Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 150 14 Óli Jacobsen Tað hevur nógv samband verið millum Føroyar og Ísrael. Tað mest sjáldsama var kanska tað, sum var millum borgmeistararnar í Jerusalem og í Hesti Ísraelska Osnat Kollek: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen PÁPIN HEVÐI SAMSKIFTI VIÐ EICHMANN OG JOHAN Í HESTI J ohan Niclasen var kendur sum ein markantur bygda­ ráðformaður í Hesti. Eitt av hansara kendu avrikum var svimjihøll, hann fekk skaffað bygdini. Eisini var hann frá ungum árum ein av fremstu stuðlum hjá Ísrael. Í hesum sambandi kom hann at hava samskifti við Teddy Kollek, sum var borgmeistari í Jerusalem í 28 ár frá 1965 til 1993. Kollek kom meira enn nakar annar í nýggjari tíð at merkja menningina av býnum í stóran mun, ikki minst eftir at býurin varð sameindur í 1967. Tað verður tikið til, at hetta gjørdi hann við stórum atliti eisini til íbúgvarnar í arabisku pørtunum av býnum. Hetta kravdi sín mann, tí í Jerusalem búðu fólk við 104 bakgrundum og har vóru 40 ymiskir kristnar bólkar. Kollek var so hugtikin av Johan, at hann hjálpti honum at fáa læknahjálp í Jerusalem, har teir eisini hittust. Eftirmaðurin fór í geglið Í 1993 ætlaði Kollek at gevast sum borgmeistari. Hann var tá 82 ára gamal. Men eftir umbøn frá flokki sínum, Arbeiðaraflokkinum, still­ aði hann kortini upp. Tá varð hann feldur av tí høgravenda, Ehud Olmert, sum seinni gjørdist forsætisráðharri í Ísrael. Men munur var á monnum! Olmert varð seinni dømdur fongsuls­revsing fyri mutur í síni tíð sum borgmeistari í Jerusalem. Har við var hann liðugur sum politik­ari. Eitt av minnunum um Teddy Kollek er Jerusalem Foundation, sum var stovnað í 1966 og júst hevur 50 ár á baki. Endamálið hjá hesum stovni er at útvega stuðul til øll tiltøk, sum kunnu vera Jerusalem at gagni. Tá ið Kollek fór frá sum borgmeistari, gjørdist hann leiðari í Jerusalem Foundation. Tað var hann til hann var farin um tey 90 árini. Stovnurin hevur staðið fyri einum 4.000 verkætlanum til gagns fyri Jerusalem. Framhaldandi samband við Føroyar Tá ið Johan doyði í 2002, segði eg Kollek frá hesum. Hann svaraði millum annað aftur, at »tað harm­ ar meg, at Johan skuldi fara í so ungum aldri. Eg kendi hansara tilknýti til Jerusalem og Ísrael, og vit mettu hann sum ein av okkara vinum. Eg veit, hann verður nógv saknaður.« Hetta førdi so til eitt samskifti okkara millum. Frá ísraelsvinum fekk hann eina ferð ein føroyskan borðbát, sum hann takkaði so miriliga fyri. Var sjálvur við familjuni í Ísrael í oktober 2006, tá vitjaðu vit hann og konuna, Tamar. Tá var hann illa fyri, men vit fingu kortini eina hugnaliga løtu saman við teimum og starvsfólki hjá Jerusalem Foundation. Kollek doyði stutt eftir, í januar 2007, 95 ára gamal. Tamar doyði í 2013. Aftaná at Kollek doyði kom eg í samband við dóttrina Osnat, sum eisini fekk áhuga fyri Før­ oyum. Hon hevur fleiri ferðir nevnt møguleikan at hittast, um leiðin kom fram við. Hetta hendi í november, tá ið ferðin gekk til Ísrael og eisini til Jerusalem. Tað var ikki nógv tíð, so vit hitt­ust í gamla býnum, har vit sam­an skuldu vitja Teddy Park, uppkallað eftir pápa Osnat. Hann hevur sum borgmeistari í so nógv ár merkt Jerusalem so nógv, at nógv støð kundu verðið uppkallað eftir honum. Men tað vildi hann ikki. Meðan hann livdi var tað bert býarinnar stadion, sum bleiv upp­ kallað, Teddy Stadium. Tað rúmar 32.000 áskoðarum. Men nú, eftir at hann er deyður er gjørd ein minnispark um Kollek, hon opnaði í 2013. Her er eisini eitt savn um Kollek, har tað ber til at síggja hann “livandi” halda røðu, og annars vóru myndir, sum vístu hvussu Jerusalem varð broytt í tíðini hjá Teddy. Eisini var stórsligið gosvatn við tónleiki, sum gjørdi parkina enn meira hugtakandi. Her koma nógv fólk, serliga til høgtíðir. Á hesi vitjan vóru eisini Kirst­ in, kona mín, og Bjørgfinn Heine­ sen úr Norðragøtu, sum júst er í Jerusalem í lestrarørindum. Osnat og Bjørgfinn funnu útav, at tey vóru nærum grannar á eini av høvuðsgøtunum í Jerusalem, Jaffagøtuni. Kanska koma tey at hittast aftur. Osnat fekk eisini eitt listaligt minni úr Føroyum, og tað skuldi sjálvsagt vera um eina føroyska listakvinnu, nevniliga bókin um listina hjá Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen. Hetta var Osnat fegin um. Sjálvur fekk eg tveir áhugaverdar bóklingar um pápa hennara. Osnat er eitt tað kendasta listafólk í Ísrael. Hon gift er gift og eigur trý børn. Myndalistin hjá Osnat Osnat greiðir soleiðis frá sær sjálv­ ari: Eg var fødd í Jerusalem í 1960. At vera listafólk er einasti háttur hjá mær at lýsa mítt framúr áhuga­ verda lív og mína serstøku familju. Jerusalem er ein framúr vak­ ur, men eisini torskildur býur. Her er ein samanrenning av ein­um nútímans parti, sum kann sam­ metast við Europa, og so ein partur, sum kann minna um ævin­týrið »Túsund og ein nátt« við sínum gamla býarparti við øllum handils­ gøtunum. Býurin hevur verið sum ein gom­ ul og duldarfull systir, sum hevur merkt okkara lív. Kærleikin hjá pápa fyri list kom rættiliga til sjóndar við byggingini av The Israel Museum, sum er blivið eitt tað týdningarmesta savn í heim­inum. Okkara íbúð var fylt við forn­ lutum og gomlum bókum, sum sjálv­andi alt hevði samband við Jerusalem. Eftir at hava lokið hertænastu tók eg eina listaútbúgving á The Hebrew University og fekk prógv í listasøgu. Tá ið eg var liðug har hevði eg gallarí í gamla býnum í Jerusalem. Aftaná starvaðist eg í fimm ár sum savnsvørður á Israel Museum. Eg lærdi at mála saman við nøkrum av teimum fremstu lista­ fólkum í Ísrael og á stovni við til­ knýti til Israel Museum. Eg nýti nógv av míni orku til at mála, hetta gevur mær so sera nógv. Eg eri serliga hugtikin av at mála myndir av fólki. Eg kenni tað, sum at eg á hendan hátt kann fortelja um fólk, sum eg havi kent. Fólk fortelja mær, at tey eru rørd av mínum málningum. Hetta meti eg at vera fremsta málið hjá ein­um lista­fólki. Kollek og Tamar fingu eisini sonin Amos, føddur í 1947. Hann er filmsleikstjóri og hevur gjørt fleiri filmar. Hann hevur skrivað bókina »For Jerusalem« um lívið hjá pápanum. Hon er ein kelda til hesa grein. Eichmann og Johan í Hesti Ein maður sum Kollek kom sjálv­ Mynd av Jerusalem heima hjá Teddy Kollek Málningur hjá Osnat Kollek av foreldrunum