu av heimavirkaðum vørum er
skattskyldugur. Selur ein persónur
fyri meira enn 50.000 krónur í
einum ári, er hann eisini skyldugur
at lata seg meirvirðisgjaldskráseta
og skal gjalda meirvirðisgjald av
allari søluni. Tá talan er um
heimavirki, er í flestu førum talan
um ítriv og ikki vinnu. Sum
kunnugt er skattliga viðgerðin
nakað ymisk, um talan er um ítriv
ella vinnu.
Fólkaflokkurin hevði eisini eitt
uppskot til samtyktar, har heitt
verður á landsstýrið um at stovna
ein lønargrunn til stórmeistara í
talvi.
Miðflokkurin og
Sambandsflokkurin
Mikðflokkurin legði eitt uppskot
fram um, at øll sum verða send
uttanlands í sjúkraviðgerð, fáa rætt
til at hava fylgjara við sær.
Hetta málið fall.
Flokkurin hevur eisini lagt eitt
uppskot fram til samtyktar um
menningarsamstarv.
Sambandsflokkurin hevur lagt
eitt uppskot til samtyktar fram, um
at allar skúlabøkur eisini skulu
vera ljóðbøkur, umframt eitt lóg
aruppskot um at byggja nýggjan
húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Í uppskotinum stendur, at
skúlin ikki kann kosta meira enn
18 milljónir krónur.
Fýra uppskot, sum eru viðgjørd
síðani á ólavsøku eru av slíkum
slag, sum skulu fyri tingingið og
eru løgd fram av løgtingsgrann-
skoðarunum.
Møguleikarnir hjá tingfólki at spyrja landsstýrisfólkini um
ávís mál, er nú ein stórur partur av tingarbeiðnum
Spurningar og svar
partur av tingarbeiðnum
ÁRNI GREGERSEN
T
ingskipanin loyvir fleiri
sløg av spurningum til
landsstýrisfólkini.
Hesum gera tingfólk
sær eisini í stóran mun dælt av
heldur enn at leggja uppskot
fram til samtyktar, sum meira var
vanligt fyrr.
Síðani á ólavsøku hava tingfólk
sett 18 skrivligar fyrispurningar til
landsstýrisfólkini.
Fólkaflokkurin hevur sett nógv
teir
flestu
skrivligu
fyri
spurningarnar – 10 tilsamans. Hinir
nátta koma frá Nýggjum Sjálvstýri,
sum hevur set tveir skrivligar
fyrispurningar, Tjóðveldi tríggjar,
Javnaðarflokkurin, Framsókn og
uttanflokkan tingkvinnan Sonja
Jógvansdóttir hava sett hvør sín
skrivligan fyrispurning.
Munnligir og ófráboðaðir
Løgtingsformaðurin setir reglu
liga ófráboðaðar spurningar til
løgmann og landsstýrismenn á
dagsskránna.
Løgtingsmenn kunna tá uttan
fráboðan seta løgmanni og
landsstýrismonnum spurning,
sum teir skulu svara beinanvegin.
Løgmaður og landsstýris
maður kunnu boða frá, at teir
ikki fáa svarað beinanvegin, men
vísa spyrjaranum til at seta
spurningin fram av nýggjum
eftir stk. 2 og 3 ella § 53. Í hesum
førum steðgar orðaskiftið
beinanvegin.
Stk. 6. Løgtingsmaður kann
bert seta fram ein høvuðs
spurning. Ófráboðaðir spur
ningar kunnu í mesta lagi vara
tilsamans 1 tíma og, hvør
spurningur má í mesta lagi vara
í 10 minuttir.
Broytingarnar í tingskipanini
gera, at tingarbeiðið er
nógv broytt og spurningar
fra´tingfólkum fáa
munandi størri rúmd.
Grein 52-
spurningar
Í Løgtinginum eru settir 35
grein 52-fyrispurningar.
Teir eru meira javnt býttir
millum flokkarnar. Nýtt Sjálv
stýri hevur sett seks slíkar
spurningar, Sambandsflokk
urin níggju, Miðflokkurin og
Javnaðarflokkurin hvør sínar
seks og Fóllkaflokkurin átta
grein 52 spurningar.
Viðhvørt hevur tað víst seg,
at tingfólk seta spurningar til
egin landsstýrisfólk, men síðani
á ólavsøku hevur hetta ikki
veirð so nógv at sæð, tá ið talan
er um skrivligar spurningar.
Tað kemur meira fram, tá ið
formaðurin setir munnligar ella
ófráboðaðar fyrispurningar á
skránna. Tá hendir tað oftari,
at tingfólk spyurja teirras egnu
landsstýrisfólk okkurt, so hesi
fáa høvi at greiða frá onkrum
máli.
Men tingskipanin hevur við
møguleikunum hjá tingfólkum
at spyrja broytt tingarbeiðið
nakað.
Skrivligir fyrispurningar
Vil tingmaður fáa ávíst alment
mál til umrøðu og í hesum
sambandi leggur skrivliga
nágreiniliga orðaðan spurning
fyri løgmann ella landsstýris
mann, sbrt. reglunum í stýris
skipanarlógini § 21, verður
áheitan við grundgeving handað
formanninum. Formaðurin sigur
tinginum frá á sama ella næsta
fundi.
Stk. 2. Á næsta fundi eftir
fráboðan formansins ger tingið
av við atkvøðugreiðslu uttan
umrøðu, um fyrispurningurin
skal verða svaraður. Verður
uppskotið ikki samtykt, telur
tingformaðurin, um tveir
fimtingar av tingmonnum á
fundi hava atkvøtt fyri, og skal
fyrispurningurin tá verða
svaraður eftir reglunum í
stýrisskipanarlógini § 21, hóast
hann er fallin. Skal hann verða
svaraður, sendir formaðurin
løgmanni ella landstýrismann
inum fyrispurningin.
Stk. 3. Fyrispurningurin skal
verða svaraður skrivliga, og skal
løgtingsformaðurin hava svarið
í hendi í seinasta lagi 14 yrka
dagar eftir, at spurningurin var
góðkendur sbrt. stýrisskipan
arlógini § 21.