Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 150 13 Dennis Holm borgarstjóri MYND: NIELS JACOB EYSTURBERG ella í andanum eiga okkara lut í einum so stórum tiltaki, sum dregur fólk úr øllum heraðs­ hornum, ger eisini, at okur hava sterka kenslu av at eiga heima í einum stórum felagsskapi, har Nýggjársnevndin gongur á odda, sum ár um ár skipar fyri einari stórari og nú heims­kendari nýggjársymfoni á ársíni síðstu nátt. Nýggjárssymfoni kring midnátt Hendan løtan kring midnátt í Vági er skipað nakað sum seinasti satsur í einari stórari symfoni, sum á dramatiskan hátt varliga leiðir upp til eitt stórt endabrak – og síðani stóran fagna frá áskoðarafjøldini. Løtan frá kl. 23 til kl. 23.45 er friður í Vági. Tey lokalu nýggjárs­ bálini eru sloknaði og liðug. Okkurt fís, og einstøk varlig skot hoyrist tó, og onkur lítil rakatt, men annars friður. Veðurgudarnir spæla í bak­ grund­ini eina varliga dempaða violin – teir boðað frá, at aftur í ár er veðrið gott á nýggjárunum í Vági, eins og tað altíð er! Í luftini kennist spenningur. Fólkamongdin fylkist spakuliga við Tríkantin á Sandinum og framvið høvuðsvegnum, har faklagongan fer framvið. Við Skipasmiðjuna savnast menn at bera fakkul og við Meinigheitshúsið kvinnur. Andlit brosa og útstrála gleði, spenning og stóltleika. Hesi 160 fólkini skulu um skamma stund inn á høvðspallin, við týðandi leikluti fram til sjálvt endabraki á symfoni'ini. Tá farið verður undir at tendra faklarnir úti við Skipasmiðjuna, tendra ungdómar eisini blikkini, sum eru sett upp framvið veg­ num niðan á Eggjarnar, og fram­ við vegnum niðan í Fjallið. Sum eld­slangur, ið ringa seg oman eftir fjallasíðuni, verða blikk­ini tendraði allanvegin oman á Sandin, runt Sandin og til Trí­kantin; og karm­ arnir kring enda-scenuna taka spakuliga skap. Uppi í Fjallinum verður eld sett á blikk, sum tekna upp nýggja árstalið á fjallasíðuna – árstalið, sum ber boð um hvar leiðin gongur. Á skúlalagnum við Gamla skúla á Gørðunum tendra menn eld í heiðursportið við gamla árs­ talinum, meðan nýggja árstalið loðar upp í heiðursportrinum vesturi á Tríkantinum. Soleiðis ganga 160 menn og kvinnur í flagg- og faklagongan gjøgnum heiðurs­portur við brátt farna árinum og gjøgnum heiðurs­ portur inn í nýggja árið. Meðan gongan fer framvið Sandinum leita tankar hjá teimum flestu í áskoðarafjøldini aftur á árið sum fór. Hjá summ­ um ferðast tankarnir við ein­um smíli um eitt gott og gevandi ár, hjá øðrum eru tár í eygna­ krókunum og saknurin eftir teimum kæru, sum fóru, kennist svárur. Tá faklagongan nærkast Gørð­unum spælir fýrverkið sín fyrsta bleyta part í symfoni'ini til heiðurs fyri gonguni, sum fylgd av skotum og ljósglæmu leggur leiðina framvið Tríkantinum, yvir um Sandin, runt Sandin og heim aftur á Tríkantin. Nú nærkast byrjanin til sjálvan endan av symfoni'ini – og høvuðs­pallurin er gjørdur heilt til reiðar til stórslidna endan. Á Tríkantinum stendur føroyskur bátur, prýddur við stórum vøkrum drekastevni og –hala, síðurnar eru vardar við skjøldrum - báturin er klárur at flyta okkum á seinastu ferð í gamla árinum og inn í nýggja árið. Tá faklagongan nærkast Trí­ kantinum við neyðblussum og fløgg­um í front, er aftur friður. Skotini eru tagnaði, og løtt verð­ ur til stóru finaluna. Stóra fylgið leggur leiðina inn á sjálvan Trí­ kantin og ringur verður gyrdur kring hábærsliga bátin. Hóast fjøldini við Tríkantin telur nøkur túsund fólk, so er púra kvirt, friður. Faklagongan stendur nú kring bátin og so verður farið undir at syngja sálmin »Tíðin rennur sum streym­ur í á« – og há­ tíðarligu tónarnir ljóða um dalar og fjøll. Tá sálmurin er sungin er stórur rómur og faklarnir verða tveittir í bátin, sum við eitt stendur í ljósum loga – og eins og rungandi trompetar, stuðlaðar av fullspældum symfoniorkestri – fer føroya størsta fýrverkshow ígongd. Stóru skotini, sum fara fleiri hundrað metrar upp í loft, fylla luftina við dunum, eins og kanónskot, og lýsa upp himmalin í ljósspæli við regnandi logum í øllum ælabogans litum og gulli. Á Sandinum spræna skotini upp úr jørðini, sum eldgos-logar í reisast móti himli í vøkrum litspæli. Áskoðarafjøldin verður leidd gjøgnum 20 minuttir longu bergtakandi endascenuna, sum endar við einum stórum buldri, tá stóra endasalvan verður skotin upp og fýrverkshowið við eitt er endað. Kring Tríkantin hálsfevnast familja, vinfólk, kenningar og bygdarfólki annars – ynskja hvørj­um øðrum gott nýggjár við tøkk fyri brátt farna árið. Av Tríkantinum gongur leiðin vestur á Eiðið í veitsludans á ársins síðstu nátt, har fyrsti morgunin í nýggja árinum tekur ímóti á heimleiðini. Tankarnir leita longu til næsta ár, til næstu nýggjárs-symfoni í Vági – man hon fara at eydnast eins væl og í ár. MYNDIRNAR HAVA DANSKA OLIVIA LOFTLUND OG SVENSKI ALEXANDER BOËTHIUS MYND: NIELS JACOB EYSTURBERG