hósdagur 29. desember 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2016
6
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Reyði Krossur brendi innbúgv
Ein familja í Havn flutti alt innbúgvið hjá sær í eina bingju, tí húsini
skuldu umvælast. Bingjan var goymd á havnalagnum í Havn, og
haðani var hon av óvart flutt til Reyða Kross í Danmark, sum
brendi alt innibúgvið. Stjórin á Skipasmiðjuni sigur, at tað var
kleyvarskapur, at bingja varð send til Havnar. Virðið á innbúgvinum
varð uppgjørt til 800.000 krónum, men tað umfatar ikki kensluliga
virðið á lutunum, sum summir vóru arvaðir.
Færri føroyingar drekka meira
38 prosent av føroyingum yvir 15 ár drekka ikki alkohol.
Tað vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólka
heilsuráðið. Samanborið við okkara grannalond eru tað
lutfalsliga nógvir føroyingar, sum als ikki drekka.
Hinvegin vísa tølini, at tey, sum drekka, drekka meiri
enn fólk í grannalondunum.gerast við størsta varsemi.
Og tí visti eg, at eg var tann rætti, sigur Vagn Foldbo.
Februar:
Fríggjadagur 12. februar 2016. Ein
púra vanligur dagur byrjar, eins og
hann altíð ger. Jón Krosslá Poulsen,
fótbóltsspælari hjá Víkingi og
rørleggjari fyri Mariu Poulsen,
fer av húsum um 07 tíðina, og
setir kós móti Runavíkini. Tað
er har, hann og áleið 10 aðrir frá
fyritøkuni starvast. Teir hava
fingið til uppgávu at leggja rør
og ventilatión í bygningin hjá
Bakkafrost.
Veðrið er av tí allar fagrasta
hendan dagin. Eitt lítið lot, einki
meira enn tað. Dagurin byrjar
eins og altíð við, at mennirnir á
arbeiðsplássinum seta seg at reypa
eina løtu í kaffirúminum, áðrenn
farið verður til verka klokkan áleið
9. Og bert skamma stund aftaná
broytist dagurin fullkomiliga.
Jón og ein annar frá Mariu
Poulsen verða spurdir, um teir
kunnu
hjálpa
starvsfólkum
á
Bakkafrost við at draga eina
sokallaða talju til sín. Taljan, sum
vigar áleið 25 kilo, verður bundin
fast við einum stroppi, og skal
dragast áleið fimm metrar.
Jón og
hin frá Mariu Poulsen seta føtur í
spenn og leggja fyri at draga til sín.
Men stroppurin slitnar og taljan
kemur í fullari ferð móti Jón.
– Eg sá hetta koma flúgvandi
í móti mær, og so minnist eg
ikki meira fyrr enn eg vaknaði í
sjúkrabilinum, sigur Jón Krosslá
Poulsen. Men Jón hevur fingið
at vita frá starvsfeløgunum, hvat
hendi tað løtuna millum óhappið og
til Jón raknar við í sjúkrabilinum.
– Teir siga mær, at eg reisti meg
upp og royndi at ganga, meðan
blóðið fleyt út høvdinum. Teir
stuðlaðu mær síðani út í tún, og
har setti eg meg at fáa luft. Og so
svímaði eg aftur, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Skilti álvaran
Í sjúkrabilinum vaknar Jón aftur
eina løtu. Hann hyggur upp, og sær
ein portør, sum hann kennir. Hann
merkir, at hiti floymir frá oyranum
oman á andlitið og bringuna. Hann
spyr portørin, hvat gongur fyri seg,
og lyftir hondina upp ímóti høgra
oyra. Portørurin biður Jón halda
hendurnar burturi frá oyranum, tí
tað er helst eitt sindur viðtikið.
– Tá hugsaði eg, at tað mátti ikki
vera so álvarsamt, tí hann tóktist
mær so róligur. Tað var ivaleyst
fyri at geva mær tryggleika, sigur
Jón Krosslá Poulsen.
Komin á Landssjúkrahúsið hittir
Jón damuna Petru og mammu
beiggjan Jógvan Páll og tey bæði
greiða honum frá, at Kári, pápi
hansara, er ávegis til Havnar við
tyrluni.
– Er tað so álvarsamt, hugsaði
eg. Eg skilti ikki fyrr enn tá, hvussu
álvarsom støðan var, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
Og tá fóru tankarnir í gongd. Jón
var í hjálmi, tá ið óhappið hendi, og
hóast hjálmurin als ikki sýnir tekin
um nakran stóran stoyt, so er Jón
kortini sannførdur um, at hjálm
urin eigur lívið í honum.
– Eg bleiv við at hugsa, hvat
hevði hent, um eg ongan hjálm
hevði á. So hevði eg ikki ligið har
vakin. So hevði eg ligið onkra
heilt aðrastaðni, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Skallabrot
Taljan, sum fleyg í heysin á Jón
Krosslá Poulsen hendan dagin, má
sigast at hava troffið væl. Eingin
ivi er um, at vóru umstøðurnar
øðrvísi, so kundi taljan gjørt enda á
fótbóltsspælaranum úr Vági.
Komin
á
Landssjúkrahúsið
verður Jón fyrst av øllum koyrdur
á intensivu deild og sendur í
skannaran fyri at kannað, um
nakkin ella annað í beinagrindini
hevur tikið skaða. Hann verður
sendur fleiri ferðir í skannaran
hendan dagin, tí ein slíkur brestur
kann gera álvarsama skaða á
– Eg bleiv við at hugsa, hvat hevði hent, um
eg ongan hjálm hevði á. So hevði eg ikki
ligið har vakin. So hevði eg ligið onkra heilt
aðrastaðni, sigur Jón Krosslá Poulsen, sum
var fyri ógvusligum arbeiðsóhappi í Runavík
Hugsaði
um ófødda
barnið
FEB
Maður
gongur
í blæu
Sosialurin prátar við mann í 30’unum,
sum fær tryggleika av at ganga í blæu.
- Allir mínir tankar um gerandisdagin
hvørva, tá ið eg lati meg í blæu. Eg
gloymi ógoldnar rokningar og órudd fyri
eina stund, greiðir maðurin frá.
Tora ikki at
finnast at
Fyritøkur í Føroyum kenna stundum
eftirlit hjá almennum stovnum sum
órímiligt.
– Tað er eyðsæð, at vinnan kennir
eitt órættvísi, men torir ikki at tala at
almennum stovnum. Einamest tí, at tað
er dømi um, at tað fær avleiðingar fyri
tann, sum sigur sína hugsan, sigur Marita
Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Rópa heldur
enn kjakast
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur,
at kjakið í Føroyum eigur at verða lyft á
hægri stig.
– Tá ið viðkvæmir og álvarsamir
spurningar eru frammi í Føroyum, er
kjakið ofta ósømiligt og óvirðiligt. Ofta
endar tað við, at vit bara ganga og rópa
í høvdið á hvørjum øðrum, sigur Sirið
Stenberg.
– Hetta er nakað heilt annað enn
at vera tingfólk. Her skulu avgerðir
takast hvønn einasta dag
Eyðgunn Samuelsen
nýtt landsstýrisfólk
– Tað hevur verið sárt at sæð, at tey samkyndu
hava verið forfylgd og niðrað. Ímynda tær at verða
hongdur út, tí onkur heldur, at tú ert ónormalur.
Tað er ov nógv fyri meg.
Jógvan Fríðriksson
Biskupur
2016