hósdagur 29. desember 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 150
12
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Tíðargrein
Tíðargrein
Nýggjárshaldið
er ein partur av
okkara samleika
Í einum tíðarskeiði á meiri enn 50 ár er í Vági bygd upp siðvenja
kring stórsligið nýggjárshald. Upprunaliga var tankin at skipa eitt
nýggjárshald, sum kundi savna vágbingar burturi og heima ár undan
ár á ársins síðsta degi og nátt. Men við tíðini er nýggjárshaldið í Vági
fingið alsamt størri vav, er vorðið kent kring landið og uttanfyri
landoddarnar við. Fyri vágbingar er ikki bara talan um eitt hald ella eitt
tiltak, nýggjárshaldið er eisini ein týðandi partur av okkara samleika
Tilvildarlig byrjan
gjørdist siðvenja
Tað byrjaði alt meiri ella minni
av tilvild. Árini áðrenn nýggj
árshaldið fyrstu ferð varð rætti
liga skipað – árini fram til og við
nýggjárið 1963/64 – vóru nýggjárs
aftanskvøldini í Vági merkt av, at
teir eldru ungdómarnir fóru út at
gera »fortre«. Ungdómarnir fóru
runt bygdina at taka portur av
og goyma tey, og helst goyma
tey so væl, at eigarin mátti leita
væl og leingi áðrenn portrið
varð funnið. Nýggjárið 1963/64
gjørdist hesin skemti-leikur í so
ógvusligur og løgreglan kom uppí
í álvarsmáli. Fleiri hava greitt frá
hesum kvøldinum, m.a. Eyðbjørg
Winther Hansen og Petur Roach,
sum bæði eru uppvaksin í Vági
um hetta mundi.
Eyðbjørg Winther Hansen
greiður frá: Ungdómar høvdu
tikið bátin hjá Jørgen Olsen, sett
hann tvørtur um vegin á Skála,
so bilar ikki kundi koyra eftir
vegnum. Línuskipið Óla Horn ella
Tummas við Kráir var akkurát
innkomin, og nakrir sumbingar,
sum vóru við, skuldu suður til
Sumbiar. Men tá teir komu til,
har báturin stóð, so noyddist teir
sjálvandi at steðga. Teir fóru úr
bilinum, og skuldu flyta bátin,
men tá blivu teir oystir undir
í kinasarum (smáum kanón-
sløgum) av okkum, sum stóðu
oman fyri húsini á Skála.
Seinni somu nátt brotnaði
báturin. Petur Rouch greiður frá,
at klokkan var farin av trý, tá ein
jeepur kom koyrandi vestur eftir
og steðgaði beint frammanfyri
bátinum. Sjafførurin kom út og
hugdi seg íkring, setti seg í jeepin
aftur, bakkaði og drønaði so inn í
gronina á bátinum, so hann vendi
út og vestur og slapp so forbí.
Dagarnir eftir tað vóru ikki so
stuttligur, tí eg fekk av at vita,
tú okur høvdu framt herverk –
og fleiri enn 40 ungdómar vóru
meldaðir – hetta var stór skomm.
Haldi meg minnast, at okur ella
onkur betalti eina bót, so Jørgin
fekk ein annan bát, men árið eftir
bleiv so skaddi báturin brendur –
og nýggjárshaldið í Vági fekk sítt
skap, greiður Petur frá.
Faklagonga, brenna
bát, stórt fýrverk –
veitsla og dansur
Báturin hjá Jørgeni varð brend
ur nýggjárið 1964/65. Og varð bát
urin tá drigin vestur á Tríkantin á
Sandinum, har hann varð brend
ur – hetta uttan iva við íblástri frá,
tá báturin Fremad varð brendur
har á leiðini nýggjársaftan í
1947/48. Tað bálið var velduga
stórt og øll bygdin varð savnað
við bálið.
Upprunatankin var at fáa
skipað slíkt tiltak aftur, sum øll
bygdin kundi savnast um, undir
meiri skipaðum viðurskiftum
nýggjársaftan. Og var tað eisini
í hesum sambandi, at Nýggj
ársnevndin í Vági sá dagsins
ljós. – Og øll árini síðani 1964/65,
við einstøkum undantøkum, er
bátur brendur á Tríkantinum
nýggjársaftan.
Longu um sama mundi, sum
báturin hjá Jørgen'i varð brendur,
høvdu ungdómar í Vági skipað
fyri faklagongu. Gingið varð tá
úr Nýggjutrøð, ovarliga vestaliga
í bygdini, og faklagongan endaði
niðri á Garðabrúgv, har faklarnir
vórðu tveittir á sjógv. Árið eftir
varð skipað fyri faklagongu,
sum endaði á Tríkantinum - og
er hetta framvegis siðvenja í dag,
hóast faklagongan nú byrjar í
miðbýnum og gongur vestureftir
høvuðsvegnum.
Við eldhugaðum undangongu
fólkum í Nýggjársnevndini vaks
nýggjárshaldið ár um ár.
Í 1967 varð á fyrsta sinnið
skipað fyri nýggjársveitslu og
var veitslan í nógv ár fastur
táttur í nýggjárshaldinum í
Vági. Á skránni var ræst kjøt
og súpan, góður felagssangur
og gott undirhald við lokalu
skemtarunum Robert McBirnie,
Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl
Nolsøe og seinnu árini eisini
Arnfinni Thomassen. Størsta
veitslan var ár 2000, tá borðreitt
varð fyri fleiri enn 700 fólkum
í stórslidnari nýggjársveitslu í
Vágs Høll. Nú eru tað nøkur ár
síðani nýggjársveitsla varð hildin
í Vági. Nýggjar siðvenjur við
granna- og familjuveitslu hava
tikið yvir hendan táttin.
Rættiliga tíðliga varð nýggj
árshaldið í Vági eisini skipað
við stórum fýrverki. Nýggjárs
nevndin hevur síðan 1970ini havt
góðkendar fýrverkar-skjótarar.
Stóra fýrverkið er ár um ár
vorðið størri og alsamt meiri
skipað – og er fyri mong eitt av
hæddarpunktunum í Nýggjárs
haldinum í Vági, áðrenn farið
verður í dans í VB-húsinum og
Vágs Høll.
Eru summar siðvenjur steðg
aðar, so eru aðrar nýggjar sið
venjur lagdar afturat. Seinastu
nógvu árini hevur Nýggjárs
nevndin bjóðað morgunmat í
Billardhúsinum, ein táttur, sum
byrjaði í samband við nýggjárs
haldið ár 2000. Rørslufelagið
Hvistan hevur í 7 ár skipað fyri
kirkjurenning, har fólk renna,
ganga og súkla frá Vágs kirkju
til Porkeris kirkju og aftur. Fakla
gongan varð eisini fyri nøkrum
árum víðkað, soleiðis at tað nú
ganga bæði menn og kvinnur við
faklum – fyrr gingu bara menn.
Nýggjárshaldið ein
partur av okkum
Hóast nýggjárshaldið í Vági
fevnir um nógvar ymiskar
spennandi tættir, so er ein tann
mest týðandi tátturin sjálvt
haldið – nýggjárshaldið sum við
árunum er vorðin ein partur av
tí at verða vágbingur.
Nýggjársaftan er dagurin,
har flest allir vágbingar ynskja
at verða í Vági. Hetta er dagurin,
sum vágbingar, sum arbeiða
uttanlands, longjast heim til;
dagurin, sum vágbingar í útlegd
leita heim til Vágs at uppliva ár
um ár.
Nýggjársaftan og dagarnir
uppundir nýggjársaftan eru okur
øll vágbingar. Stórt hundraðlið
er við í fyrireikingunum, sum
fevnir um allar aldursbólkar
frá smápiltum til tey, sum eru
komin til árs. Og nettupp hetta
samanhaldið, tað at okur í felag
lyfta eitt so megnartiltak, ger
nýggjárshaldið til nakað heilt
serligt.
Tað at okur øll antin í verki