hósdagur 29. desember 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 150
15
andi eisini at hava nógv samband
við sera ymisk fólk úr mongum
ymiskum londum. Tað kunnu illa
hugsast meira ymiskir persónar enn
Eichmann og Johan í Hesti, sum
vóru millum tey fólk, hann hitti.
Kollek var eysturríkari, men
føddur í Ungarn í 1911. Pápi hans
ara var vinur við Theodor Hersl,
stovnaran av zionismuni, og Teddy
var uppkallaður, Theodor, eftir
honum. Teddy gjørdist sjálvur
íðin zionistur og sosialistur, eins
og nógvir av teimum, sum gingu
undan í Ísrael.
Tá ið Teddy var um at gerast
vaksin var tað, at nasisman rættu
liga tók dik á seg. Her vildi Teddy
gera tað, hann kundi at bjarga jød
unum í Týsklandi.
At hann ikki var bangin av sær
vísti hann longu í 1934, 23 ára gamal.
Tá sníkti hann seg inn í nasistiska
Týskland og fekk bjargað einum
barni úr landinum. Hetta barn
átti ein jødisk familju, sum rýmdi
úr Týsklandi uttan at kunna fáa
barnið við sær.
Í 1934 flutti Teddy til Palestina,
men longu í 1937 varð hann sendur
til Europa at arbeiða fyri jødiskum
áhugamálum.
Í sínum royndum í 1938 at fáa
jødar úr tí tá nasistiska Eysturríki
fundaðist Teddy eisini við Adolf
Eichmann um at loyva jødiskum
ungdómum at flyta av landinum.
Hann hevði fingið innferðarloyvi
frá bretskum myndugleikum, so
nú ráddi um at fáa útferðarloyvi
frá nasistisku myndugleikunum.
Teddy fór til Wien í Eysturríki
at hitta Adolf Eichmann, sum
hevði ábyrgdina av »jødiska trupul
leikanum« í Týsklandi og Eystur
ríki.
Teddy segði, at Eichmann
líktist meira einum vanligum
skrivstovumanni. Hann var væl
klæddur og væl rakaður og í uni
formi við Hitlermerkinum. Hann
var fólkaligur og spurdi Kollek,
hvussu nógv innferðarloyvi hann
hevði til Bretlands, og hvussu
skjótt tey kundu fara. Spurdi eisini
um talan var bæði um gentur og
dreingir. Tað gingu einir 15 minuttir
og Eichmann gav umbidna loyvið.
Mett verður at Kollek við hesum
fekk bjargað 3.000 jødum undan
teirra jødatýning, sum seinni varð
sett í verk.
Kollek hoyrdi so ikki um Eich
mann fyrr enn í 1943, tá ið hann
hevði fingið ábyrgdina av jøda
týningini.
Teir báðir sóust aftur í 1961,
men tá var tað undir heilt øðrum
umstøðum enn fyrru ferðina. Tað
eydnaðist Eichmann at flýggja til
Argentina beint eftir kríggið, har
hann livdi undir følskum navni.
Men hann varð ikki gloymdur! Ís
raelska fregnartænastan, Mossad,
fekk frænir av honum, og í 1961 varð
hann tikin og í loyndum fluttur til
Ísrael, har hann varð settur fyri
rættin.
Tað var skrivstovan hjá forsætis
ráðharranum, Ben Gurion, sum fekk
ábyrgdina av at fyrireika rættarmálið.
Her var Teddy Kollek aðalstjóri, so
hetta gjørdist hansara ábyrgd. Hetta
var ikki hissini uppgáva eisini tí,
at roknast kundi við 100-tals jour
nalistum at eygleiða rættarmálið,
umframt mong onnur áhugað.
Sjálvur luttók Kollek tó bert á
einum rættarfundi, har hann aftur
sá Eichmann. Hann orkaði ikki at
vera til fleiri fundir, so ræðuligt
var alt, sum kom undan kavi
aftur. Rættarmálið endaði eisini
við, at Eichmann varð dømdur og
hongdur, hóast hann bað so inni
liga fyri sínum lívi.
Kollek undirstrikaði tó, at
hann kundi ikki hata nakran, og
hann hataði heldur ikki Eichmann
persónliga. Men tað hevur týdning,
at slíkar illgerðir ikki verða gloymd
ar, her kundi sakin móti Eichmann
gera sítt.
Osnat um pápan
Bæði Amos og Osnat skrivaðu
um pápan í eini serútgávu av
Jerusalem Post, tá Teddy Kollek
doyði í 2007.
Osnat skrivaði í yvirskriftini
»Pápi mín tann ævigi optimisturin«.
Hon var fimm ára gomul, tá ið
pápin gjørdist borgmeistari. Hon
spurdi hann tá, hvat hetta merkti.
»Jú, eg skal vera høvuðsgøtusópari
í býnum« var svarið.
Hetta meinti hann bókstaviliga.
Sum í 1974, tá ið nógvur kavi var í
Jerusalem. Osnat kom inn í køkin,
tá hon merkti ein løgnan lukt. Tá
var tað pápin, sum royndi at turka
sínar stivlar og sokkar á eini pannu.
»Eg má fara út á gøturnar aftur
sum skjótast«, segði hann við ta
ovfarnu mammuni, »tí tað eru ikki
allir grannar, sum enn hava fingið
mjólk og breyð«. Tað er eisini kent
og skrivað um Teddy, at hann
bakkaði ikki sjálvur fyri at taka ein
hond í, har tað var neyðugt.
Hann kundi fara upp kl. 4 á
morgni fyri at heilsa skrellimonn
unum fyri at virðismeta teirra
krevjandi arbeiði.
Í 1975 fekk hann tey ráð frá
læknanum, at hann skuldi ikki
arbeiða so hart. Men hann segði,
at tað var so nógv enn at gera fyri
Jerusalem, at hann kundi ikki taka
sær av løttum. »Um nøkur ár, tá fái
eg æviga hvíld,« segði hann.
Í november 1986 fekk Osnat
sítt fyrsta barn á føðideildini á
Hadassah sjúkrahúsinum. Hetta
var fyrsta abbabarnið hjá Teddy,
og hann kom sjálvandi á vitjan. Har
vóru nógvar aðrar konur við teirra
nýføddu børnum, og tær vildu
sjálvsagt eisini vísa borgmeistaran
teirra børn. Hann vísti, at hann
var líka forliptur í teimum øllum.
Osnat skrivaði, at »tá kom tað til
mín, at pápi er sum ein pápi hjá so
nógvum øðrum.«
Osnat endar greinina við at
endurgeva høvuðsboðskapin hjá
pápanum: »Sleppið ongantíð vón
ina um framtíðina hjá Jerusalem.«
Kvinnan aftanfyri
mannin:Tamar
Kollek tók sjálvur til, hvussu stór
an týdning konan, Tamar, hevði
fyri hansara virksemi.
Tey hittustt á ungum árum,
Tamar var bara 17 ára gomul. Tey
giftust í Palestina í 1937.
Teddy skrivaði, at Tamar hevði
stóran týdning fyri hansara virk
semi. Hon helt einaferð, at Teddy
brúkti ov nógva tíð til at hitta
útlendskar miðlar og vitjandi, og
at hetta gav minni tíð til at loysa
praktiskar trupulleikar. Hann segði
eisini, at Tamar eisini kundi hugsa
mál ígjøgnum í allar smálutir og
koma til skilagóðar loysnir.
Nógv fólk ringdu heim til
teirra, og ofta mátti Tamar taka
telefonina, eisini tá ið fólk vóru
misnøgd. Men hon var tolin og
dugdi væl at tosa fólk til sættis.
Eisini var hon við í vælgerandi
virksemi, sum til dømis í einum
felagsskapi sum hjálpti børnum
við likamligum breki við millum
øðrum skúling, íbúðum og ítróttar
møguleikum.
Tað er hugaligt at hitta fólk, sum
hava samband við so týdningar
miklar partar av heimssøguni, sum
her er talan um. Osnat hevur eisini
fingið at vita, at hon og hennara er
altíð vælkomin til Føroya.
Komandi partur
Í komandi parti verður vitjað í palestinskum økjum
Osnat Kollek saman við føroyskum vinum í gamla býnum í Jerusalem
Teddy Park
Teddy Kollek hevði samband bæði við Adolf Eichmann, sum stendur
til svars fyri sínar illgerðir móti jødunum og við Johan í Hesti, ein
tann størsti ísraelsvinur, sum var av fremstu ísraelsvinum
Kollek saman við David Ben-Gurion